Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 28 Flug­leiðum meg koma á fund við seg. Hann segði mær, at hann hevði fingið eina frágreiðing frá Fokk­er-verksmiðjuni, sum vísti, at veð­ur­radarin á flogfarinum, sum var av sonevnda “RCA-slag­ num”, hundi hava tikið feil av signalumum, sum vit fingu frá MY-radiovitanum í Mykinesi, sum varð róptur “Mike Yankee” í talumáli. Vit skuldu flúgva eftir skelt­um frá honum til inn­flúgv­ ina á flogvøllin í Vágum.” Og Páll heldur fram: “Bjarni (Jenson, flogskipari) hevði hendan radaran tendraðan und­ir innflúgvingini, og tað veit eg, tí hann hevði altíð hendan rad­ar­an tendraðan undir flúgv­ ing. Hesin flogmekanikarin hjá Flug­leið­um segði mær so frá einari hending í Frakland, har tað var komið fram, at veð­ur­ radarin kunnu ørkymla signal frá einum radiovita.” Hildu seg hava lagt Mykines afturum Páll greiðir frá, at Bjarni og hann uttan iva út frá nav­i­ga­sjóns­út­ gerð­ini hava hildið TF-FIL longu var farið framvið radiovitanum í Mykinesi, og sostatt hevði lagt Myk­i­nes aftur um bak. “So hava vit gjørt tilreiðar at lenda, og hava sett ferðina á flog­ far­inu niður. Donsku kann­ing­ar­ leið­ar­arni lótu meg hoyra ljóð­ upp­tøk­urnar av samskifti okk­ara við flogvøllin í Føroyum beint áðrenn vanlukkuna. Tað var Bjarni, sum hevði samskifti við flog­vøllin, uttan ta einu ferð­ ina, tá eg kendi mína rødd aftur á upp­tøkuni. Eg segði klokkan 10:55 – og hetta stendur eisini at lesa í frágreiðingini hjá donsku mynd­ug­leikunum um van­lukk­ una: “Vit koma nú yvir Mike Yan­ kee inngangandi lækkandi.” Síðan lækkaðu teir flogfarið, men ov tíðliga. Og tí hendi tað, sum hendi. Long og væl eydnað yrkisleið Páll Stefánsson helt fram at flúgva Fokker-flogfør og Tristar, til hann hevði flogið við hesum flog­førum – bæði innanríkis og til mill­um annað Føroya, í tíggju ár. “Tá fór eg at útbúgva meg at flúgva við Boing 727-jett­flog­før­u­ num. Eg fleyg sum stýrimaður við teimum í níggju ár. Eftir tað fekk eg í boði at flúgva sum flog­ skip­ari á Fokker-flogførum í inn­ an­rík­is­flúgving, men eg valdi í stað­in at útbúgva meg at flúgva DC-8-flogfarið, sum upprunaliga kom frá Loftleiðum til Flugleiðir/ Ice­land­air, tá hetta felagið varð lagt saman við Flugfélag Íslands. Eg var við DC-8-flogførum í trý ár, men fór síðan við Fokker- flog­førum sum flogskipari, har vit flugu á innanríkisrutum í Ís­ landi, og eg fleyg eisini upp á Før­oyar. Tað gjørdi eg í seks ár. Tá eg hyggi aftur á mína yrkisleið sum flogskipari, so var tað tann tíð­in, eg helt vera áhugaverdasta tíði­n. Men síðan fór eg á Boing 737, sum ikki eru heilt ólík væl kendu MAX-flogførunum í dag. Eftir tað lærdi eg at flúgva Boing 757, og fleyg tey og eisini Boing 767. Hesum flogførunum var eg við í ellivu ár, til eg vegna aldur gavs, og fór frá við eftirløn,” greið­ir Páll Stefánsson frá. Mykines-vanlukkan var ein­ asta álvarsliga óhppið, sum Páll Stefánsson upplivdi á longu yrk­ is­leið síni sum flogskipari. Er føoyingum ógvuliga takksamur Tá Páll minnist aftur á flog­ vanlukkuna, vil hann fegin takka føroyingum. “Eg vil fegin takka fyri alla um­sorg­anina, vit fingu í Før­ oyum, bæði frá bygdarfólkinum í Myk­i­nesi, heilsu­starvs­fólk­u­ num á Landssjúkrahúsinum, og mongum øðrum. Øll vóru til­reið­ ar at hjálpa okkum og geva okk­ um tað, okkum tørvaðu, millum ann­að mat og song í Mykinesi. Tá eg seinni kom til Føroya sum flog­skip­ari og uppaftur seinni sum ferð­a­maður í ávikavist 2003 og 2010, var móttøkan