Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 19 A JÓLINI HILDIN Umhugsin og virða tilmælini Jóna Sigmundardóttir. Hvar verða jólini hildin í ár? - Jólini verða hildin saman við børnunum við familju og yngstu systrini við familju. Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir? - Vænti ikki, at koronu- farsóttin fer at broyta okkara jólatraditiónir, men vit fara sjálvandi at vera umhugsin og virða tilmælini. Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? - Jólaaftan eta vit altíð skerpikjøt og heit eplir. Omaná verður rísalamande. 1. jóladag verður tað dunna við øllum tí, sum har hoyrir til, og 2. jóladag verður okkurt ræst í ovninum. Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús? - Ja, eg keypi jólagávur, og har líður væl. Nakrar verða keyptar um vikuskiftið, so er alt komið í hús, sigur Jóna Sigmundardóttir. vilmund@sosialurin.fo Á jólum gleðast vit saman um friðin Jóannes Mørkøre: Hvar verða jólini hildin í ár? - Í ár verða jólini hildin heima hjá okkum á Eiði saman við foreldrunum hjá mær - og so koma ein svágur, svigarinna og maður hennara eisini. Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir? - Ja, vanliga eru vit saman við mínari familju 2. jóladag, men vegna korona-farsóttina verður hetta ikki møguligt í ár. Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? - Jólaaftan á miðdegi fari eg til foreldrini at eta ræstan fisk og sperðil. Um kvøldið eta vit gás úr Funningi og dunnu av Eiði við øllum tí, sum hoyrir til. 1. jóladag verður tað kalt borð við góðum føroyskum viðskera, og 2. jóladag verður ein góður ræstur hálsur og bógvur í ovninum. Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús? - Mær dámar væl at vera við til at keypa jólagávur. Allar gávurnar eru keyptar - í ár eitt sindur fyrr enn vanligt vegna koronu. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Fyri meg hava jólini fyrst og fremst tann týdning, at Jesus, sonur Guds, vildi seta seg so lágt, at hann gjørdist menniskja eins og vit - við at lata seg føða inn í hendan heim fyri síðan at lata seg negla til krossin, sum tað fullkomna offurið fyri okkara syndir. Og at hvør tann, sum hevur tikið í móti Jesusi sum sínum frelsara, hevur fingið ævigt lív í himli og ikki minst fingið ævigan frið og gleði. Og Jóannes Mørkøre endar við hesum orðum: - Tey seinastu árini eru vit sum familja farin niður í gear um jólini. Vit hava tikið tað sera róligt - gleðast saman um friðin og saman við vinum og familju. vilmund@sosialurin.fo Jólini altíð havt stóran týdning Grækaris D. Jacobsen: Hvar verða jólini hildin í ár? - Jólini verða hildin heima hjá okkum í Hirtshals saman við børnunum og teirra makum. Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir? - Ja, avgjørt. Vit plaga at møtast øll systkini hjá mær við familju 1. jólakvøld, men tað verður av ongum vegna koronu. Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? - Jólaaftan hava vit dunnu og fleskasteik, 1. jóladag verður tað stokt lambskjøt, 2. jóladag verður tað ræst kjøt, og 3. Jóladag verður tað røst súpan. Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús? - Ja, dóttirin og eg plaga at fara ein dag í býin, tá hon fær frí, og tá plagi eg at keypa tær seinastu jólagávurnar. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini hava altíð havt stóran týdning fyri meg. Síðan eg flutti niður, hava vit altíð byrjað jólini við at fara í kirkju jólaaftan, sigur Grækaris Djurhuus Jacobsen, sum ynskir øllum - vinum og kenningum - her heima í Føroyum eini gleðilig jól. vilmund@sosialurin.fo JÓLINI KOMA SERSTAKLIGA VÆL VIÐ Í ÁR Dánjal av Rana: Hvar verða jólini hildin í ár? - Vit skuldu halda jól í Noregi í ár, men korona spældi okkum eitt puss hesum viðvíkjandi, so í ár verða jólini hildin í Føroyum. Jólaaftan vera vit heima hjá okkum sjálvum og onkran av hinum døgunum hjá foreldrunum. Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir? - Nei, eg vænti ikki, at farsóttin fer at broyta siðvenjurnar í langa tíð framyvir. Jólini í ár vera kanska nakað øðrvísi, men man alt ikki fara at verða aftur við tað gamla næsta ár? Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? - Av tí, at vit skuldu hildið jól í Noregi, vilja børnini hava norskan jólamat jólaaftan í ár. Tí fer “pinnekjøtt” - tað er saltað og turkað lambsriv - at verða á borðinum jólaaftan saman við stoktum “spikekjøtt”, sum er saltað og turkað lambstjógv og svínamørur. Men, gásin hoyrir jólunum til, so hon kemur eisini á borðið onkran dagin um jólini. Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús? - Flestu gávurnar eru komnar í hús, men onkrar mangla enn. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Í ár koma jólini serstakliga væl við. Eftir eitt ár, har einki bleiv heilt sum ætlað, so er trygt og fjálgt at minnast til, at Jesus kom í heimin, og at eitt av nøvnum Hansara er Immanuel, sum merkir Gud við okkum. Í óvissuni við koronu - í frástøðu og í sóttarhaldi - so er Gud við okkum, sigur Dánjal av Rana. vilmund@sosialurin.fo