hósdagur 17. desember 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
30
INGÁLVUR AV REYNI Í ÚTVARPINUM SUNNUDAGIN
Listamaðurin Ingálvur av Reyni verður at hoyra í útvarpinum í tveimum sendingum. Fyrra sendingin verður nú
sunnudagin 20. december og seinna triðja jóladag. Báðar verða sendar kl. 14.15. Jógvan Arge hitti Ingálv av
Reyni, tá hann fylti 75 fyri 25 árum síðani. Fyrra sendingin hevur heitið ”Listarmaðurin á Ingutrøð”. Seinna
eitur ”Á framsýning við Picasso”. Ingálvur greiðir frá sínum lívi og síni list. Sum ungur sigldi hann, men í 1938
fór hann til Danmarkar á listaskúla. Eftir kríggið setti Ingálvur seg niður á Ingutrøð í Havn sum listamálari.
Tað var eitt hart hoyggj at draga, men ivasomu umstøðurnar køvdu ikki hansara hug at mála og tekna.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
Rasmus Poulsen, vanliga
nevndur Rasmus hjá
Sigurdi, andaðist mána
dagin 14. desember, 86 ára
gamal.
Valborg Vang, fødd Pet
ersen, ættað av Selatrað,
búsitandi í Klaksvík,
andaðist 13. desembur á
Norðoya Røktarheimi,
97 ára gomul. Tey ið
vilja minnast Valborg
við blómum ella kransi,
kunnu lata Betesda eina
peningagávu, konto í
Norðoya Sparikassa.
Katrin Hjelm, ættað
av Viðareiði, búsitandi
í Fuglafirði, andaðist á
Røktar og Ellisheiminum
í Runavík sunnudagin 13.
desember, 79 ára gomul.
Dagmar Berg Glerfoss,
ættað frá Gøtugjógv,
búsitandi í Hirtshals, and
aðist mikudagin, 84 ára
gomul.
Ása Bang, fødd Hentze,
búsitandi í Albertslund,
andaðist 13. desember,
91 ára gomul. Ása var
dóttir Elisabeth og Gregor
Hentze í Skopun.
Poula Jespersen, Tvør
oyri, andaðist sunnu
dagin 13. desember, 91
ára gomul. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Tordis Albinus, ættað
av Tvøroyri, búsitandi
í Herning, andaðist 12.
desember, 64 ára gomul.
Sólrun Dodigovic, fødd
Poulsen, ættað av Hamri
í Froðba, búsitandi
í Malmø, andaðist
mikukvøldið 9. december,
73 ára gomul.
Tórálvur Kristoffersen,
ættaður úr Vestmanna,
búsitandi í Svøríki, and
aðist fríggjakvøldið 11.
desember, 91 ára gamal.
Poul Midjord, Lopra, and
aðist á Suðuroyar Sjúkr
ahúsi fríggjakvøldið 11.
desember, 94 ára gamal.
Óluva Joensen, fødd
Andreasen, Hvalvík anda
ðist á Mørkini mikumorg
unin 9. desember, 88 ára
gomul. Jarðaferðin verður
lýst seinni.
Unn Petersen, fødd Sim
onsen, ættað av Sandi,
andaðist í heiminum í La
Marina í Spania, mána
dagin 7. desember, 64 ára
gomul.
Christian Guttorm
Christiansen,
vanliga nevndur
Guttorm, búsitandi í
Vestmanna, andaðist á
Landssjúkrahúsinum 7.
desember, 79 ára gamal.
Ása Simonsen Høj, fødd
Thomsen, Klaksvík
andaðist á Landssjúkra
húsinum mánamorgunin
7. desember, 92 ára gomul.
Ingálvur Pállson Hansen,
búsitandi við Sjógv á
Strondum, andaðist 6.
desember, 85 ára gamal.
Rólant Christiansen, ætt
aður av Skála, búsitandi
í Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 6. desember,
84 ára gamal.
Karin Petrea Malmbergs
dóttir, ættað úr Sørvági,
búsitandi í Havn, andaðist
á Landssjúkrahúsinum
týsdagin 1. desember, 76
ára gomul.
Óluva Joensen, fødd
Andreasen, Hvalvík and
aðist á Mørkini miku
morgunin 9. desember, 88
ára gomul.
Dánjal Hans Marius
Arge, ættaður av Argjum,
búsitandi í Hjerting,
andaðist hósdagin 3. des
ember, 66 ára gamal. Hilda
Debes, ættað úr Kvívík,
búsitandi á Oyri, andaðist
á Ríkissjúkrahúsinum
hósdagin 3. desember, 80
ára gomul.