heilt framúr.” Sjálvur hevur Páll kent eitt sterkt samband við Føroyar og føroyingar frá barni av. “Abbi mín og navnin, Páll Ól­ af­ur Ólafsson, var íslendskur kons­ul í Føroyum í mong ár. Tá eg var seks ára gamal, fór eg til Før­oya við ommu míni, Hildur Stéf­an­s­dóttur, við ferða­mann­a­ skip­i­num, Dronning Alex­andr­ ine, og var verandi í Føroyum í ein­ar tveir mánaðir, greiðir hann frá. Eydnutalið 26 Tá ið Páll tosar um flog­van­lukk­ una í Mykinesi, kemur hann mang­an inn á talið 26, sum hann held­ur vera eydnutal sítt. “Vit vóru 26, sum komu frá van­lukk­uni á lívi. Vanlukkan hendi 26. september, og føð­ing­ ar­dag­ur mín er 26. juni. Brúd­ leyps­dag­urin hjá mær og konuni er 26. apríl. Flogloyvið hjá mær er hin­vegin ikki dagfest 26. Ta dag­fest­ingina hevði Dagfinnur Ste­fáns­son, navni mín, flog­ skipari og vinmaður mín, sum kom frá Geysir-vanlukkuni í Bárð­ar­bunga á Vatnajøkli í 1951 á lívi. Men flogprógvið hjá mær hev­ur nummar 826.” Tá 40 ára minningarhaldið fyri flogvanlukkuna varð hildið á Knúki í september í 2010, var Páll Stefánsson við. Frá tí minn­ ing­ar­haldin er meira greitt frá parti xx í hesi bók. “Vit, sum vóru í flogfarinum og av­var­ð­andi teirra, sum doyðu – og onn­ur, vóru í Mykinesi, har ein min­n­i­spláta varð avdúkað um flog­van­lukkuna undir Knúki. Val­gerður Jónsdóttir, flog­terna, var saman við okkum. Hon visti, at flogprógvið hjá mær hevði nummar 826. Undir minn­ing­ar­haldinum kom hon til mín har uppi í haganum, og segði við meg: “Pállæ, nú veit eg, hvat tal­ið átta stendur fyri. Tað eru tey átta, sum doyðu. Og 26 stend­ur fyri tey, sum komu frá van­lukk­uni á lívi.” Hevur skeið fyri fólk við flogræðslu Síðan 1997 hevur Páll, saman við sál­ar­frøð­ing­inum Álfheiður Stein­tórs­dóttir, hildið skeið fyri fólk, sum er bangin fyri at flúgva. Skeið­ini hava tey hildið fyri Ice­ land­air. “Á skeiðunum greiða vit fólki frá týdningarmestu tingunum, sum henda á einum túri, millum ann­að um ljóð, rørslur og eisini um lukt. Skeiðið endar við, at vit fara ein flogtúr á onkrari av rut­ u­num hhá felagnum. Í fyrstuni vildi eg onki siga um mína roynd við flo­g­vanlukkuni í Mykinesi, tí vit hildu, at tað fóra at leypa eyka ekka á tey, sum framm­anu­ ndan vóru bangin fyri at flúgva. Men so byrjaðu fólk at spyrja, um eg ikki sjálvur hevði verið í ein­ar flogvanlukku í Føroyum. So eftir øllum at døma vistu fólk ella funnu út av, at eg var við í teirra flogvanlukkuni. Eftir tað havi eg altíð enda fyrsta dagin av skei­ð­num við at siga fólki frá mín­ari upplivin av Mykines-van­ lukk­uni,” sigur hann. Páll Stefánsson sigur, at hans­ a­ra lutur á hesum skeiðunum er kom­in honum væl við. “Mín tilgongd til hesi skeið, har vit hjálpa fólki at sleppa av við flogræðsluna, er ein hitt besta og mest gevandi, eg havi gjørt á allari yrkisleið míni. Vit megna at fáa umleið 90 prosent av øllum skeiðluttakarum at sleppa av við flogræðsluna. Hundr­að­tals fólk hava verið við á hes­um skeiðum sum árini er farin. Tað er eitt ógvuliga takk­ samt arbeiði at kunna hjálpa menn­iskj­um, sum er lívrødd og har­aft­rat grát umborð á flogfari, at ger­ast púra rólig og smílandi und­ir hesum umstøðunum,” sig­ ur Páll Stefánsson. Bókin “Martrøð í Mykinesi – Ís­lendska flugslysið í Færeyjum 1970” kemur ætlandi út á før­ oysk­um á heysti 2021. Páll Stefansson, stýrimaður á vanlukkuflogfarinum í 1970, hittir her aðra flogternuna, Valgerður Jónsdóttir, á Hotel Saga í Reykjavík í mai 2019 MYND: INGIBJØRG JACOBSEN