hósdagur 17. desember 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
20
- EITT ÁR, SUM VIT
ONGANTÍÐ GLOYMA
2020 hevur verið eitt ár við avbjóðingum,
men hetta verður eitt ár, sum vit
fara at minnast. Einki er so ringt, at
tað ikki er gott fyri okkurt, heldur
Bárður á Steig, løgmaður, sum
vónar, at vit taka tann lærdómin
við okkum, sum 2020 hevur givið
STEINAR PATURSSON
–Í
søguligum perspektivi fara vit at
minnast aftur á 2020 sum nakað
heilt serligt, og vónandi kunnu
vit minnast aftur á árið sum eitt
tíðarskeið, ið vit komu væl burturúr.
Soleiðis sigur Bárður á Steig Nielsen, løg
maður, tá vit spyrja hann um hetta serliga
árið, sum nú skjótt er komið at enda.
Árið hevur verið serligt upp á nógvar
mátar, men fyri løgmann hevur tað ikki
minst verið serligt, tí ikki hevði hann
væntað, at fyrsta heila árið sum løgmaður
fór at vera rakt av einari heimsfarsótt,
eins og heimurin sá fyri 100 árum síðani,
tá spanska sjúkan gjørdi um seg.
– Hóast tú sum løgmaður kanst vænta
tær nógv óvæntað, so má eg siga, at eg hevði
ikki væntað eina so álvarsama hending sum
eina heimsfarsótt upp á hendan mátan. Tað
hevði eg ikki væntað at uppliva í mínum
lívi, og eg vóni, at eg ikki upplivi tað aftur,
sigur løgmaður.
– Hetta árið hevur verið merkt av heilt,
heilt serligum umstøðum; á politiska leik
vøllinum, í arbeiðslívinum, í familjulívi, í
vinaskarðum, og ikki minst í samstarvinum
millum lond, sigur løgmaður, sum kortini
leggur dent á, at við koronufarsóttini hava
vit lærdóm, ið vit kunnu taka við okkum í
tíðina, sum er í væntu.
– Samstundis sum hetta árið hevur verið
merkt av avbjóðingum og øðrum, ið hevur
verið minni gott, hevur tað eisini lært okk
um, at vit kunnu væl stýra á ein øðrvísi hátt,
enn vit hava gjørt áðrenn. Og tá vit koma
burtur úr tí keðiliga, ið korona hevur havt
við sær, fara vit at síggja, at vit hava lært
nógv, ið vit kunnu taka við frameftir.
– Vit klára at arbeiða skjótari, smidligari
og smartari millum lond, og vit kunnu nýta
tær nýggju samskiftisappurnar at spara um
útlátið, soleiðis at vit fáa ein reinari og betri
heim. Hetta hevur verið eitt avbjóðandi og
læruríkt ár, og vónandi kunnu vit gera gagn
av hesum, tá vit koma burtur úr hesari støð
uni.
2021 verður øðrvísi
Tá korona breyt út, var stór óvissa um,
nær vit fóru at hava eina koppseting. Nú
er kortini líkt til, at koppsetingin kemur
fyrr heldur enn seinni, og við koppsetingini
væntar løgmaður eisini, at 2021 fer at vera
eitt øðrvísi ár enn koronuárið.
– Eg vænti, at vit ganga einum heilt
nýggjum ári á møti. Tá koppsetingin fer at
hava tað árinið, ið hon skal hava, fyri at vit
kunnu liva rímiliga vanligt aftur - tá fak
kunnleikin metir, at nóg stórur partur av
fólkinum er koppsettur - so verður tilveran
vanlig aftur.
– Eg vænti, at lívið aftaná koronu verður
eins lívligt, og tað var áðrenn, men kanska
vit fara at taka onkran lærdóm við í nýggja
árið.
Ferðamynstrini í sambandi við arbeiðs
ferðir og líknandi fara at broytast, nú vit
hava fingið sjón fyri søgn, at tað ber til at
samskifta umvegis netið, heldur løgmaður,
sum kortini metir, at vanligu ferðamynstr
ini vera tey somu.
– Tí vit hava merkt í hesari koronutíðini,
at fólk eru øgiliga svang eftir at ferðast út í
heim - og ikki minst til Føroyar.
– Vit eru eitt fjarskotið land, har frástøð
an millum fólkini eru stór. Vit selja okkum
sum eitt náttúruvakurt land, og á tann hátt
trúgvi eg, at ivaleyst verður ikki talan um
minking á ferðafólki orsakað av koronu,
kanska heldur øvugt.
Verður eitt ár at minnast
Tað hevur verið tungt at vera so avbyrgdur
so leingi, og serliga eru nógv ung, ið hava
mist minnisverdar hátíðir og annað orsakað
av koronutilmælunum.
Men ístaðin hava tey ungu fingið nakað
at minnast á í framtíðini.
– Tað er eingin ivi um, at hetta árið verður
nakað serligt hjá øllum. Eg royndi eisini fyrr
í ár at siga við tey ungu, at tað er keðiligt,
at eg skal vera tann, ið tekur húgvuveitslur
og annað frá teimum. Men tá tey einaferð
fara at minnast aftur á 2020, koma tey at
minnast árið fyri nakað heilt serligt, sigur
løgmaður.
Onkur skal kortini hava ta ábyrgdina
at seta tær avmarkingar, sum nú einaferð
mugu setast, og tann ábyrgdin liggur nú
einaferð hjá løgmanni.
– Tað ábyrgdina havi eg so tikið á meg.
Tað er sjálvandi við teimum kenslunum,
sum tað nú einaferð inniber, sigur løgmaður
og ásannar, at nógv annars høvdu glett seg
til at farið út millum vinir og kenningar um
jóltíðir.
Við koppsetingini er kortini eitt nýtt ár
fyri framman, og gongur alt eftir ætlan,
vera jólini í 2021 eins og tey altíð hava verið,
heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
– Eg vænti, at
lívið aftaná
koronu verður
eins lívligt, og
tað var áðrenn,
men kanska vit
fara at taka
onkran lærdóm
við í nýggja árið