hósdagur 17. desember 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
13
Í arbeiðsbólkinum vóru
Martin V. Heinesen, Símun
Johannesen, Tummas
Eliasen, Niklas Foldbo og
seinni eisini, Ingi Højgaard
Skal gerast nú
Annika Olsen sigur, at sjálvandi
hugsar hon í øllum hesum nógv um
ta ferðslu, sum Eysturoyartunnilin
fer at hava við sær, tí metingar
siga, at bilarnir, sum fara at koma
inn í høvuðsstaðin, kanska verða
einir 2000 til 3000 fleiri enn í dag.
- Sjálvandi vita vit ikki í dag,
hvussu nógv ferðslan fer at økjast,
men tað er greitt, at ferðslan verður
ikki minni, enn hon er, og longu
nú er innkoyringin til Havnina ein
rættiligur fløskuhálsur.
Borgarstjórin leggur dent á,
at nú kann innkomuvegurin til
Havnina ikki bíða longur.
- Eysturoyartunnilin er ein
veruleiki, og ferðslutrupulleikarnir
inni í Havnina hava leingi verið
ein avbjóðing, sum nú sjálvsagt
verður enn størri. Vit skulu hava
ein tunnil úr Villingardali, sum
kemur út aftur við Oyggjarvegin,
og síðan skal ferðslan leiðast om
an í Marknagil og oman á Ring
vegin.
Annika Olsen hevur vónir um,
at Jørgen Niclasen, landsstýris
maður í fíggjarmálum, fer at koma
í tingið við einum uppskoti í janu
ar komandi ár, og tá má loysnin
við innkomuvegnum til høvuðs
staðin eisini verða við.
- Tað er ein avtala frá 2016 sum
sigur, at land og kommuna skulu
rinda hvør sín helming av íløguni,
sum innkomuvegurin til høvuðs
staðin kemur at kosta, sigur borg
arstjórin í Tórshavnar kommunu.
Soleiðis byrjaði
alt við tunlinum
Arbeiðsbólkinum, sum fór í gongd á heysti
í 2002, ynskti at kanna, um handilsligt
grundarlag kundi vera fyri einari tunnilsleið
millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy
VILMUND JACOBSEN
T
að var ein arbeiðsbólk
ur, sum upprunaliga
ynskti at kanna, um
handilsligt grundarlag
kundi vera fyri einari tunnilsleið
millum Skálafjørðin og Suður
streymoy. Ein av íverksetarunum
var Niklas Foldbo, verkfrøðingur
á Toftum, sum hevur verið við í
nógvum tunnilsbyggingum í
Føroyum.
Nú Eysturoyartunnilin letur
upp í morgin, kunnu vit minna á,
at seinasta skotið í tunlinum varð
latið av fríggjadagin hin 7. juni í
2019, og hetta hendi 5.274 metrar
inni í tunlinum, Hvítanesmegin.
Alment hátíðarhald var í
ítróttarhøllini á Hálsi og tey, sum
vóru komin saman, kundu fylgja
við á stórskíggja, tá skotið varð
latið av.
Ein av teimum, sum segði nøk
ur orð við hátíðarhaldið í ítrótt
arhøllini henda seinnapart, var
Niklas Foldo, verkfrøðingur, sum
eisini var ein av íverksetarunum
av Eysturoyartunlinum. Hann
var við í arbeiðsbólkinum, sum
upprunaliga arbeiddi við hesi
verkætlan.
Í sínari frásøgn vísti Niklas
Foldbo á, at søguliga var tann
stutta sjóvegis farleiðin millum
Suðurstreymoy og Skálafjørðin
ein náttúrligur liður í ferðasam
bandinum millum høvuðsstaðin
øðru megin og norðurøkið hinu
megin.
- Men, samstundis, sum vega
sambandið alsamt gjørdist betri,
eitt nú við brúgv um Streymin,
Norðskálatunlinum og Kolla
fjarðartunlinum, minkaði undir
tøkan fyri sjóvegis farleiðini mill
um Skálafjørðin og høvuðsstaðin.
Um aldarskiftið varð henda
farleið so endaliga niðurløgd,
og síðan tá hevur einasti ferða
møguleiki millum hesi bæði
høvuðsøkini í Føroyum verið
tann langa farleiðin eftir vegnum
norður í Sundalagið. Hetta var so
leiðis eisini farleiðin til arbeiðis
hjá fleiri av teimum, sum vóru í
arbeiðsbólkinum, sum fór í gongd
á heysti í 2002.
- Arbeiðsbólkurin ynskti at
kanna, um handilsligt grundar
lag kundi vera fyri einari tunnils
leið millum Skálafjørðin og
Suðurstreymoy, og í hesum sam
bandi varð eisini sett út í kortið
- sum ein partur av ætlanini - at
fáa fast samband tvørtur um
Skálafjørðin.
Í arbeiðsbólkinum, sum stóð
aftan fyri hesa tá hágloygdu
verkætlan, vóru Martin V.
Heinesen, jarðfrøðingur, Símun
Johannesen, táverandi borgar
stjóri í Nes kommunu, Tummas
Eliasen, samfelagsfrøðingur og
táverandi stjóri í LÍV og Niklas
Foldbo, verkfrøðingur.
Longu í februar í 2003 hevði
bólkurin framløgu á Svangaskarði
á Toftum um tunnilsætlanina, og
tá var niðurstøðan, at fíggjarligt
grundarlag tyktist vera fyri ætl
anini - og at haldast skuldi fram
við tí arbeiði, sum bólkurin hevði
gjørt. Advokaturin, Ingi Høj
gaard, sum hevur sínar røtur á
Toftum, kom eisini upp í bólk
in, og kommunurnar við Skála
fjørðin luttóku virknar við fígg
ing til útreiðslur í samband við
arbeiðið.
Nágreiniligar ferðsluútrokn
ingar vórðu fingnar frá Rambøll
Nyvig gjøgnum Landsverk, og
felagið Munin gjørdi teldusimul
eringar av væntaðari ferðslu.
Bólkurin hevði góðar serfrøð
ingar at ráðføra seg við.
Á Mikkjalsmessu í 2005 var
bólkurin liðugur við arbeiðið og
kundi tá vísa á eina tunnilsverk
ætlan, sum bæði var tekniskt
møgulig og fíggjarliga burðar
dygg, og í hesi verkætlan var
eisini ein rundkoyring, sum eisini
er veruleiki í dag.
- Eysturoyartunnilin er ein veruleiki, og ferðslutrupulleikarnir
inni í Havnina hava leingi verið ein avbjóðing, sum nú
sjálvsagt verður enn størri, sigur borgarstjórin, sum fer
at siga nøkur orð, tá Eysturoyartunnilin letur upp
... Styrkin í
verkætlanini
er, at báðir
armarnir við
Skálafjørðin eru
bundnir saman,
soleiðis at
farleiðin verður
høgligari...