hósdagur 17. desember 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
17
Fráveran hevur
havt sín kostnað
Koronuárið hevur ávirkað nógv,
og hjá summum hevur ávirkanin
verið heilt stór. Samstundis
sum vit hava broytt vanar og
avmarkað okkum fyri ikki at
bera nakra smittu víðari, hava
vit ofrað trivnað og sálarligu
heilsuna, sigur Ovi Brim, prestur
STEINAR PATURSSON
–V
it hava lært at
liva við hesum,
so hvørt tað er
komið. Tað er ikki
fyri at lasta nakran, men vit hava
asfalterað vegin, sum vit hava
gingið á. Sálarliga heilsan og tann
trivnaðurin, sum stendst av at
vera menniskju saman og at hava
nærveru, er nakað, sum vit hava
ofrað í hesum árinum.
Serliga er tað tey demensraktu,
ið Ove Brim hevur hug at hugsa
um, og sum hava merkt sviðan
av frástøðuni, tí hjá teimum er
tað kropsligi nærleikin, nartlið, ið
munar.
– At standa og vinka inn gjøgn
um vindeygað hjá teimum, ið hava
demens, er ikki tað sama. Har er
tað nærveran, sum telur. Tað at
halda í hondini.
– Tað hevur absolutt verið ein
kostnaður, og vit sum samfelag
mugu viðurkenna, at onkur hevur
borið handan kostnaðin, sigur Ovi
Brim.
Tung jól í væntu
hjá summum
Koppsetingin er nú í væntu, men
hon er tó ikki komin upp á pláss
enn, og tí er ikki at gloyma, at tað
framvegis eru fólk, ið eru ávirkað
av koronu.
– Vit plaga at tosa um, at tað
eru ikki øll, ið eru glað á jólum.
Tað er rís-a-la-mandel, jólasangir,
gávur, hugni og so framvegis. Men
somu sangir og sami hugni kann
eisini elva til, at tað birtir undir ein
sakn hjá summum. Føgur er foldin
kann kanska minna summi á, at
hetta var árið, har vit ikki kundu
vera saman upp á sama máta.
Tøknin er ikki so
áhugaverd
Fyri mong hevur 2020 verið árið,
har samveran - og ein stórur partur
av tilveruni yvirhøvur - fór fram
á netinum. Alskyns talgildir pallar
hava staðið fyri samskiftinum,
bæði í tí privata og tí vinnuliga.
Men tøknin í sjálvum sær er
ikki serliga áhugaverd, metir Ovi
Brim, tí hana høvdu vit longu
frammanundan.
– Hetta við tøknini er kanska
ikki so øgiliga spennandi. Vit vistu
av, at tøknin var her framman
undan. Tað, at alt er farið á netið,
og at vit kunnu stroyma frá øllum,
vistu vit frammanundan. Tað
vistu vit longu, tá alt stongdi um
hálvan mars.
Heldur er lærdómurin frá 2020
tann, at vit sum menniskju hava
tørv á felagsskapinum.
– Tað, sum vit sum kirkja ella
aðrir felagsskapir kunnu bjóða,
tá vit aftur kunnu savnast, er
felagsskapurin. Og tað haldi eg,
at vit hava lært. Vit fáa ikki sama
felagsskap av at sita í náttklæðum
og hyggja eftir guðstænastu. Tað,
sum má vera, er felagsskapurin,
har vit koma saman við tí, sum
vit eru, sigur Ovi Brim.
– Eg beri mítt í mær, og tú berur
títt í tær. Vit hittast í sama rúmi og
eru saman eina løtu um tað sama.
Harumframt er eisini lærdóm
urin um heimið, ið er okkum kært,
sum vit kunnu taka við okkum.
– Tá vit verða noydd at steðga á,
eru nøkur løg av marglæti, materi
alismu ella ferð, ið verða flust av,
og vit koma inn á tað, sum er tað
mest neyðuga. Tá alt stongdi um
12. mars, var tað fyrsta, sum øll
gjørdu, at koma heim. "Kom heim",
søgdu vit.
– 12. mars boðskapurin, um eg
kann siga so, var "kom heim til
tað staðið, tú kennir. Kom heim
aftur, og ver heima." Og vit komu
hartil, at vit hugsaðu, at hesi eru
tey nærmastu, sum eg fari at
vera saman við. Og tað vóni eg so
inniliga, at fólk taka við sær, at
hetta hevur týdning; hetta menn
iskjaliga.
Vit hava tað frægari
enn so nógv onnur
Eisini mugu vit minnast til, at
hóast hetta árið hevur verið
torført, so eru vit komin lutfalsliga
snikkaleys gjøgnum tað í mun til
so nógv onnur.
– Vit kunnu ikki tosa um eina
kreppu sum aðrastaðni, har tey
líða neyð og ikki hava pengar til
mat. Í so máta hevur tað verið gott
hjá okkum. Nú hugsi eg ikki bara
um koronu, men eisini flóttafólk
og kríggj kring heimin. Hetta var
støðan hjá okkum, men tað er
hóast alt so nógv frægari enn so
nógva aðrastaðni.
Um jóltíðir plaga kirkjurnar
kring landið at standa fullar, men
kirkjujólini verða øðrvísi í ár, tí
guðstænasturnar vera á netinum.
– Jólaaftan eru kirkjurnar full
ar, og hetta verður upp á onkran
hátt fátækt ikki at vera saman ta
løtuna. Hinvegin kunnu vit vera
saman í teirri lítlu sosialu bobluni,
fyri at nýta orðini hjá Bjarna á
Steig. Vit kunnu vera saman og
syngja jólasangir har og síggja
guðstænastu í sjónvarpinum. Og
tað vil so skapa ein ávísan felags
skap, eisini tí vit vita, at restin av
føroyum hyggur eftir somu guðs
tænastu.
– Eg beri mítt í
mær, og tú berur
títt í tær. Vit
hittast í sama
rúmi og eru
saman eina løtu
um tað sama