hósdagur 17. desember 2020síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
29
Hevur
eydnast
at hildið
koronu
burtur
- Nú jólini nærkast, vil eg
nýta høvi at takka øllum, sum
hava víst atlit og hava víst eitt
serligt forstáilsi, nú korona
hevur herjað. Samstundis vil eg
nýta høvi at ynskja øllum eini
gleðilig jól og eitt gott nýggjár,
sigur Lene Juul Hallin, sum er
leiðari á Sjúklingahotellinum
í Keypmannahavn
VILMUND JACOBSEN
T
að eru nógvir føroyingar
- bæði sjúklingar og
fylgjarar - sum gjøgnum
eitt ár eru knýttir at
føroyska Sjúklingahotellinum í
Keypmannahavn. Hotellið hevur
pláss fyri 92 fólkum í senn, men
eitt ár, sum í fjør, tá trýstið á
hotellið var rættiliga stórt, var
ikki so sjáldan, at upp í eini 110 fólk
gistu á hotellinum í senn.
Eitt øðrvísi ár
Dagligur leiðari á Sjúklingahotell
inum er Lene Juul Hallig, og hon
hevur verið leiðari í júst trý ár.
Tað er eisini dagligi leiðarin,
sum hevur havt ábyrgdina av
at leiða sjúklingar og starvsfólk
gjøgnum hetta árið, nú koronu-
farsóttin hevur herjað.
Hetta er ein stór ábyrgd, tá havt
verður í huga, at tað eru fleiri álv
arsliga sjúk fólk - og eisini eldri
og gomul fólk - sum gista og eta
á sjúklingahotellinum millum ár
og dag.
Lene Juul Hallin sigur við Sosi
alin, nú árið nærkast endanum, at
hon er ógvuliga fegin og takksom
fyri, at tað hóast stóra smittuút
breiðslu í Danmark - og partvís í
Føroyum - hevur gingið so væl at
halda smittuni burtur av hotell
inum.
- Vit hava havt ein tilburð, har
ein fylgjari í fjør summar gjørdist
sjúkur, men tíbetur spældi hetta
væl av, sigur hon.
Øll gera sítt besta
Leiðarin sigur, at bæði starvsfólk,
sjúklingar og fylgjarar hava verið
ófør at fylgt teimum fyriskipanum
og tilmælum, sum leiðslan hevur
sett í verk, og hesi hava í ávísan
mun verið tengd at smittustøðuni,
serliga í Danmark.
- Tá korona breyt út av álvara
um miðjan mars og fyrstu vikurnar
eftir, høvdu vit lutfalsliga fáar
sjúklingar og fylgjarar búgvandi
á hotellinum, men síðan einaferð
í juni hava vit brúkt umleið 85 pro
sent av kapasitetinum.
Lene Juul Hallin vísir á, at ein
partur av tilbúgvingini hevur
verið, at onkur kømur hava verið
tøk, um tey skuldu havt verið so
óheppin, og Sjúklingahotellið varð
rakt av herviligu smittuni.
- Tað hevur eisini verið neyðugt
at hava fólk, sum krevja serliga
vernd, í isolatión á hotellinum, og
eg eri sera fegin um, at fólk hava
verið so positiv og hava víst eitt
slíkt forstáilsi, eins og øll hava
roynt at gjørt sítt allar besta við
reinføri og spritti - til tess at verja
seg sjálvi og hvønn annan.
Takk og gleðilig jól
Dagligi leiðarin vísir á, at neyð
ugt hevur eisini verið hjá leiðslu
og starvsfólkum á sjúklingahotell
inum at skipa máltíðirnar øðrvísi,
soleiðis at ikki ov mong vóru í
matarhøllini í senn.
- Nú jólini nærkast, vil eg
gjarna nýta høvi at takka øllum,
sum hava víst atlit og hava víst
eitt serligt forstáilsi, sum talan
her hevur verið um. Samstundis
vil eg nýta høvi at ynskja øllum
eini gleðilig jól og gott nýggjár,
sigur Lene Juul Hallin.
- Bæði starvsfólk, sjúklingar og fylgjarar hava verið ófør at fylgt teimum
fyriskipanum og tilmælum, sum vit hava sett í verk, sigur dagligi leiðarin
Lene Juul Hallin hevur verið dagligur leiðari á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn í júst eitt ár