Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 14 ÁRNI GREGERSEN I kki kann sigast annað enn, at Súni í Hjøllum hev­ur verið annað enn ein trúgvur og tolin valdur bygda­ráðslimur á Toftum. Í 36 ár hevur hann verið fólka­valdur uttan at koma upp á ovasta tindin, men á nýggj­ári­ num setir 64-ára gamli lærarin seg fyri endan á borðinum, tá ið bý­ráðið á Nesi hevur fund. Nú hann tekur við broytast viður­skiftini í kommununi mun­andi, tí her nakrar fáar dag­ ar undan 1.januar letur Skála­ fjarðartunnilin upp. - Eysturoyartunnilin er eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroyingar. Fyri okkum í Nes kommunu fer tunnilin at geva fleiri av okkara íbúgvum ein nógv lættari gerandisdag. Fólk, sum nú arbeiða í Havn, fara at spara einar 12-14 tím­ar um vikuna, sum kunnu nýtast til annað, sigur nývaldi borgar­ stjórin. Hann vísir tó á, at skulu so nógv fólk, sum møguligt fáa gleði av tunlinum, so er neyðugt, at ein væl skipað busskoyring fer at virka. Nes kommuna hevur sein­ astu árini merkt, at tunnilin var á veg. Seinastu tvey árini hevur fólkavøksturin verið rættuliga stórur. Fólk, sum hava verið uttanlands og nomið sær útbúgving, hava valt at búseta seg á Skálafjørðinum og í Nes kommunu, nú tað verður so skjótt at koyra til Havnar, har flestu størvini, sum krevja hægri út­búgving, eru. Í kommununi hava tey eisini bitið merki í, at fólk, sum als ikki hava nakrar røtur í kommununi, bú­seta seg í Nes kommunu. -Hetta er uttan iva tí, at prís­ ir­nir fyri ein bústað fram­vegis eru bíligari her enn í høvuðs­ staðnum, sigur Súni í Hjøllum. Komandi borgarstjórin sigur, at eftirspurningurin eftir grund­ stykkjum og íbúðum er ovur­ honds stórur, men ætlanin er at nøkra tann rørvin. 11 grundstykkir undir Nesi­ num eru gjørd byggibúgvin, og øll eru seld, men ætlanin er at halda fram at útstykkja meira har eins og á Gaddavegnum. -KBH byggir eisini í løtuni tvær íbúðarlonir í sama øki á Kneys­um. Tær fyrstu íbúðirnar har standa helst kárar at flyta inn í við ársenda næsta ár, sigur Súni í Hjøllum. Súni í Hjøllum leggur afturat, at eitt endamál sjálvandi eisini er at skapa so fjølbroyttar bú­ staðar­møguleikar, sum til ber. Nýggir møguleikar Tá ið talan er um tunnils­sam­ bandið við Streymoynna sær kom­andi borgarstjórin eisini aðrar møguleikar. Hann heldur, at almennu lands­stovnarnir nú eins væl kunnu staðsetast á Skála­fjørði­ num sum í Havn. Hann sigur, at ofta hevur tað verið sagt, at almennir stovnar mugu liggja í Havn, tí tað er tað mest høgliga, men hendan grundgevingin telur ikki longur. -Nú ber ikki til at koma uttanum, at okkara kommuna í so máta er í miðdeplinum í Før­ oyum, sigur Súni í Hjøllum. Komandi borgarstjórin heldur eisini, at tunnilin fer at gera samstarvsmøguleikarnar millum Tórshavn og kom­ mun­ur­nar á Skálafjørðinum munandi betri. -Haldi eisini, at tunnilin fer at gera Svangaskarð meira áhugavert. Tað fer at bera mun­ andi betur til hjá FSF at brúka vøllirnar á Svangaskarði, nú sambandið verður so gott, sigur Súni í Hjøllum. Nógvar avbjóðingar Nes kommuna hevur nógvar av­bjóðingar komandi árini, hóast kommunan eftir hvat nýggi borgarstjórin sigur, er ein vælrikin kommuna. Hann sigur, at tað fyrsta, sum verður gjørt, er at enda tey ar­ beiðir, sum longu eru í gongd. Frí­tíðarskúlin er størsta íløgan, og tað arbeiðið verður liðugt í vár. Eisini er ætlanin at gera ábøtu­r í Oyrahavnini. Grótkastið skal leingjast, so har verður kyrt hjá bátum at liggja. Á ítróttarøkinum hevur Nes kommuna altíð gingið á odda og ætlanin er at byggja eina fót­bóltshøll á Svangaskarði. Hetta er ein risastór íløga, sum kommumam neyvan ger einsa­ møll. Her skal bæði landið og FSF uppí. Eitt sindur av tosi hevur verið millum partarnar um, hvussu hetta møguliga kann gerast, men onki ítøkiligt er á borðinum. Ein onnur avbjóðing er skúlin frá 1981. Hann krevur ábøtur, og tað skal gerast umframt at vit eiga at útbyggja vinnuøkið við Rætt. -Hetta er ein partur av tí, sum vit ætla at gera, men tað krevst sjálv­andi, at kommunustýrið er samt við mær í hesum, sigur Súni í Hjøllum. Á nýggjárinum tekur Súni í Hjøllum við sum borgarstjóri í Nes kommunu, samstundis sum tunnilin til Havnar letur upp FÓLKAVALDUR Á FÓLKAVALDUR Á TOFTUM Í 36 ÁR TOFTUM Í 36 ÁR NÚ VERÐUR HANN NÚ VERÐUR HANN BORGARSTJÓRI BORGARSTJÓRI