Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 23 haldi tó, at kvinnurnar eru eisini hetjur á sín hátt, og tær hava eina áhugaverda søgu at siga, sigur Sólrún Michelsen. – Summi søgdu við meg, at eg kundi ikki bara skriva eina bók og lata hana enda soleiðis, sum eg gjørdi. Tey vóru áhugað at lesa meira um fólkini og vita, hvat síð­ an hendi. Fyrra bókin endar við, at slupp­ in, sum maður var við, varð skotin á Føroya banka. Men – og søguliga satt – koma allir menninir, sum vóru við sluppunum, skotnar vórðu á bankanum henda dagin, aft­ur í øllum góðum. Maðurin kem­ur heim til familjuna, sum fer und­ir gerandisdagin aftur, men hann hevur fingið sálarligt mein av til­burðinum. Tilveran, ið var strígg­in frammanundan, verður nú upp­aftur strævnari. Fyrra heimskríggj endar, og Sól­rún viðger nakrar lagnur, beint sum spanska sjúka og tuberkla­ sjúk­an taka seg upp. Tann eini tátt­ ur­in er hjúnalag, sum er grundað á tryggleika heldur enn kærleika, og hvussu hesin kærleikin losnar í bond­unum, tá ið sannur kærleiki við sonnum erotikki trokar seg á. Ring samvitska um at bróta heil­ ag­ar reglur. Kanst tú vera heil kvinna, kona og mamma, um tú verð­ur ásttikin í einum manni, með­an tann, tú ert gift við, liggur sjúk­ur? Søguligar skaldsøgur Sólrún Michelsen brúkar søguligar hendingar og onkrar veruligar per­sónir í skaldsøgunum. – Byrjanin til hesar bøkur bygg­ ir á veruligar hendingar. Omma mín misti mammu sína, tá ið hon var 9 ára gomul, og seinni fekk hon eitt leysingabarn. Søgan hjá henni og systrunum gjørdi stórt inn­ trykk á meg, og tað var út­gangs­ støðið fyri at skriva hesa søgu, sig­ur Sólrún Michelsen. – Eg havi eisini gjørt eitt ávíst kanningararbeiði av tíðini tá. Summ­ir persónar í bókunum eru veru­ligir, og onkrar søguligar hend­ingar verða brúktar sum grund­arlag, men eg havi funnið upp á tankar, hendingar, sam­røð­ ur og annað, sum ikki er veru­ligt, og tí eru bøkurnar fyrst og fremst skald­søgur, sum greiða frá um­ støð­unum hjá fólkum fyri um­leið hundrað árum síðani. Grund­ar­ lagið er veruligt, men tað, sum fólk­ini siga, hugsa og gera er mítt hug­flog, sigur hon. – Eg hugsi ikki um málbólk, tá ið eg skrivi. Eg hugsi um søguna, sum eg skal siga. Eg kann ikki skriva til alla verðina, men eg rokni við, at onk­ur vil lesa mína bók. Settist við telduna Hóast ætlanin bert var at skriva einu bókina, gjørdu serligar um­ støður, at Sólrún Michelsen fór at skriva framhald. – Í mars kom korona, og tá fingu vit øll ein hvøkk, tí vit kendu so lítið til sjúkuna, sum tóktist vera vandamikil. Vit eru eldri fólk, og vit vóru nógv einsamøll. Eingin kom at vitja, og vit vildu ikki fara ov nógv út millum fólk, so tað var bara eitt at gera, og tað var at seta seg við telduna at skriva, sigur Sólrún Michelsen. – Fyrra bókin endaði við, at slupp­ir vóru álopnar av kavbáti á Før­oyabanka. Allir menninir bjarg­aðu sær í land og yvirlivdu. Tí hugs­aði eg, at eg hevði eina byrjan til nýggju bókina, og so byrjaði eg bara at skriva. Okkurt skuldi eg finna uppá. Skrivingin fangaði, og tá ið tríggir, fýra mánaðir vóru farn­ir, hevði eg skrivað bókina. – Eg havi djúpastu virðing fyri okk­ara forfedrum og tí, tey hava upp­nátt her á oyggjunum við tí lítla, tey høvdu. Vit liva í yvirflóð og gremja okkum um smáting og klára ikki at taka okkum til fulnar av teimum eldru, sigur Sólrún Mich­el­sen. Hon hevur síðani níti ár­ini skrivað bøkur og søgur av ym­isk­ um slagi – alt frá barna­bók­um og stutt­søgum til yrkingar og skald­ søg­ur. – Eg havi eitt loftskamar, sum eg brúki til at skriva. Har kann alt tilfarið liggja ,uttan at nakar nertur tað, og eg kann fara frá tí og koma aftur til tað. Eitt skifti skriv­aði eg mest um morgunin, men eftir at eg varð pensjónerað, havi eg skrivað ymiskar tíðir – eg skal bara hava frið at skriva. – Eg arbeiði bert við við einari bók í senn, og tá ið eg eri liðug við hana og havi avleverað handritið, eri eg púra tóm. Tá er eingin bók­ stav­ur eftir í høvdinum. Men eg veit eisini, at tá ið ein tíð er frá­ lið­in, kemur íblásturin aftur, og so­leiðis verður tað helst eisini hesa­ferð, sigur Sólrún Michelsen. – Eg havi djúpastu virðing fyri okkara forfedrum og tí, tey hava uppnátt her á oyggjunum við tí lítla, tey høvdu. Vit liva í yvirflóð og gremja okkum um smáting og klára ikki at taka okkum til fulnar av teimum eldru, sigur Sólrún Michelsen, rithøvundur Mynd: Álvur Haraldsen