Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 18 Jólini nógv at týða fyri meg Andrias Magnussen: Hvar verða jólini hildin í ár? - Á jólum ferðast vit altíð ímillum Klaksvík og Nes. Í ár verða vit á Nesi jólaaftan og so til Klaksvíkar jóladag. Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir? - Stórir partar av okkara jólatraditiónum verða ikki stórvegis ávirkaðar av koronu. Tó, so plagar familjan at samlast til ein stóran familjudøgurða 2. jóladag. Hesin døgurðin verður av ongum í ár. Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? - Í barnaheiminum á Nesi er siður jólaaftan at eta ræstan fisk á døgurða og rísingreyt til nátturða. Seinni um kvøldið eta vit breyð við føroyskum viðskera. Jóladag fáa vit ein góðan døgurða í Klaksvík, og 2. jóladag fara vit at eta ræst kjøt á Nesi. Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús? - Konan er sera røsk, og hon keypir allar jólagávurnar. Eg keypi jólagávuna til hana, og hon er keypt. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini hava nógv at týða fyri meg og eru ein hugnalig tíð saman við familju og vinum. Á jólum minnast vit, at Jesus varð føddur. Í allari jólastákanini er umráðandi, at vit minnast hetta. Gud sjálvur gjørdist ein av okkum fyri at bjarga okkum úr tí neyð, vit vóru í. Jesus er okkkara bjarging, sigur Andrias Magnussen. vilmund@sosialurin.fo Mamma mín ger heimsins bestu dunnu Barbara Holm: Hvar verða jólini hildin í ár? - Í ár verða vit í Vági saman við foreldrum og systkjum hjá mær. Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir? - Ja, tað ávirkar sjálvandi. Eitt er, at eg møguliga haldi meg aftur við at fara til Vágs, um koronutølini fara á flog dagarnar fyri jól, tí man vil sjálvandi ikki seta onnur í vanda. Vit plaga eisini at vera í kirkjuni í Vági, men tað verður so av ongum í ár. Og ikki minst, so plaga vit at síggjast saman við systkjum hjá pápa mínum og børnum teirra jóladagarnar, men tað verður helst eisini ávirkað av støðuni. Og tað skal tað, tí tað er gott og neyðugt, at vit hugsa okkum um í ár. Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? - Dunna! Mamma mín ger heimsins bestu dunnu og ikki minst dunnusós. So, tað er hæddarpunktið hvørt ár. Og so ger svágur mín heimsins bestu brúnkaðu epli. Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús? - Ein er komin í hús. Eg eri hervilig til at keypa allar gávurnar í síðstu løtu, og soleiðis verður eisini í ár. Men, tað plagar at ganga soleiðis nøkunlunda kortini. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Fyri meg eru jólini ein deilig og kensluborin tíð. Jólaaftan er dagurin, har vit gera tað, vit altíð hava gjørt, og tí sæst broytingin í lívinum so sera væl. Eg minnist fyrstu jólini, eftir at omma mín í Vági doyði. Tað var fyrstu ferð, at eg upplivdi eina so týðiliga broyting í lívinum. Her manglaði ein, sum hevði fylt so nógv, og hetta var so sjónligt júst jólaaftan. Árini eftir løgdust børn og makar aftrat í familjuni, og tað er sjálvandi ein gleðilig broyting at eygleiða. Jólini eru tí ein kærkomin áminning fyri meg - at virðismeta tað, vit hava hvønn dag - og at geva frá okkum til teirra, sum hava minni enn vit. Um vit gera hetta við at bjóða einum uttan familju heim til døgurða, ella vit kanska lata eitt oyra til tey neyðstøddu - so ger alt mun, sigur Barbara Holm. vilmund@sosialurin.fo JÓLINI FÁA OKKUM AT STEÐGA Á Jógvan Martin Olsen: Hvar verða jólini hildin í ár? - Jólini verða hildin heima saman við familju, børnum, svigerbørnum og abbabørnum. Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir? - Ja, vit plaga at vera til kirkjugongd í Fríðrikskirkjuni, og hetta er nakað, vit koma at sakna í ár vegna korona. Annars royna vit sum frægast at innrætta okkum eftir koronu-tilmælum. Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? - Jólaaftan hava vit vanliga dunnu og gás saman við øllum góðum, hvít eplir, búnka eplir, valdórssalat, reyðkál og verðins bestu sós. Oman á hava vit rísalamande við karamellusós, kirsuberjasós og mandilgávu. 1. jóladag er, og 2. jóladag er ræst kjøt. Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús? - Eg keypi gávu til konuna, og restina av gávunum syrgir konan fyri, og tað dugir hon væl. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Haldi, at jólini geva okkum stundir at reflektera yvir lívið sum heild. Vit steðga líka sum á, líta aftureftir og vóna tað besta frameftir. Jólini koma sum eitt ljóspunkt í einari myrkari tíð. Haldi, at jólini fáa okkum at lýsa upp og fokusera upp á nøkur ting, sum binda familjuna saman upp á fleiri mátar. Serliga, tá vit eru so heppin við at eiga fleiri abba- og ommubørn sum fylla nógv á ein góðan máta, sigur Jógvan Martin Olsen. vilmund@sosialurin.fo Eg keypi eina jóla­gávu Eggaba Andreasen: Hvar verða jólini hildin í ár? - Jólini verða hildin á Sandi. Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir? - Ja, tað verður eingin kirkjugongd. Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? - Jólaaftan á middegi verður turr grind, turrur fiskur og turrsaltað spik. Um kvøldið verður dunna. 1. jóladag verður tað ræst kjøt, og 2. jóladag verður tað fleskasteik. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Eg keypi bara eina jólagávu, og hon er til konuna. Konan avgreiðir allar hinar, sigur Eggaba Andreasen. vilmund@sosialurin.fo SOLEIÐIS VERÐA Hvussu verða jólini hildin í ár, og hvussu ávirkar koronu-farsóttin jólini? Sosialurin hevur sett nøkrum fólkum spurningar