Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 25 Komandi partur Vegna høgtíðina kemur Siðsøgan aftur 8. januar. Ynskt verður øllum lesarum eini gleðilig jól og gott komandi ár við tøkk fyri stuðul til hesa skriving. ember 1941 blev taget på fersk gerning og fik tre måneders hæfte i Vestre Fængsel. Han var med ved starten af de il­legale ruter til Sverige og deltog i våben­trans­port­er og sabotagehandlinger. Han var ude af stand til at gå på akkord med sin over­bevisning, lod sig ikke indfange af parti­politik, og nægtede at modtage enhver form for understøttelse, der medførte moralske forpligtelser. Heraf fulgte for ham nød­ vendigheden af at starte sit eget blad, „1944“ , hvis første nummer udkom 1.1.1944. Starten af bladet foregik med Ib Mog­ens Bech Christensens senere hustru som eneste medhjælper. Denne gruppe, „1944“, havde et snæv­ert samarbejde med Dansk- Svensk Flygtn­ingetjeneste og benyttede som udskibn­ings­ plads lossepladsen i Kastrup lige over for fort­et, der havde tysk besætning. „1944“erne sørgede for flygtningenes logi, tilbringning og væbnet beskyttelse. Med Dansk- Svensk Flygtningetjenestes små lydløse både hentedes og bragtes hundred­vis af passagerer, store mængder post, pressestof og illegale bøger og blade ad denne vej. Det var „Knud“s plan, at grupp­ en skulle med­virke ved ud­rensn­ ing efter krigen ved hjælp af stof, som gruppen systematisk erobr­ede fra tyskerne. Der genn­ em­førtes så­ledes flere kup mod tyske arkiver. Tre gange erobrede man postsække til Dagm­ar­hus (høvuðsstøðin hjá týskarum). Den 17.4.1945 gennemførte gruppen en usæd­vanlig dristig aktion mod det tyske handels­kammer på Nørrevold. I 3,5 time udtog elleve frihedskæmpere systematisk al korrespondance, alle kartoteker og lign­ende. Materialet gav en meget stor indsigt i det tyske handelskammers samarbejde med danske firmaer. Gruppen deltog endvidere i angrebet på Frimurerlogen. Lat lív í bardaganum fyri frælsi Tann 23.4.1945 varð Ib Mogens Bech Christ­ensen dripin av týskarum í einum skot­bardaga. Tað kostaði honum lívið, at hann royndi at bjarga sínum feløgum, sum eisini sluppu undan. Ingálvur var serligur Eins og so mong onnur, metti eg Ingálv sum ein vin. Hetta var ein vinskapur, sum gekk gjøgnum fleiri ættarlið, sum komu úr sama andaliga umhvørvi. Ingálvur var kendur fyri sítt framúr positiva lyndi. Fekk einaferð frá honum eitt fitt dømi um hansara umsorgan fyri øðr­um á tí listarliga økinum. Hann gav mær eina skrá fyri ólavsøkuframsýningini í 1956. Her vórðu m.a. sýndar fram tekningar hjá abba mínum, Napoleon Joensen, skó­mak­aranum, og mammubeiggja mínum Niels Juel, seinni Háberg, sum var kendur prentari. Tað er heilt vist, at teir høvdu ikki sjálvir bjóðað seg fram. Tí er neyvan ivi um, at tað er Ingálvur sjálvur, sum hevur viljað havt sínar smædnu vinir eitt sindur fram í ljósið, so teirra evnir ikki skuldu verða goymd burtur. Á hesi framsýning vóru 28 luttakarar. Nógvir eru framvegis kendir og aðrir ókendir. Sjálvur luttók Ingálvur við 11 verkum og var millum tey, sum høvdu flest verk á framsýningini. Mikines var als ikki nasistur Vit høvdu nógvar góðar sam­ røður, eisini um tíðina og lívið í Danmark undir krígn­um. Hann kom eisini inn á tað, sum onk­ un­tíð hevur verið frammi um, at Sámal J. Mikines skuldi vera limur í danska nasista­flokkinum. Men Ingálvur segði heilt av­gjørt, at Mikines var als ikki nasistur. Hann var í eini veitslu ótilvitaður komin at tekna seg sum lim. Men tá ið hann kom fyri seg aftur, tók hann beinanvegin stig til at strika seg av limalistanum. Men