Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 10 Størsti ullavøru- handil í Føroyum er nú á Toftum - Tað er sera lætt hjá viðskiftafólki, sum koma á gátt, at halda frástøðu í nýggja og rúmliga handlinum, sigur stjórin í Navia, Óli Kristian á Torkilsheyggi VILMUND JACOBSEN N avia hevur seinastu fimm mánaðirnar um­vælt handilshølini á Toftum. Henda um­ væl­ing og dagføring hevur nú við sær, at handilin er heilar 350 fer­ metr­ar stórur. Hetta ger, at Navia á Toftum nú er størsti ullavøru­ handil í Føroym. - Vit hava umvælt handilin við tí fyri eyga at skapa eitt spennandi og forvitnisligt umhvørvi fyri viðskiftafólkini. Tað sigur Óli Kristian á Torkils­ heyggi, stjóri í Navia. Ráur og náttúrligur Handilin hevur fingið ein ráan og náttúrligan dám, sum hóskar væl til tær ullintu vørurnar. - Umframt handil, so hava vit eisini eina lítla kafé, har vit bjóða kaffi og okkurt søtt til øll vitjandi, sigur stjórin. Navia-handilin er innrættaður soleiðis, at hølið er sera opið og rúmligt, og á henda hátt fáa við­ skifta­fólk eitt gott yvirlit yvir all­ an handilin. - Við atliti at almennu koronu- til­mælunum er sera lætt hjá við­ skifta­fólki, sum koma á gátt, at halda frástøðu í nýggja handl­in­ um, sigur stjórin, Óli Kristian á Torkils­heyggi. Virksemið miðsavnað Navia byrjaði sítt virksemi í 2004, og fyri stívliga 12 árum síðan læt fyritøkan handil upp á Toftum. Í 2011 keypti Navia Oyrahandilin á Toftum og miðsavnaði alt sítt virksemi undir einum taki. - Í samband við, at Eyst­ur­oy­ ar­tunnilin nú letur upp, kann Navia bjóða øllum føroyingum ein nýumvældan, dagførdan og spennandi handil við fjálgum vørum, sigur Óli Kristian á Torkils­heyggi. Navia-handilin á Toftum hevur nú fingið ein ráan og náttúrligan dám, sum hóskar væl til tær ullintu vørurnar. Navia hevur eisini eina litla kafé, har tey bjóða kaffi og okkurt søtt til vitjandi