Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 7 minni givin, og tá var tað venj­ ara­vegin, ið eg fór. Eg arbeiddi eisini í Havn, og eg vildi royna meg sum venjara í onkrum øðrum felag, áðrenn eg royndi meg í VÍF, sigur Ingi Olsen. Spældi saman við tveimum beiggjum Sjálvur hevur Ingi tríggjar beiggjar og eina systur, og tey vóru eisini fleiri, sum spældu í bestu deildini samstundis. Eg spældi saman við tveimum av beiggjunum hjá mær, Finn Jørgen og Áki, í eini trý til fýra á besta liðnum, og tá spældi syst­ir okkara Andrea á besta kvinnu­ liðnum. So vit vóru fýra systkin í bestu deildini í senn. Fjórði beiggin, Eivind, fór til skips á heilt ungum árum, men hann spældi hondbólt til tá, og evn­ ini hevði hann eisini, sigur Ingi O­lsen. Og hyggur man nærri at kvinnu­liðnum, sum er í dag, har Ingi eigur tríggjar døtur á lið­ num, so er familjan eisini væl um­boðað har. Har eru tvey systkinabørnum hjá okkara gentum á liðnum. Eivind eigur eina dóttur, sum eit­ur Julianna, og hon er mál­ verji, meðan Áki eigur Fríðu, sum eisini spælir við, sigur hann. Ingi Olsen greiðir frá, at hann hevur skrivað nógvar dómara­ seðlar hjá bæði gentum 14 og gentum 16 ár gjøgnum árini. Og tá hevur tað verið tann reini Olsen-bandin. Helvtin av liðnum hevur havt Olsen til eftir­navn, sigur hann flennandi. Lætt at skilja at Men kann tað ikki vera trupult at vera venjari hjá sínum egn­um børnum og ikki fella inn í pápa­ leiklutin. Sum oftast er tað lætt at skilja tingini at. Tíbetur hava tey altíð tímað væl at runnið, tusk­að og vant. Men so eru tað venj­ingar, har tað gongur illa, og tá er tað sjálvandi eitt sindur truplari. Men tá noyðist tú at skilja tingini at, tí tað ber ikki til at gera mun á leikarum. Tann javn­vágin millum leiklutirnar skal finnast, um tað skal rigga hjá tær sum venjara hjá tínum børn­um, sigur Ingi Olsen. Sjálvur var Ingi hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, sum í 2017 var til HM-endaspælið í Algir. Tá var yngri sonurin Sjúrður part­ur av landsliðshópinum, og tað hevði við sær, at Ingi ikki kundi vera høvuðsvenjari, hóast hann vandi liðið sam­ an við Kára Nielsen í undan­ kapp­ingini. Tí HSF hevur ásett eina reglu, at tað ber ikki til at vera landsliðsvenjari, um tað er møguleiki fyri, at títt barn verður partur av tínum lands­ liðs­hópi. Eg skilji eitt ella annað stað argu­mentið fyri, at man ikki skal venja sítt egna barn. Men eg haldi tó, at man fyrst og fremst skal velja tann best egnaða venj­aran. Dugir venjarin ikki at skilja tingini at, so kann hann ikki brúkast. Men tekur tú til dømis HM í Algir, so hevði eingin ann­ar venjari áður megnað at spælt eitt føroyskt lið til HM, og tað er ein dygd í sjálvum sær. Tað vanliga er eisini, at ein venj­ ari verður dømdur út frá úrs­lit­ un­um, men tað var tað so ikki í hes­um førinum, sigur hann at enda. TERJI NIELSEN Agnas Olsen telist millum roynd­astu leikararnar á besta kvinnuliðnum hjá VÍF. Á lið­ num eru eisini systrar henn­ ara, 20 ára gamla Ingibjørg og 17 ára gamla Rannvá. Tað hevur verið øgiliga stutt­ligt at síggja tær koma við eisini. Eg má satt at siga viðgang, at eg ikki hevði væntað, at eg skuldi sleppa at spæla saman við Rannvá, sum er 12 ár yngri enn eg, sigur Agnas Olsen. Kappast ikki Tað kann vera stuttligt at vera liðfelagi við systur sína, men hvussu er, um tær nú kappast um sama pláss á liðnum? Beint nú kappast vit ikki um somu pláss. Rannvá hev­ur spælt nógv miðja á ung­dóms­liðum, men nú spælir hon vongur. Tær eru annars bakspælarar báð­ ar tvær, men vit hava ikki so stóra breidd í løtuni, og tí eru vit allar tríggjar í byrjunaruppstillingini, sigur Agnas Olsen. Nøkur systkinabørnum hjá teimum eru eisini í hópi­ num, og hetta kom til sjóndar, tá ið kvinnurnar hjá VÍF høvdu teambuilding farna viku­skifti. Tá skuldu vit gera tvey lið, og tað endaði bara við, at tað bleiv Olsen móti rest, greiðir Agnas flennandi frá. Alt brotnaði á loftinum Hon minnist týðiliga, hvussu nógv hondbólturin fylti heima við hús, tá ið hon var barn. Vit spældu altíð uppi á lofti­num, og alt brotnaði, sum var har. Eg haldi, at babba var ringast, og hann hev­ur ivaleyst verið tann, sum hevur brotið flest ting á lofti­num, sigur hon. Agnas Olsen greiðir frá, at tey hava brúkt sera nógva tíð í høllini sum børn. Vit búðu næstan í høllini til tíðir. Antin vandu ella spældu vit, ella vóru vit har bara av áhuga. Eg minnist eisini, at Julian einaferð var við bab­ ba og besta mansliðnum á venj­ingar­legu uttanlands, sigur hon. Men hon leggur afturat, at tey duga eisini at tosa um onn­ur ting enn hondbólt heima við hús. Man kann blíva móður av bara at tosa um hondbólt, og tá er týdningarmikið at hava annað at tosa um, sigur Agnas Olsen. Skulu vinna á pápanum Fyrst í komandi ár skal Agnas Olsen saman við restini av VÍF kvinnunum dystast við kvinn­urnar hjá H71, har pápin er venjari. Tað verður fyrstu ferð nakrantíð, at hon skal spæla móti pápa sínum. Tað verður eitt sindur ser­ligt at spæla móti babba. Kanska er tað ein lítil fyri­ mun­ur hjá teimum, tí hann kenn­ir okkum so væl. Men vit kenna eisini hann, sigur hon. Agnas Olsen dylur ikki fyri, at tað fer at hava nógv at siga at vinna tann dystin. Sjálvandi hevði tað verið ser­liga stuttligt at vinna tann dyst­in, so man kann sleppa at arga eitt sindur har heima, sigur hon. Sum Ingi Olsen greiðir frá her á síðunum, so hevur hann vant øll børnini, og árgangin hjá Agnas hevur hann serliga nógv. Eg haldi, at hann vandi meg øll ungdómsárini. Men eg haldi ikki, at hann hevur gjørt mun á mær og hinum leikar­un­um. Tað hevur hann dug­að væl at skilt at, eisini tá ið hann vandi okkum í bestu deild­ ini, sigur hon at enda. Stuttligt at spæla saman við systrunum 29 ára gamla Agnas Olsen er elst av teimum fimm systkjunum, sum spæla við bestu liðunum hjá VÍF. Hon heldur tað vera nakað heilt serligt at spæla á liði saman við systrunum hjá sær Frá vinstru Julian Olsen, Sjúrður Olsen, Rannvá Olsen, Ingi Olsen, Agnas Olsen og Ingibjørg Olsen Mynd: Álvur Haraldsen