Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen T að verður uttan iva nógv gjørt burtur úr 100 ára føðingar­degn­ um hjá Ingálvi við øllum hansara listarligum avrikum. Men í hesi grein skal gevast ein lýsing av hansara lívi, sum onnur ikki fyrr hava verið vitandi um. Tað kann vera merkiligt, sum skriving um ein persón kann føra til meira enn tað. Í 2002 hevði FF-blaðið frásøgn frá Sigmundi í Dali um, tá ið hann var við í donsku mótstøðurørsluni móti týsku her­ setingini í 1940-45. Hetta var í sær sjálvum ein áhugaverd lýsing av føroyingi, sum vildi gera sítt fyri at stríðast móti óndskapin hjá nasismuni. Bróðursonur Sigmunds, Snæbjørn í Dali, kom við hugskotinum at tosa við Sigmund. Um hetta leitið kom Snæbjørn tilvildarliga í prát við Ingálv. Teir koma at tosa um hetta mál, og tað vísti seg, at Ingálvur lá inni við tilfari um júst mótstøðubólkin, kallaður “1944”, har Sigmund var ein partur. Sjálvur kenni eg Ingálv sera væl. Eg fór tí eisini at práta við Ingálv um hetta. Nú vísti tað seg, at Ingálvur hevði verið vinmaður við leiðaran í nevnda bólkinum, Ib Mogens Bech Christensen. Hann hevði tá framvegis regluligt samband við konu hansara Helle. Afturat hesum hevði Ing­ álvur tilfar frá hesum mótstøðubólki. Forsøgan er tann, at Ingálvur í 1938 fór til Danmarkar, har hann skuldi fara at lesa á Bizzie Høyer Tekniske Skole í Keyp­ mannahavn. Her kom hann at kenna Ib, og teir gerast beinanvegin serliga væl. Teir høvdu báðir eisini tað til felags, at teir vóru byrjandi listamenn. Tað gingu bara einir 10 dagar, so verður Ingálvur boðin heim til teirra á vitjan. Men tá ið Danmark tann 9. apríl 1940 verður hersett av Hitler, vendi hetta upp og niður uppá mangt. Tað gekk rættiliga long tíð, áðrenn nøkur rættilig mótstøða móti týskarum tók seg upp í Danmark. Men Ib var ein av teimum fyrstu, sum gjørdi vart við seg. Hann gavst at lesa fyri at stríðast móti hesum óndskapi, sum hann sá beinanvegin. Í 1941 kom hann 3 mánaðir í geglið fyri at hava málað antinasistisk slagorð á ein húsavegg. Hann varð enntá dømdur av donsku rættarskipanini, sum tá royndi at laga seg til týsku valdsharrarnar. Ingálvur var ikki nóg harðbalin til mótstøðu móti týskarum Hóast teir ikki lósu saman longur, fylgdi Ingálvur væl við í tí, sum vinurin tók sær fyri. Í byrjanini var hann eisini við á onkrum fundi hjá mótstøðufólki. Ing­álvur spurdi eina ferð, um hann ikki kundi vera teimum til hjálpar. Men Ib bað hann lata vera, tín hetta var hann ikki nóg harð­kók­ að­ur til! Men hetta vísir, at Ingálvur hevði eina greiða støðu í eini tíð, tá so nógv lótu seg taka av fótum. Ingálvur greiddi frá, at Ib ongantíð duldi fyri, at hann vildi, um tað var neyðugt, ofra lívið í stríðnum ímóti nasismuni og tí, sum hon stóð fyri. Ingálvur og Ib hittust eisini undir krígn­ um, hóast umstøðurnar til tess ikki vóru tær bestu. Ingálvur minnist eitt “karneval”, har Ib skuldi koma, men hann møtti ikki upp orsakað av sínum mótstøðuarbeiði. Ingálvur kendi eisini Erik Nymann, sum var góður vinur hjá Helle, sum var gent­an hjá Ib. Hann var ein av teimum 11 monn­ unum, sum týskarar avrættaðu 9. august 1944. Hann var eisini listarmaður. Ib varð skotin av týskarum beint áðrenn kríggið endaði og bert fáar dagar eftir, at hann var giftur. Ingálvur og konan hjá Ib, Helle, gjørdust síðan vinir fyri lívið. Hann hevði eisini samband við foreldrini hjá Ib, so leingi tey livdu. Hetta er so enn eitt dømi um trúfestið hjá Ingálvi. Tískil fekk søgan hjá Sigmundi eitt virðismikið ískoyti við hesi lýsing. Ingálvur átti ymiskt tilfar, sum lá eftir Ib, m.a. eitt greinasavn, sum lýsir tankagongdina hjá manni, ið tilvitað setir sítt unga lív upp á spæl í bardaganum móti tí ónda. Helle, konan, var eisini ein av teimum fáu kvinnunum sum var virkin í mót­støð­ uni móti týskarum. Hon fekk eina dóttir, Lone, stutt eftir at tey giftust. Ingálvur hevði alla sína tíð samband við Helle og Finn Monier, maðurin, hon giftist aftur við. Tey bæði Ingálvur og Elsa vitjaðu tey javn­an. Tey skrivaðu eisini saman. So her hevur verið talan um ein rættiligan vin­ skap. Ingálvur hevði eisini samband við foreldrini hjá Ib, Ernst og Emma Christ­ en­sen, sum doyðu í 70-árunum. Tey áttu tveir dreingir. Annar doyði av sjúku áðrenn Ib doyði. Tey søgdu altíð: ”Vores liv sluttede i 1945”. Annars var pápin at byrja við einki við uppá virksemið hjá soninum. Men sum frá leið, stuðlaði hann honum fult og heilt. Sjálvur fekk eg frá Ingálvi eitt serligt minni, sum hann hevði um Ib. Hetta var eitt savn av greinum, sum hann hevði skrivað. Minningarorð um Ib Fyri at lýsa vinmannin hjá Ingálvi skal verða endurgivin partur av minningarorðum, sum vóru skrivað um hann. Her verður hann nevndur Knud, sum var hansara dulnevni í mótstøðurørsluni: Et af de mest fremtrædende træk hos ham var et dybtfølt had til enhver form for uret, overgreb og undertrykkelse. Han var ivrig fredsven. Tysklands besættelse af Dan­mark betød et afgørende vendepunkt i hans udvikling. Hans første våben blev det for kunstneren naturlige, penslen, hvilk­et endte med, at han og en kammerat i nov­ Í dag, 18. desember, eru 100 ár síðani Ingálvur av Reyni varð føddur. Her skal gevast eitt ókent íkast til hansara søgu. SIÐSØGA Ingálvur av Reyni: VINMAÐURIN GAV SÍTT LÍV FYRI FRÆLSIÐ Mynd frá 1941 av fólki í listarliga umhvørvinum í Keypmannahavn. Vinstrumegin frá eru tey: Ib, serligi vinurin hjá Ingálvi, Jens Urup, kendur kirkjumálari, Ruth Benzien, systirin var tannlækni í Føroyum undir krígnum, Erik Graeser, myndahøggari, Paul Becket, listamaður, Ingálvur og Lisbeth Andersen.