hósdagur 17. desember 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
26
Spildurnýggja bókin
um flogvanlukkuna í
Mykinesi hevur heitið
“Martrøð í Mykinesi
– Íslendska flugs
lysið í Færeyjum 1970.”
Grækaris Djurhuus
Magnussen og íslendski
journalisturin, umset
arin og rithøvundurin,
Magnus Tór Hafsteins
son, hava skrivað bókina
Flogvanlukkan undir Knúki í
Mykinesi, sum hendi um 11-tíð
ina hin 26. september í 1970,
kravdi átta mannalív. Teirra mill
um, sum doyðu, var íslendski
flogskiparin, Bjarni Jensson.
Fimm aðrir íslendingar vóru við,
teirra millum flogternurnar báð
ar, Rafnhildur Ólafsdóttir og Val
gerður Jónsdóttir. Haraftrat var
flogfarið rikið úr Íslandi.
Bókin byggir partvís, og bara
partvís, á bókina, SOS-Knúkur,
sum Grækaris Djurhuus Magn
ussen gav út í 2000.
Høvundarnir hittust
í Reykjavík
Høvundarnir báðir, Grækaris
Djurhuus Magnussen og Magn
us Tór Hafsteinsson, hittust eitt
sindur av tilvild í Íslandi fyri
hálvumøðrum ári síðani. Magn
us Tór Hafsteinsson átti bókina,
SOS-Knúkur, og var áhugaður at
fáa hana umsetta til íslendskt.
Hann fekk skjótt bókaforlagið,
Ugla, at taka sær av útgávuni.
Forlagið var samt við Magnus
Tór Hafsteinsson um, at hetta
var ein søga, sum átti at sigast ís
lendingum.
Sum arbeiðið leið, funnu høv
undarnir báðir nýtt og meira
tilfar fram, bæði skrivligar keld
ur og myndir. Fleiri samrøður
vórðu gjørdar aftrat, bæði við ís
lendingarnar, sum vóru við flog
farinum, og við føroyingar, sum
onkursvegna høvdu við van
lukkuna at gera. Hetta tilfarið
gjørdist so rúgvismikið, at høv
undarnir samdust um at skriva
eina nýggja bók, sum altso part
vís byggir á SOS-Knúk.
Nýggja bókin er 416 blaðsíður.
Til samanberingar kann nevnast,
at SOS-Knúkur var 170 blaðsíður.
Bókin kemur ætlandi út á før
oyskum á heysti í 2021.
Her hava vit eitt brot úr
nýggju bókini. Hetta er ein sam
røða við stýrimannin vanlukku
túrin, Páll Stefansson.
(21. partur í bókini)
Páll Stefánsson, flogskipari:
Kom skjótt fyri seg aftur
Páll Stefánsson varð borin í
heim í Keypmannahavn hin 26.
juni 1942, men flutti sum smá
drongur til Íslands. Her gekk
hann í barnaskúla, og her tók
hann studentsprógv á Mennta
skólanum í Reykjavík. Eftir tað
fór hann á slóðina hjá pápa sín
um, og fór til Týsklands at læra
til tannlækna. Men her kom
hann at kenna til flúgving, og tá
vendist ikki aftur.
“Á fyrstu frítíð míni frá tanna
læknalestrinum, bjóðaði ein vin
ur mín í Íslandi, Ásgeir Torfason,
mær ein flogtúr við einum lítl
um privatflogfari. Hann lærdi tá
til vinnuflogskipara. Tá fekk eg
tað hugskotið, at kanska átti et
at sæla um úr tannlæknayrki
num og fari á flogskúla, sum eg
altso geri nú,” sigur Páll Stefáns
son.
Seinni varð hann settur í
starv sum flogskipari hjá Flug
félag Íslands og fór sín fyrsta
flogtúr sum vinnuflogskipari á
einum DC-3-flogfari hin 8. juni í
1966. Hesin flúgvarin er fram
vegis til, og eitur Páll Sveinsson,
og er á Flogsavni Íslands á Akur
eyri.
“Eg fekk rættin at flúgva
Fokker-Friendship-flogfarið í
1967, og tey flogførini vóru nógv
nýtt í flúgvingini millum Ísland,
Føroyar, Danmark og Noreg. Tá
flogvanlukkan hendi í Mykinesi
heystið 1970, var eg á mínum 28.
flogtúri á føroyaleiðini, og hetta
var 62. ferð eg royndi at lenda í
Vágum, tá vit í staðin bráttlendu
í Mykinesi.”
Kom ótrúliga
skjótt fyri seg
Tá ið Páll Stefánsson í juli 2020 -
út við hálvthundrað ár seinni -
minnist aftur á flogvanlukkuna,
siguar hann tað vera ræðuligt at
enda í slíkari vanlukku.
“Men eftir at eg kom út úr
vrakinum, var eg ovurfeðin fyri
at vera á lívi. Eg fekk ymiskar
løstir í høvdið, eg fekk stóran
skurð í pannuna og omanfyri
høgra eygað, kjálkabeinið brotn
aði, og fleiri tenn brotnaðu eisini.
Løstirnir í høveinum, kjálka
beininum og munninum prógv
aðu, at flogfarið hevði fingið
tveir ógvusligar stoytir í døtti
num. Tveir ryggjageislar niðar
laga í rygginum vóru eisini
meinslaðir, og bróskið ímillum
teir var løsta. Eg fekk eisini
skaða í armar og bein.”
Páll kom merkiliga skjótt fyri
seg aftur, og hann fór umborð á
fyrsta Fokker-flúgvaran longu
sjey vikur eftir vanlukkuna.
“Læknar og sálarfrøðingar
kannaðu meg gjølla, og eg fekk
grønt ljós at flúgva aftur. Á hes
um døgum vóru eingir flog
hermarar (floglíknarar ella sim
ulatorar), sum í dag. Í staðin
fleyg eg venjingarflúgving sam
an við einum flogskipara í tríggj
ar dagar í innanríkisflúgving í
Íslandi til týdningarmestu flog
havnirnar í døgunum 14. – 16.
februar í 1971.”
Fleyg aftur til Føroya
Hetta gekk alt upp á stás, og so
upprann dagurin, at Páll Ste
fánsson aftur skuldi flúgva til
Føroya. Hann trýsti sjálvur fyri
at sleppa eina slíka ferð.
“Hin 17. februar hetta sama ár
ið, fimm mánaðir eftir flogvan
lukkuna í Mykinesi, fór eg so
fyrsta túrin við Føroyaflúgvara
num sum hjálparflogskipari. Eg
hevði gjørt greitt, at eg vildi
sleppa at flúgva hesa leiðina aft
ur, bæði fyri at prógva fyri mær
Flogvanlukkan í Mykinesi