Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 6 TERJI NIELSEN F amiljan Olsen í Vestmanna hevur í nógv ár verið ein týðandi partur av VÍF, bæði hvat viðvíkur leikarum og venjarum. Allir føroyingar, sum hava fylgt bara eitt lítið sindur við hondbólti, kennast við navnið Ingi Olsen. Hann var í mong ár ein berandi kraft á besta mansliðnum hjá VÍF, og somuleiðis hevur hann í nógv ár verið venjari í felagnum. Í dag er tað næsta ættarliðið, sum ger um seg á vøllinum, meðan Ingi stendur á síðulinjuni. Tað er nakað serligt Ingi Olsen og konan Bjørg eiga fimm børn, og tey spæla øll við bestu liðunum hjá VÍF. Agnas, Ingibjørg og Rannvá spæla við kvinnunum, meðan Julian og Sjúrð­ur spæla við mansliðnum. Eg havi eitt arbeiði, sum hevur gjørt, at eg havi sæð so fáar dystir í ár, tíverri. Men eg havi sjálvandi fylgt væl við. Tað er nakað heilt serligt at hava so nógv børn við í bestu deildini, sigur Ingi Olsen. Hann sigur, at man vil altíð, at tað gongur sínum børnum væl, og at tað er verri, tá ið tað gongur minni væl. Men hondbóltur er ein lið­ ítrótt­ur, og gongur tað liðnum væl, so gongur tað sum oftast teim­um væl eisini. Men eg hyggi eisini eftir, hvussu tað gongur teimum hvør sær, sigur Ingi Olsen. Hevur vant øll børnini Tað er einki at taka seg aftur í, at tá ið man hevur spælt so nógv hondbólt sjálvur, samstundis sum at øll børnini hava spælt nógv, so er nógv tíð hjá Inga Ol­ sen og restini av familjuni farin í høllini í Vestmanna. Eg havi verið venjari hjá teim­um øllum í nógv ár. Hjá onkrum havi eg verið meiri enn hjá øðrum. Agnas og tær vandi eg rættiliga nógv, og tað havi eg eisini gjørt við Julian og teimum. Har vandi Sjúrður eisini við viðhvørt. Eg havi ikki vant Ingi­bjørg so nógv, men Rannvá og tær havi eg vant nógv. Og so havi eg eisini vant tey øll sum vaksna­mannaspælarar, sigur Ingi Olsen. Hann greiðir frá, at tað fóru nógvir tímar í høllini, og tí segði hann tíðliga við felagið, at hann brúkti so nógva tíð í høllini, og um hann skuldi vera venjari, so skuldi vera hjá børnunum hjá sær, tí tað fór við so nógvari tíð. Tað tók felagið sjálvandi væl ímóti, tí tað var altíð mangul upp á venjarar, sigur hann. Hondbóltsvøllur á loftinum Í heiminum á ovaravegi í Vest­ man­na hevur hondbólturin altíð fylt nógv, og tað ger tað fram­ vegis. Tað fyllir øgiliga nógv heima hjá okkum. Tað er nógv kjak, og alt húskið kann vera við. Vit kunnu kjakast um venjingar, dystar­støður og annað í sam­ bandi við hondbólt. Men man má eisini vanda sær um, at tað ikki bara blívur hondbóltur, sum vit tosa um heima, sigur Ingi Olsen. Hann sigur, at í seinastuni hevur tað ikki bara gingið eftir vild við hondbóltinum, serliga hjá kvinnunum, og tá er tað ikki hondbóltur, sum tey tosa um heima við hús. Viðhvørt er tað gott, at man ikki bara tosar hondbólt, hóast øll hava eina meining um hond­ bólt. Tað er eisini um­ráð­andi, at man koblar frá tí, sigur hann. Men tað er ikki bara hond­ bólts­prát, sum hevur verið í heimi­num, tí tað er eisini blivin spæld­ur hondbóltur heima við hús. Uppi á loftinum hjá okk­um er næstan ein hálvur hond­ bólts­vøllur. Har verða nógvir nær­dystir kempaðir. Har stóð ein ottoman, sum man kundi hála út, og so bleiv hon brúkt til, at man kundi kasta seg í henni, sigur Ingi Olsen. Børnini hjá Inga hava fingist við annan ítrótt, men tað er fyrst og fremst hondbólturin. Tey hava eisini spælt bad­min­ t­on, og dreingirnir hava eisini spælt fótbólt, men í dag eru krøvini til hondbóltsspælarar so hørð, at tað ber ikki til at gera annan ítrótt, sigur hann. Serligt at spæla móti børnunum Ingi Olsen hevur drúgvar venjar­ ar­oyndir. Umframt at hava vant bæði kvinnu- og mansliðið hjá VÍF, so er hann eisini lands­liðs­ venjari í Grønlandi og venjari í Neistanum. Fyrr í heyst fekk hann so tilboðið at gerast venjari hjá kvinnuliðnum hjá H71. Eg fortaldi fyri børnunum, at eg hevði fingið bjóðað starvið í H71, og tað merkti jú, at um eg tók av, so skuldi eg spæla móti døtrun­um hjá mær. Men tær søgdu, at tað var í fínasta lagi, sig­ur hann. Enn hevur hann ikki staðið á odda fyri kvinnunum hjá H71, tá ið tær hava spælt móti VÍF, men tað verður einaferð fyrst í kom­andi ári. Eg havi ikki roynt tað enn. Men tað verður bara ein upp­ gáva, sum eg skal loysa so væl sum møguligt. Tá ið vit skulu fyrireika okkum til dyst móti VÍ, skal eg bara hugsa um tær sum spælarar og ikki sum mínar døtur, sigur Ingi Olsen. Hann heldur tó, at tað er ein fyri­munur hjá honum, at hann kennir tær so væl. Ópraktiskt at flyta felag Í dag er tað ikki so óvanligt, at leikarar skifta felag innan ymsu ítróttargreinarnar, men so­leiðis er ikki við børnunum hjá Inga, sum øll fimm spæla í barndómsfelagnum, og sum altíð hava spælt við VÍF. Tey búgva øll í Vestmanna, so tað hevði verið ópraktiskt hjá teimum at skift felag. Tá ið eg flutti felag, var eg meira ella FIMM FIMM SYSTKIN SYSTKIN Í BESTU Í BESTU DEILDINI DEILDINI Navnframi Ingi Olsen í Vestmanna kann saktans vera errin. Hann og konan Bjørg eiga fimm børn, og tað sermerkta er, at øll fimm børnini spæla fyri bestu liðini hjá VÍF í hondbólti