hósdagur 17. desember 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
15
Samstarv
Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kom
muna hava í mong ár havt eitt
gott samstarv um ávís øki:
-Skálafjarðar Sløkkilið, Kongs
havnar Havn, Læknamiðstøðina
og Roðan (eldrarøktina). Vit fara
at gera alt fyri, at hetta samstarv
skal halda fram í einum góðum
anda og vera til gagns fyri okk
ara íbúgvarar, sigur hann.
Nýggi borgarstjórin á Nesi er
rættuliga eyðmjúkur í sambandi
við, at hann nú fer at taka við
sum borgarstjóri.
Hann hevur hóast alt sitið í
kommunustýrinum í 36 ár.
- Tá ið tað varð heitt á meg um
at taka við sum borgarstjóri, so
játtaði eg, tí tað er ein spennandi
uppgáva at skula standa á odda
at menna okkara kommunu,
sum í hesum døgum verður ein
miðdepil í Føroyum, nú koyr
andi verður ígjøgnum Eystur
oyartunnilin, sigur Súni í Hjøll
um.
Hann leggur eisini upp til
samstarv í kommunustýrinum,
tá ið hann fer at sita í
borgarstjórasessinum:
- Sum borgarstjóri fari eg at
leggja alstóran dent á at fáa eitt
gott samstarv í bygdaráðnum so
leiðis, at vit í felag kunnu fremja
framstigini. Eg eri mínum veljar
um sera takksamur fyri tað álit,
sum varð víst mær á valdegnum.
–Eg eri eisini bygdaráðslim
unum sera takksamur fyri, at
tey hava víst mær álit og valt
meg sum borgarstjóra. Eg eri
bæði eyðmjúkur og sera spent
ur upp á hesa uppgávuna. Tað
er ein stór ábyrgd, men saman
við bygdaráðslimunum og eini
góðari umsiting fara vit saman
og í felag at gera okkara allar
besta fyri íbúgvararnar í Nes
kommunu, sigur Súni í Hjøllum,
sum altso tekur við á nýggjári
num.
Súni í Hjøllum, føddur í 1955
á Toftum
Sonur Elsu, f. Poulsen av
Skipanesi og Jens Jacob
í Hjøllum á Toftum. Nr.5
í einum systkinaflokki
á 7. Pápin sjómaður og
seinni postboð. Mamman
heimaarbeiðandi.
1962-1968: Barnaskúla á
Toftum
1972: Realprógv í Glyvra
skúla
1972-74: Sjómaður og
arbeitt á flakavirki
1974: Handilsskúlaprógv
1973-86: Avloysari í frítíðini
sum postboð í Saltangará
1979: Læraraprógv á Føroya
Læraraskúla og settSSur sum
lærari í Fuglafjarðar skúla
1985/86: Fyribils
skúlastjóri í Fuglafjarðar
skúla
1987/88: Fyribils
varaskúlastjóri í
Fuglafjarðar skúla
1989-2009: Skúlastjóri í
Fuglafjarðar skúla
2009-2020 : lærari í
skúlanum á Ziskatrøð/
Skúlatrøð í Klaksvík.
FAKTA
Súni í Hjællum - nýggjur
borgarstjóri í Nes kommunu