hósdagur 17. desember 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
8
Tórshavn
og Runavík
hava hvør
sítt at bjóða
Havnin er ein
umsitingarbýur
meðan Runavík
meira er ein
framleiðslu
býur
ÁRNI GREGERSEN
Í
morgin letur Eysturoyar
tunnilin upp og so er fast
samband millum Skála
fjørðin og Havnina.
Onkur heldur, at hetta fer at
elva til meira kapping millum
høvuðsstaðin og størstu komm
ununa á Skálafjørðinum, Runavík,
men hesum er borgarstjórin í
Runavíkar kommunu, Torbjørn
Jacobsen , ikki samdur í.
- Sjálvandi verður kapping
millum handiolslívið í báðum
støðum, men grundleggjandi
hvílir vinnulívið í kommununum
á hvør sínum grundarlagi, sigur
hann.
- Havnin er ein umsitingarbýur
har størsti parturin av vinnuni er
umsiting, meðan tað í Runavíkar
kommunu fyrst og fremst eru
framleiðsluvirkinini, sum eru
grundarlagið. Eg hugsi um Bakka
frost, Faroe Origin, Mest og aðrar
størri fyritøkur her í økinum, legg
ur hann afturat.
Torbjørn Jacobsen sigur, at
nýggja farleiðin fer at gera tað
munandi lættari hjá teimum
sum arbeiða at flyta seg ímillum
hesi økini og tað ger føroysku
arbeiðsmegina meira flytbara.
- Eg ivist heldur ikki í, at tunn
ilin fer at gera, at nógv fólk fara at
velja at bússeta seg í økinum her
kring fjørðin í staðin fyri í Havn.
Tunnilin ger, at tað nú verður
munandi høgligari at ferðast
ímillum, sigur hann.
Hvat hendir
Borgarstjórin sigur kortini, at
hann heldur tað er torført at siga,
hvørjar broytingarnar vera, nú
tunnilin letgur upp.
Hann veit sjálvandi um royndir
aðrastaðni, men hvussu tað fer at
hendan nú beinanvegin, er ilt at
siga.
- Vit hava sjálvandi roynt at
fyrireika okum, men tað er ilt at
siga, hvussu ólk fara at reagera,
tá ið hetta nú er veruleiki, sigur
hann.
Fyrr í ár skipaði kommunan í
Runavík fyri einum fundi um evni
og tá var fyrrverandi borgarstjórin
á Akranesi og greiddi frá.
Farleiðin millum Akranes og
Reykjavík var fyri smáum 20 árum
síðani stytt munandi við einum
tunli og hann vísti á fundinum í
Runavík á, at stórbroytingar eru
hendar.
Tað hendi ikki beinanvegin,
men tá ið hugt var eftir nú, so vísir
tað seg, at tunnilin hevur havt
stóra menning við sær á Akranes-
leiðini. Allir parametrar vísa, at
tunnilin hevur givið framgongd
síðani hann lat upp.
Bjartskygni
At tunnilin letur upp nú, skapar
nakað av bjartskygni – eisini í
handilslívinum.
- At tveir klædnahandlar
hava latið upp í økinum her tær
seinastu vikurnar, ber boð um, at
handilslívið fer at taka avbjóðing
arnar til sín, nú upplandið gerst so
nógv størri, sigur borgarstjórin í
Runavík.
Hann var sjálvur við, tá ið málið
um tunnilin upprunaliga tól seg
upp. Tá var beinanvegin tosað um
eisini at gera tunnil í Sandoynna.
- Eg haldi eisini tað er upplagt.
Vit eiga at binda Føroyar saman
og tað skal vera í einari samhalds
fastari skipan, har vit øll gjalda.
Bara at hugsa um seg sjálvan er ov
provinsielt. Frá byrjan var eisini
hugsa um sambandið til Suðuroyar
og tað eiga vit framvegis at gera
og tí má ein gjaldsskipan finnast,
sum er soidaristk, sigur Torbjørn
Jacobsen.
Í morgin letur tunnilin upp. Há
tíðarhald fyri innbodnum verður
klokkan 11. Tað verður sent bein
leiðis í sjónvarpinum.
Klokkan 12 – altrso á middegi í
morgin – letur so tunnilin upp fyri
almenninginum. Fyrstu dagarnar
verður ókeypis at koyra gjøgnum
tunnilin.
Runavík roynir at gera vart við, at pláss er fyri nógvum bilum
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, heldur ikki at tað fer
at vera ein beinleiðis kapping millum Havnina og Runavík
Soleiðis er dreymurin at økið við Løkin í Runavík kann síggja út