hósdagur 17. desember 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
12
- Eg kenni meg
at eiga ein lut í
rundkoyringini
Sum landsstýriskvinna í innlendismálum legði
Annika Olsen stóra dent á, at Eysturoyartunnilin
skuldi upp á báðum ørmum við Skálafjørðin. -
Styrkin í verkætlanini var at binda báðar armarnar
saman, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu
VILMUND JACOBSEN
A
nnika Olsen, borgar
stjóri í Tórshavnar
kommunu, sigur, at
um vit eina lítla løtu
gloyma størstu avbjóðingina við
Eysturoyartunlinum, sum verður
økta ferðslan, so verður tunnilin,
ið letur alment upp leygardagin,
eitt fantastiska stórt framstig fyri
Føroyar.
- Tað er ótrúliga stórt, at ein so
stórur partur av Føroyum, sum
Skálafjørðurin og alt norðurøkið
er, verður knýtt tættari at Havnini.
Hetta er ógvuliga spennandi, og
hetta fer at geva rúm fyri nógvum
nýggjum - bæði hugsandi og
óhugsandi - møguleikum, sigur
borgarstjórin.
Fær stóran týdning
Í einari handavend hugsar Annika
Olsen bæði um handilsmøguleikar,
renovatión, skúla og eldraøkið - ja,
her verður ein hópur av nýggjum
møguleikum, sum lata seg upp.
- So sanniliga fer Eysturoyar
tunnilin eisini at fáa stóran týdn
ing fyri fólk á Skálafjørðinum
og aðrastaðni í norðurøkinum,
sum arbeiða í Havn, eins og
tað verður munandi styttri hjá
fólki í høvuðsstaðnum at vitja
handilsøkið á Skálafjørðinum og
í norðurøkinum annars.
Borgarstjórin vísir á, at ikki
minst fyri flutningsvinnuna
kemur tunnilin at fáa ein velduga
stóran týdning - við styttri farleið,
sum merkir spardari tíð og minni
sliti á bilar og vegir.
- Sum borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu eri eg leygardagin
bjóðað við til hátíðarhaldið við
sermerktu og fantastiska flottu
rundkoyringina, og her eri eg eis
ini biðin at siga nøkur orð, sigur
hon, samstundis sum hon gleðir
seg til hátíðarhaldið.
Privat gjørdist alment
Sum landsstýriskvinna í inn
lendismálaráðnum arbeiddi
Annika Olsen nógv við tí fyrsta
uppskotinum um Eysturoyar
tunnil, og hetta endaði við einum
lógaruppskoti um eina privata
loysn, sum løgtingið samtykti
við 25 atkvøðum fyri í 2011. Tá
høvdu Føroyar eins og megin
parturin av heiminum verið í ein
ari fíggjarkreppu, sum gjørdist
drúgvari enn mong høvdu
væntað. Tískil fekst ikki neyðug
fígging til ta privatu verkætlanina,
sum soleiðis datt niðurfyri.
- Úrslitið gjørdist, at eitt al
ment partafelag varð stovnað,
sum skuldi byggja bæði Eystur
oyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Munurin á hesum báðum verkætl
anum var jú, at við privatu loysn
ini hefti landskassin ikki fyri
einari krónu, og her var soleiðis
einki landskassaveðhald, leggur
hon aftrat.
Helt fast um rundkoyring
Nú sermerkta og flotta rundkoyr
ingin í Eysturoyartunlinum hevur
fingið so nógv uppmerksemi,
kennir Annika Olsen seg sum tá
verandi landsstýriskvinnu at eiga
ein ávísan lut í, at tunnilin fekk
eina so fantastiska rundkoyring.
- Eg var við í nógvum samráð
ingum um privatu verkætlanina,
og her var nógv snakkað um
trygdina í tunlinum. Eg legði alla
tíðina stóran dent á, at vit áttu
at lurta eftir fólkinum á báðum
ørmum við Skálafjørðin. Styrkin
í verkætlanini var at binda báðar
armarnar saman, og eisini her
legði eg stóran dent á, at vit skuldu
hava eina rundkoyring, haðani ein
armur fór upp á eysturarminum
við Skálafjørðin - og ein annar fór
upp á Strondum.
Sum kunnugt mælti Landsverk
til heldur at byggja eina brúgv
millum Saltnes og Strendur, men
hesum settu eisini kommunurnar
við Skálafjørðin seg upp ímóti, tí
hetta hevði avmarkað framtíðar
atgongdina til Skálafjørðin, sum
Føroya størstu náttúruhavn.
Ein long tilgongd
Sum landsstýriskvinna legði Ann
ika Olsen stóran dent á, at fólk á
báðum ørmum við Skálafjørðin
vórðu hoyrd, og hon helt tað vera
púrasta burtur við, um Eystur
oyartunnilin ikki bæði kom upp
á eystara-og vestara armi á Skála
fjørðinum.
- Eg eri sannførd um, at um eg
ikki stóð rimmarfast við rund
koyringina, so kundu vit tað sama
havt mist hana, og so er eisini
spurningurin, hvussu tað hevði
verið við sambandinum millum
Saltnes og Strendur.
Borgarstjórin vísir á, at tá so
privata verkætlanin ikki bar á mál,
og vit fingu eitt alment partafelag,
sum skuldi byggja tunlarnar, livdi
rundkoyringingin víðari í teirri
verkætlanini eisini, tíbetur.
- Eysturoyartunnilin er ein long
tilgongd, sum í fyrsta lagi hugsjón
armenn við Skálafjørðin birtu
undir, og nú henda verkætlan
er liðug og verður alment tikin í
nýtslu leygardagin, eri eg ómeta
liga glað - ja, eg haldi, at henda
verkætlan er so fantastisk, at
hon heilt avgjørt fer at fáa aftur
ljóð kring um heimin, sigur borg
arstjórin.
- Eg eri sannførd um, at um eg í landsstýrinum ikki stóð rimmarfast við
rundkoyringina, so kundu vit tað sama havt mist hana, sigur Annika Olsen,
borgarstjóri, sum eisini hevur verið landsstýriskvinna í innlendismálum
... Eg haldi,
at henda
verkætlan er so
fantastisk, at
hon heilt avgjørt
fer at fáa
afturljóð kring
um heimin...