hósdagur 17. desember 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
27
sjálvum og øðrum, at eg saktans
kundi flúgva hesa leiðini – og
eisini aðrastaðni so skjótt eftir
vanlukkuna. Eg havi ongantíð
verið ræddur umborð á flogfari,
men kenslan at flúgva aftur til
Føroya var løgin og trupul at
siga frá. Vit flugu við TF-FIK, og
við mær sum manning var
Sigurður Haukdal, flogskipari,
og
flogternurnar,
Margrét
Pálsdóttir og Ólöf Jónsdóttir.
Haraftrat var Kjartan Norðdal,
flogskipari, við okkum tilreiðar
at taka yvir, um eg onkursvegna
noyddist at lúta á hesum
flogtúrinum.”
Páll var bilsin, tá fasta skuldi
avstað.
“Beint áðrenn vit fóru avstað
úr Reykjavík vendir Sigurður,
flogskiparin, sær ímóti mær:”
“Tú flýgur, ger so væl Páll.”
“Tá vit nærkaðust Mykinesi
og flogvøllinum í Vágum, segði
Sigurður við meg, at hevði eg
hug, so kundi eg flúgva lágt uppi
yvir vanlukkustaðið. Tað gjørdi
eg, hóast eg fleiri ferðir hevði
sæð tað á myndum. Vrakið, sum
framvegis lá har, sást ógvuliga
væl, hvítt omaná jørðini.”
Motorbrek á farleiðini
millum Bergen og Vágar
Eftir stuttan steðg á flogføllinum
í Vágum varð flogið til Bergens
og síðan til Keypmannahavnar.
Morgunin eftir varð so flogið
Keypmannahavn-Bergen-Vágar-
Keypmannahavn. Eftir hesa
rundferðina valdi Kjartan Norð
dal at fara heim aftur til Ísland,
tí Páll megnaði uppgávuna við
ein glans. Men arbeiðið hjá hin
um fýra av manningini var fram
vegis ikki liðugt hesa rundferð
ina.
“Hin 20. februar skuldu vit so
triðu rundferðina millum hesi
somu støðini, men orsakað av
mjørka noyddust vit at lenda í
Aalborg, og haðani flugu við
morgunin eftir til Keypmanna
havnar. Hin 22. februar byrjaði
fjórða rundferðin, sum skuldi
enda í Keypmannahavn. Men á
veg úr Bergen til Vágar fingu vit
trupulleikar við stýriborðsmot
ori. Tá vit vóru lend í Vágum,
noyddust vit at senda boð til
Flugfélag Íslands eftir mekanik
arum. Teir komu morgunin eftir,
og umvældu brekið. Hin 24. febr
uar var TF-FIK aftur tilreiðar at
fara á flog, og Ingimar Svein
bjørnsson loysti Sigurð av sum
flogskipari.
Hesaferð
var
ringurin Vágar-Bergen-Vágar-
Keypmannahavn. Og haðani fór
vit heim til Íslands - sum
ferðafólk.”
Stutt eftir hetta gekk sátt
málin millum Flugfélag Íslands
og SAS um hesa flogrutuna.
“Tað var ikki orsakað av flog
vanlukkuni, men tí at avtalan
gekk út,” sigur Páll. Og hann
leggur aftrat:
“Eftir hetta flugu vit ikki so
ofta til Føroya. Men eg var kort
ini nakrar túrar í Føroyum sum
stýrimaður og seinni í minsta
lagi ellivu ferðir sum flogskipari,
bæði við gamla Fokker F-27 og
við teimum nýggju F-50. Nýggju
flogførini líktist nógv teimum
eldru, men hesi nýggjari vóru
nógv øðrvísi. Tey kraftaðu nógv
meira og vóru á allar betri flog
før.”
Sjálv vanlukkan í Mykinesi
Meðan vit soleiðis hava sitið og
tosa um, hvussu Páll kom fyri
seg aftur eftir vanlukkuna, vend
ir hann frásøgnini móti sjálvari
vanlukkuni.
