Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 22 R7 GEVST AT SENDA Á nýggjárinum gevst útvarpsstøðin R7 at senda. Hetta er fimm ár eftir, at R7 fyrstu ferð fór í luftina. Petur Jacobsen hevur verið høvuðsmaður fyri rásina, og hann hevur áð­ ur havt Rás2, sum Miðla­ húsið keypti, og sum seinni skifti navn til FM1. R7 hevur sent ymiskar sendingar og nógvan tón­leik og hevur fyrst og fremst verið fíggjað við lýsingum. – Vit hava koyrt nú í fimm ár, og vit hava gjørt tað, sum vit kunnu. Fyri at siga tað heilt erligt, so føla vit okkum eitt sind­ ur útbrend nú, segði Pet­ ur Jacobsen við Dag og Viku týskvøldið. – Vit skuldu royna at vera eitt alternativ til tað, sum var, og skuldu vit hella nakran veg polit­ iskt, so gjørdi tað einki, um vit fóru til høgru, um onkur annar helt, at hini vóru til vinstru, segði hann. Nú er tíðin komin at gev­ast við rásini, og gamla­árs­kvøld á midnátt verð­ur rásin sløkt. HESAR BØKUR SELJA VÆL Bøkur av ymiskum slagi selja væl í jólamánaðinum Jólatíð er bókatíð. Í øllum førum eru november og desember hásesong fyri bókaútgávur, og sølan av bókum er størst upp undir jól. Tað eru bøkur av ym­- isk­um slagi, sum standa seg væl á best­selj­ara­list­ anum í ár – skald­søgur, mat­bøkur, fak­bøkur og annað. Krimibókin »Para­ noia« hjá Jógvani Isak­ sen er millum mest seldu bøkurnar, og so­leið­is er á hvørjum ári. Krimi­ bøk­urnar um Hannis Mart­insson ella Willi­am Hamm­er selja væl, og í ár eru báðar hetjurnar við í somu bók. Matbøkurnar »Heima­ bakstur og ítrív« hjá Ranvá Knudsen og »Gimb­urlombini« hjá Tjóð­hild Patursson hava havt góða undirtøku, síðani tær komu út. Tað er vanligt, at matbøkur selja væl í Føroyum. Tað er eisini vanligt, at árliga útgávan »Skak­ andi tilburðir« við stutt­ um lagnusøgum selir væl. Bókin í ár er tann fimt­anda í røðini, sum John S. Myllhamar hevur skrivað. Skaldsøgan »Ein ann­ ar er gull« hjá Sólrún Michel­sen kom út fyrst í desember mánaði, og hon hevur selt væl hesa tíðina síðani. Siðsøguliga bókin »Ketilostur, mað­ urin umborð og putur­ suk­urveðrar« hjá Jóani Paula Joensen er eisini á topp­listanum. Útgávan »5 minuttir ævintýr«, sum er barna­ bók við stuttum og kend­ um ævintýrum, hevur verið væl umtókt. Av bókum á út­ lendsk­um máli hava end­ur­minn­ingarnar hjá Barack Obama selt mest. »Et forjættet land« eitur bókin á donskum. TÁ BÓKIN ER LIÐUG ER EINGIN BÓKSTAVUR EFTIR Í HØVDINUM – Eg arbeiði bert við við einari bók í senn, og tá ið eg eri liðug við hana og havi avleverað handritið, eri eg púra tóm. Men eg veit eisini, at tá ið ein tíð er fráliðin, kemur íblásturin aftur, sigur Sólrún Michelsen, sum hevur skrivað nýggja skaldsøgu EYÐUN KLAKSTEIN S ólrún Michelsen hev­ ur latið úr hondum nýggja skaldsøgu, sum er framhald av væl umtóktari bók, ið kom út í fjør. »Ein annar er gull« er heitið á nýggju skaldsøguni, sum tekur við, har »Ein táttur er silvur« endar. – Eg ætlaði bert at skriva eina bók. Hana skrivaði eg til skald­søgukappingina hjá bók­ handl­arunum, tí eg helt, at rætta løtan var komin at skriva hana. Eg fekk nógvar positivar aftur­ meld­ingar, og nógv vóru fegin um, at eg skrivaði um gomlu tíðina úr einum kvinnusjónarhorni. Oftast hava tað verið menn, sum hava skrivað um menn –  um hetjur á sjógvi og landi – og tað er í lagi. Eg Jógvan Isaksen eigur aftur ein bestseljara í ár