Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 16 STEINAR PATURSSON – Tað kom so brádliga yvir okkum, og vit fingu eina áminn­ ing­ um, hvussu lítil vit eru í mun til skapanarverkið. Tað var so nógv ferð á samfelagnum, og brádliga vórðu vit bara bukað niður og mint á, at vit kunnu einki. Tað hevur mint okkum á, hvussu lítil og hjálparsleys vit eru í mun til, hvat vit hildu okk­ um vera. Soleiðis sigur Marjun Lóma­ klett um tíðina í mars mánaði, tá korona endiliga kom til Føroya, hóast vit høvdu lisið um, hvussu farsóttin hevði gjørt um seg í øðrum londum. – Tað hevur elvt til ótrúliga stóran ótta. Vit merktu, hvussu nógv­ur ótti var í samfelagnum. Fólk kundu fylgja við í miðlun­ um, hvussu støðan var í Italia, og hetta setti seg í fólk. Tað likamliga og sálarliga fylgist Í øllum óttanum var tað likam­ liga raðfest fram um tað sálarliga og andaliga, men tað er eisini ein orsøk til tað, metir Marjun Lómaklett. – Vit hava raðfest tað likam­ liga framum. Vit hugsaðu ikki um, hvat tað ger við teg at sita einsamallur so leingi. Og tað var ikki fyrr enn seinni, at vit funnu útav, hvussu hart hetta rakti fólk, millum annað okkara eldru, ið sita á sambýlunum, og ikki minst øll tey, sum sita heima einsamøll, og sum brádliga ikki kundu fáa vitjan meira. – Men tað var í óttanum fyri nøkrum, ið vit ikki høvdu roynt fyrr. Eingin visti hvat og hvussu, og vit gjørdu bara okk­ ara besta fyri, at eingin skuldi verða smittaður. Tað hevði so avleiðingar, sigur Marjun Lóma­ klett og vísir á, at tað likam­liga og sálarliga fylgist. – Tankin var, at vit máttu ikki verða smittað, tí vit sóu, at sjúkra­húsini kláraðu ikki at taka øll tey smittaðu inn. Korona hevur eisini havt sín lærdóm Tá koronusmittan kom til Føroya, noyddi hon alt sam­ felag­ið niður á knø. Handilslívið legðist stilt, uttan­landsferðirnar vórðu av­lýstar, og tær stóru veitsl­ur­nar, ið føroyingum dámar væl at halda, gjørdust til lítlar samkomur ístaðin. Hetta var ein sperd tíð, men hon hevði eisini sín lærdóm at geva. – Tað var øgilig ferð á samfelagnum, og fólk ferð­ aðust nógv uttanlands. Men so steðgaði alt upp, og tilveran gjørdist meira intim og nær­ veran størri. Tað haldi eg heilt vist er gott, og eg haldi, at vit kun­nu siga, at nógv hava funnið útav, at eydnan er kanska ikki bara at fara út í heim. Hon kann eisini vera heima hjá familjuni. Eydnan er beint framman fyri tær, um bara tú gevur tí ans. Hevur tú tíð at steðga á, so sært tú vakurleikan. Harumframt hevur koronu­ tíð­in eisini víst okkum, hvussu væl vit kunnu standa saman, tá á stendur, og hvussu vit kunnu ansa eftir hvørjum øðrum. – Fólk hava hjálpt hvørj­um øðrum við at keypa inn og so framvegis. Hjálpar­felags­skap­ irnir gjørdu síni átøk, og fólk hava tikið tilmælini og sjálvs­ ábyrgdina til sín - hetta at ansa eftir sær og sínum. Vit mugu minnast til takksemið Vit mugu heldur ikki gloyma at vera takksom, hóast hetta árið hevur verið avbjóðandi upp á so nógvar mátar. Í øllum óttanum og rokanum er vert at hava í huga, at hóast alt eru vit í Føroyum sloppin rætti­ liga heilskapt frá smittuni í ár, meðan hon hevur elvt til deyða, búskap­ar­niður­gongd og elendig­heit aðrastaðni í heimi. – Nógv hava mist. Kanska ikki vit í Føroyum, men aðrastaðni eru nógv, ið hava mist. Í øllum ráðaloysinum og millum øll tárini kemur Jesus kortini til okkara. – Vit hava nógv at takka fyri. Takksemi fyri, at vit í Før­oy­ um eru sloppin so væl, og at sjúkrahúsverkið kom so væl gjøgnum hetta. Guð hevur hildið hondina yvir okkum og ansað eftir okkum. Vit eru sloppin ótrúliga væl, og hugsa vit um londini kring okkum, hava vit veruliga nógv at vera takksom fyri. Óttin, ið vit sum samfelag hava havt, minnir um tann ótt­ an, ið lærusveinarnir høvdu, tá Jesus varð tikin av døgum. Læru­sveinarnir sótu tá handan stongd­ar dyr og óttaðust, at teir fóru at vera næstir. Hóast stongd­ar dyr, var Jesus kortini hjá lærusveinunum og gav teim­ um ugga, og á sama hátt vónar Marjun Lómaklett, at Jesus verður uggi hjá teimum før­oy­ ingum, ið sita óttafullir. – Mítt jólaynski er, at vit - eins og lærusveinarnir - uppliva, at Jesus kemur til okkara. Teir sótu so bangnir og óttafullir í ráða­loysi og iva, men Jesus kom til teirra, hóast stongdar dyr, og eg vóni, at vit eisini í okkara iva uppliva, at Jesus kemur til okkara og uggar okkum í hesum døg­um. Millum allan ótta og iva, ið koronutíðin hevur havt við sær, hava eisini verið glottar at hóma, og hóast koronufarsóttin hevur verið ein greið áminning um, hvussu lítil vit í veruleikanum eru, hevur hon eisini givið okkum stundir at hugsa um, hvat tað góða í lívinum er, og hvat vit hava at vera takksom fyri, sigur Marjun Lómaklett, prestur TAÐ ERU TAÐ ERU GLOTTAR Í GLOTTAR Í ÓTTANUM ÓTTANUM Tað hevur mint okkum á, hvussu lítil og hjálparsleys vit eru í mun til, hvat vit hildu okkum vera