Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 11 Fólk gleða seg ómetaliga nógv til tunnilin - So leingi, sum Føroyar eru í undanvindi, samstundis sum Eysturoyartunnilin letur upp, verður ivaleyst tørvur á fleiri grundstykkjum í kommununi, sigur borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen VILMUND JACOBSEN -V it hava havt langa umhugsunartíð til Eysturoyar­tunn­ ilin, og nú dagurin er beint fyri stavn, haldi eg ikki, at eg havi hugsað so ógvuliga nógv um tað. Men, eg veit, at fólk, sum búgva her í økinum og arbeiða í miðstaðarøkinum, hava glett seg ómetaliga nógv til upplatingina. Tað sigur borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, sum sjálv­andi eisini er ógvuliga spent­ ur til leygardagin. Sjóvar kommuna hevur seinnu árini merkt nógv til, at tunnilin hevur verið ávegis, og kommunan hevur eisini útstykkjað 53 grund­ stykki, 11 á Fríðufløtum og 42 við Hálsa­tjørn, sum er beint norðan fyri vegin, ið gongur tvørtur um Rak­tanga. - Øll hesi grundstykki eru seld, og vit hava útskrivað fleiri byggi­ loyvi. Við Hálsatjørn eru møgu­ leik­ar at gera nakrar stykkvegir om­an úr vegnum, sum gongur norð­ur til byggiøkið. Vit eiga lendið, sum liggur eystan fyri veg­in, og her kunnu vit fáa umleið 20 grundstykki aftrat. Vestan fyri vegin eigur kommunan ikki lendið, men tað er ikki óhugsandi, at hetta einaferð í framtíðini kann keyp­ast, um bygdaráðið ætlar tann vegin við útbyggingini við Hálsa­tjørn. Passaligur vøkstur Artur Johansen sigur, at tað er málið hjá kommununi, at vøkst­ urin verður í einum passaligum tempo, sum hann tekur til. - Men, umframt tey grund­ stykki, sum kommunan hevur út­ stykkj­an selt á Strondum seinnu árini, eru eisini verkætlanir í gongd við íbúðarbygging. Tal­an er í fyrsta lagi um tvær priv­at­ ar byggiverkætlanir. Áður hava Bú­staðir bygt sjey íbúðir í Dáva­ gerði, og her verður arbeitt við einari nýggjari verkætlan, har Bú­staðir vónandi eisini kunnu verða við. Enn er eingin avtalað undirskrivað, men vit hava verið í góðum samráðingum við Bústaðir um fleiri íbúðir í kommununi. Vit hava fingið onkrar tekningar, men enn er einki endaliga komið upp á pláss, sigur Artur Johansen. Føroyar í undanvindi Borgarstjórin vísir á, at har neyð­ ugt verður at broyta gald­andi byggisamtyktir, hugsar komm­ unan eisini um sethúsaøkið, sum er kring um, har privatu íbúðirnar vænt­andi skulu byggjast. - Vit noyðast helst eisini sum kommuna at útvega nøkur grund­ stykki aftrat - í fyrsta umfari helst við Hálsatjørn, umframt at vit arbeiða við einari minni ætl­an við Kolbanagjógv, og onkur grund­ stykki eisini eru á Selatrað, sum sam­an við Morskranesi eisini eru part­ur av Sjóvar kommunu, sigur Art­ur Johansen. Borgarstjórin leggur aftrat, at so leingi, sum Føroyar eru í und­anvindi, samstundis sum Eyst­uroyartunnilin letur upp, verð­ur ivaleyst tørvur á fleiri grund­stykkjum í kommununi. Fantastiskir møguleikar - Eg vænti ikki nógv meira ferðslu her um okkara leiðir, nú Eyst­ur­ oy­artunnilin letur upp, men tað verður fantastiskt hjá okkum at fáa lut í teimum møguleikum, sum tunnilin kemur at geva. Sjálvur rokni eg við, at tað verður eitt lop við bilum ta fyrstu tíðina, men sum frá líður verður tað ivaleyst mest okkara egnu ferðslu, sum vit fara at síggja. Eg stúri ikki fyri teirri ferðslu, sum vit fara at fáa, sigur Artur Johansen. Myndin er tikin, tá fyrstu sethúsini komu upp við Hálsatjørn á Strondum - Málið hjá okkum er, at vøksturin verður í einum passaligum tempo, sigur borgarstjórin, Artur Johansen