“Bjarni Jensson og eg flugu
frá Reykjavík til Patreksfjarðar
og aftur til Reykjavíkar sama
dag, sum vit fóru við Føroyaflog
farinum. Um morgunin vóru
veðurvánirar ov vánaligar, og
tað vantaðu flogskiparar at
flúgva til Patreksfjarðar. Tá vit
komu aftur til Reykjavíkar, var
veðrið so mikið batnað, at vit
løgdu leiðina til Føroya. Nú vóru
líkindini at flúgva góð. Tá vit
komu til Føroya, var tað kortini
ikki lendandi í Vágum, so vit
flugu yvir Nólsoynni í einar 30
ella 40 minuttir í vónini um, at
líkindini fóru at batna. Men
seinni gjørt Bjarni av at flúgva
til Bergen. Vit lendu á Flesland-
flogvøllinum í Bergen, og mann
ingin tók ein hýruvogn til eitt
hotell í miðbýnum, væl vitandi
um, at vit kanska noyddust heilt
tíðliga upp morgunin eftir, um
veðurlíkindini batnaðu. Bjarni
var flogskipari, og hann kannaði
veðrið ta náttina. At enda metti
hann, at veðrið var batnað so
mikið nógv, at tað var ráðiligt at
gera eina roynd at flúgva til Før
oya. Vit fóru klokkan 6 um morg
unin.”
Minnist onki frá tí,
flogfarið lætti í Bergen
“Eg minnist einki frá sjálvari
flogferðini úr Bergen til Føroyar
hendan morgunin. Hinvegin
minnist eg, tá vit vóru í hýru
vogninum á veg av hotellinum
og út á Flesland-flogvøllin. Vit
hittu ein veðurfrøðing á flogvøll
inum, fingu okkum morgunmat,
og fóru síðan út í flogfarið.”
Hetta er tað seinasta, Páll
minnist.
“Læknar hava sagt mær, at
tað er púra vanligt og væl skilligt,
at eg onki minnist seinastu tím
arnar áðrenn vanlukkuna orsak
að av skaðanum, eg fekk í høvdið
í stoytinum. Eg minnist heldur
ikki sjálvan stoytin. Tað fyrsta,
sum eg minnist, var tá eg varð
loystur úr setrinum frammi í
stýrhúsinum, og kendi hesa
ovurhonds gleðina av at vera á
lívi. Eg minnist eisini, tá eg varn
aðist brotnaða flúgvaran. Eg
hugdi aftur eftir, og sá eitthvørt,
sum eg ongantíð hevði sæð fyrr,
tað varð velið, sum var brotnað
av flogfarinum, og lá har í haga
num fyri seg. Eg minnist eisini,
tá vit gingu oman í bygdina í
Mykinesi – Valgerður (flogtern
an) og ein eldri mykinesmaður.
Eftir tað minnist eg alt væl.
Radarin tók feil av
radiosignalinum í Mykinesi
Páll Stefansson dylir ikki fyri, at
umstøðurnar kring vanlukkuna
harma hann almikið.
“Vit royndu at lenda í Føroy
um í undir ógvuliga ringum veð
urlíkindum,” sigur hann.
Tað varð leingi hildið loynilig,
hvør orsøkin var til, at TF-FIL
rakti Knúk. Tað var púra greitt,
at kósin var skeiv, og at flogið
varð ov lágt.
“Eg tosaði tvær ella tríggjar
ferðir við umboð fyri danska
Loftferðslustýrið, sum kannaði
vanlukkuna. Vit tosaðu um or
søkina til vanlukkuna. Tvey ella
trý ár eftir hendingina í Mykinesi
bað ein av yvirmonnunum hjá
komin út í bók í Íslandi
Bjargingarfólk upp við vanlukku
flogfari undir Knúki í Mykinesi
Páll Stefansson, stýrimaður, minnist einki frá sjálvari hendingini
MYND: INGIBJØRG JACOBSEN