Sigurd Gaard Hansen,
andaðist týsdagin 1.
desember, 90 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
ANDLÁT
Anna Sofía Joensen,
Ommudidd, (1879-1965)
Í hesum døgum er komin
út bókin Ommudidd og
onnur merkisfólk á Trølla
nesi. Tað er Malan Jóhanna
Østerø í Klaksvík, ættað av
Trøllanesi, sum hevur
skrivað bókina.
Tað er so heppið, at tað
finst nógv keldutilfar um
hesa søgu, sum bókin snýr
seg um. Hetta er fyrst og
fremst brævaskifti, sum
ættarfólk hava verið so
framskygd at varðveita.
Høvuðspersónurin
í
bókini er Anna Sofía Joen
sen, men annars er bókin
ein áhugaverd lýsing av
lívinum í tá fjarskotnu
bygdini Trøllanes.
Anna Sofía var ommu
systir Maluna. Hon tók við
húsarhaldinum í Inni
stovu, eitt av teimum trim
um húsunum á Trøllanesi,
tá ið omman, Marin Mal
ena, doyði á ungum árum
frá sjey børnum. Maður
hennara var Jógvan Joen
sen, ættaður av Syðradali.
Anna Sofía varð kallað
mostir av børnunum hjá
systrini, men hjá teirra 21
børnum bleiv hon ”ommu
didd”. Og sum frá leið bleiv
hon ”ommudidd” hjá øll
um, sum kendu hana, og
øll høvdu ta størstu virðing
fyri henni við tí myndug
leika, sum hon hevði.
Bókin snýr seg fyrst og
fremst um Ommudidd og
annars um fólk og um
hvørvið har norðuri. Tað er
eingin ivi um, at tað var
Ommudidd, sum stýrdi
húsinum í Innistovu, og
sum tískil eisini hevði
stóra ávirkan í allari bygd
ini. Hesum verður greitt
frá í bókini, har tað eisini
eru nógvar myndir, sum
lýsa
gerandisdagin
á
Trøllanesi, sum hann var
tá.
Ommudidd var eisini
trúgvandi
kvinna
við
tilknýti til Brøðrasamkom
una. Hetta kemur eisini
fram í brævaskiftinum við
Mariu hjá Konrad, sum var
gift við Jóhannes, systkin
abarn Ommudidd, sum
vaks upp á Trøllanesi. Tey
vóru foreldur til kendu
havnarfólkini Conrad Jo
ensen, Sigurd Berghamar
og Jónu Joensen.
Maria var eisini ein ser
merkt kvinna, sum eisini
fær nógva umrøðu í bók
ini. Hon er einasti lærari í
Føroyum, sum varð upp
søgd, tí hon lat seg doypa í
Brøðrasamkomuni. Bræv
askiftið teirra millum er
áhugavert. Báðar vóru
tjóðskaparsinnaðar. Men
meðan Maria skrivaði á
donskum, skrivaði Ommu
didd á føroyskum. Hon at
kvøddi eisini fyri loysing í
1945. Tað vita vit bara, tí
har vóru 100% og vali og
øll atkvøddu fyri loysing.
Abbi Ommudidd var
Joen Johannesen, ættaður
úr Fuglafirði. Tí varð hann
kallaður Fuglafjarðar Jógv
an.
Eitt av áhugaverdu
skjølunum, sum eru varð
veitt í ættini, er gravtalan,
sum presturin á Viðareiði,
Jens Laurids Jensen, helt
yvir Jógvani í 1887. Tað
kunnu neyvan nógvar so
gamlar gravtalur vera
varðveittar. Malan heldur,
at talan er góð og hevur
okkurt at siga okkum, eis
ini í dag.
Seinni parturin av bók
ini er eitt yvirlit yvir ættini
hjá Fuglafjarðar Jógvan.
Har eru fleiri hundrað
nøvn, sum eiga part av hesi
søgu.
Samanumtikið kann
sigast, at bókin um Ommu
didd fyrst er ein framúr
kvinnusøga um eina megn
arkvinnu, sum hóast hon
var likamliga skerd, gav seg
fult og heilt fyri børnini
hjá systrini og síðan nógv
um øðrum í ættini. Bókin
er eisini ein framúr lýsing
av Trøllanesi og annars
Kalsoynni sum, sum viður
skiftini vóru tá.
Maður Malina, Hans
Jacob Østerø var eisini av
Trøllanesi, úr Útistovu, har
tað eisini er nógv søga.
Malan er eisini farin í holt
við hana.
Bókin um Ommudid
kostar kr. 225 í bókahandl
unum.
ó.
Ommudidd: Ein megnar
kvinna á Trøllanesi
asdfasdfasfdasdf