her var opinbart lættari at kom inn enn at sleppa út. Tí kom hann at standa í tí lima­karto­tek­ inum, sum seinni eftir kríggið varð almanna­kunngjørt, og sum hann fekk nógv fortreð av. Sum tað edla menniskja, Ingálvur var, var tað í hansara anda, at hetta skuldi koma fram. Var vinur við Miu, sum passaði mammuna upp Tá Ingálvur varð føddur fyri 100 árum síð­ani kom ein ung genta úr Syðrugøtu at passa mammuna, Kristinu, upp. Hetta var Mia, sum seinni hevði telefonstøðina í Gøtu í mong ár. Hon var ein megnarkvinna og bleiv 100 ára gomul eins og mamma hennara, Jóhanna. Her gjørdist ein lívlangt vina­ lag, og Ingálvur og Mia plagdu at skriva saman, tá ið nakað var á vási. Mia fekk eisini heilsan og bræv frá Ingálvi, tá ið hon fylti 100 ár. Ingálvur greiddi frá, at mamman hansara altíð tók til, hvussu ófør Mia var. Her skal verða nevnt enn eitt dømi um tað trúfesti, sum merkti tey av Reyni. Sonur Miu, Tórur, var útróðrarmaður. Eina ferð kom hann til Fiskasentralin í Havn at taka ís til kalva, sum hann skuldi senda av landinum. Her var Jens Pauli, beiggi Ingálv, stjóri. Tá Jens Pauli kom eftir, hvør Tórur var, var einki óført. Jens Pauli orðnaði alt fyri hann, og Tórur fekk ísin fyri einki! Kundi eisini vera speiskur Ingálvur dugdi eisini væl at taka til. Einaferð fyri mongum árum síðani var eg til ein framsýning, har Ingálvur hevði eina abstrakta mynd, sum kallaðist "Kvinna". Segði við, at mær dámdi væl, men skilti ikki "kvinnuna" hjá honum. "Legg einki í tað. Eg havi verið giftur í 35 ár, og eg skilji tær heldur ikki!" Konan var Elsa, ættað úr Porkeri. Knút og Ingálvur fylgdust í lívi og deyða Knút Háberg var yngsti sonur Mallu og Pola skómakaran. Hann varð føddur 7. november 1920, sum Ingálvur var føddur 18. desember. Knút doyði tann 19. november 2005, sum Ingálvur doyði 26. nov­ ember. Tískil vóru bara fáir dagar ímillum, at teir bæði vóru føddur og doyðu. Teir lógu báðir í senn á Landssjúkrahúsinum teirra sein­ astu dagar, so eg kundi vitja teir báðar í senn. Teir báðir høvdu nógv saman, ikki minst við sangi í Ebenezer. Knút var virkin sum leiðari í sang­ kórinum. Og meðan Ingálvur var millum bestu mannligu sangarar í landinum, so var Sunneva ein av teimum bestu kvinnuligu. Tá ið tey bæði sungu saman, ja, tað var ógloymandi. Teirra felags sangur er tíbetur varðveittur á fløgu. Nú tað eisini eru 100 ár síðani, at Knút varð føddur, skal sigast eitt sindur um hann. Hann skuldi fara til skips við Ananu í 1936. Men hann bleiv sjúkur og mátti setast aftur. Tá var tað, at Sverri Rasmussen á Argj­um slapp við fyri Knút, og tað mundi leggja lívsleiðina hjá báð­um. Knút gjørdist í mong ár ímynd­in av Føroya Sparikassa. Her kom hann í starv í 1946. Í 1955 bleiv hann bókhaldari, í 1968 bleiv hann undirstjóri, bleiv stjóri í 1979 sam­an við Johan K. Joensen og for­stjóri í 1985. Hann fór frá sum stjóri i 1989. Hann átti ein stóran part av heiðrinum fyri teirri menning, sum hendi í sparikassanum øll hesi árini. Hann tók minst møguligan vága. Hann dugdi so væl at grund­ geva fyri sýting av láni, at tað var sagt, at umsøkjararnir takkaðu hon­um fyri, at hann ikki vildi veita teimum lán! Tað var eisini tiltikið hvussu nógv hann var virdur av starvs­ fólk­unum. Knút og Sunneva fingu Onnu, sum doyði ung. Hennara børn eru Knút og Sunneva. Teir báðir Ingálvur og Knút eru sanniliga verdir at minnast, nú tað eru 100 ár síðan, at teir vóru føddir. Ib gav 25 ára gamal sítt lív í bardaga móti nasismuni. Helle, einkjan eftir Ib, saman við seinna manninum, Finn. Knút og Sunneva høvdu nógv samstarv við Ingálv