hósdagur 17. desember 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
31
DAGURIN EITUR GRATIANUS
Gratianus doyði umleið 300. Hann var biskupur í Tours í Frklandi. Varð
tikin av døgum, tá ið Diokletian ráddi. 19. okotber kallast Nemesius.
Hann doyði umleið 250. Um halga mannin Nemesius sigur halgisøgan, at
hann einaferð varð lagdur undir stuldur. Men tá ið hann kundi prógva, at
hann var ósekur, varð hann ákærdur fyri at vera kristin og tikin av døgum.
20. desember eitur Ábraham. Dagur til minnis um patriarkin Ábraham.
Bíbilska navnið merikir »faðir at mongum«.
KLUMMA
VAGINA
Ja, »kært barn har mange
navne«, verður ofta sagt um
okkurt, sum er okkum kært
og er tað nokk ongin kropps
partur, sum hevur fingið so
nógv ymisk heiti sum tað
allarheilagasta staðið hjá
kvinn uni, nevniliga:
Vaginan
Har nýtt lív kemur til verðina.
Vegurin til nýtt lív og njóting.
Staðið, har ein so sterkur
máttur sum seksualiturin
hevur búgv og hugur, sum al
tíð er til staðar.
Tó verður hann ofta køvd ur
orsakað av elligamlari skuld
ar og skommkenslu og læru
setningum.
Frígering
At tora at vera forvitin er ein
veg ur til at læra seg sjálva bet
ur at kenna.
Hvat ger tað við náttúruna
hjá kvinnuni, tá hennara dýra
barasta, vakra og mystiska
stað verður fjalt?
Hvat er tað, sum liggur
aftan fyri slørið?
Kroppurin er okkara besta
njótils isljóðføri, um vit læra
okkum at spæla upp á tað.
Í nógvum ymiskum ment
an um er sjálvserotikkur sædd
ur sum nakað heilt natúrligt.
Ein natúrligur máti at kenna
og varða um sín kropp. Eisini
er tað ein vegur til at koma í
sam band við sín seksualitet og
finna útav, hvat fjalir seg í inn
asta njótilsisrúminum.
Í gomlu egyptisku skapan
arsøguni bleiv jørðin til við at
sólin elskaði við sær sjálvari,
ein vøkur mynd at hava huga.
Jómfrúgvin og Skøkjan
Hvat fyri fyrimyndir hava vit?
Nógvar elligamlar forð
ingar, sum okkara ment
an ararvur, moralur og ótti,
hava slóðað fyri at nakað so
naturilgt sum okkara seksual
it etur er vorðin eitt misskilt og
fjalt fyribrigdi.
Innan kristindómin er tann
heilaga jómfrúgvin Maria,
mamma Jesusar og tann væl
signaða skøkjan Maria Magda
lena, vinkona Jesusar, tvær,
sum uttan iva hava givið mest
íblástur til bæði listina og
sum kvinnuligar fyrimyndir.
Báð ar hava fingið síni heitið
eftir, hvussu tær reint seksuelt
vórðu sæddar.
Jómfrúgvin tann reina og
skøkjan tann vanvirda.
At vera tilvitaður um sín
egna seksualitet og kropp er
vegurin til nýtt lív.
At verða góður við sítt egna
undirlív og geva tí kærleika
og virðing kann vera við til
at ein kann seta seg frían frá
óskynsamun gomlum mynstr
um og søgum.
Kunnleiki er við til at fyri
byrgja og tryggja, at vit sum
menniskju kunnu taka sunn
og góð val fyri egnan kropp
frá byrjan til enda.
Kunnleiki gevur ræði á egn
an kropp og vilja.
VIVIAN
SJÓÐKLETT
Sexologur, pedagogur og
Kunstterapeutur
Kunstterapi.fo
Vakra Madonna
Tá ið hugsað verður um lívs
kunn leika, er Taoisman elstu
vís indi, vit vita um. Teir gomlu
tao istarnir vóru vísinda menn
úr Kina. Teir settu saman og
mentu eina fullfíggjaða, ná
grein iliga vísindaskipan við
víkj andi mati, rørslu, heilsu,
ero tikki o.ø.
Seksualiteturin er eins og
and a drátturin lívstýðandi fyri
menn iskjalívið.
Til er eitt hav av vísdómi
um okk ara seksualitet, sum
hev ur ligið fjaldur í fleiri 1000
ár!
Teir gomlu taoistarnir vóru
ikki nakrir háfloygdir filo soff
ar. Teir vóru jarðbundnir og
vís ind a ligir. Um ein av manna
gongd um teirra vísti seg ikki
at virka, bleiv hon vrakað. Teir
brúktu sína orku at kanna og
bøta um góðsku at nøkta tørv
in viðvíkjandi livihátti manna.
Kynslimurin (penis) á
manni; stødd og snið
Tað er rætt, at snið og stødd á
kyns liminum eru avgjørd við
føð ing.
Manskroppurin stegðar at
vaksa um 30 ára aldur, men
tað ger kynslimurin ikki!
Vísindi vísa, at kynslimurin
veks ur, líka til maðurin doyr.
Jú eldri maðurin blívur, størri
blív ur limurin, bæði í longd og
tjúkd.
Henda menning verður ak
ti ver að, tá maður ristir og
klemm ar um kynslimin at fáa
teir síðstu landdroparnar av
sær, afta ná hann hevur piss
að.
Nógvir menn bera saman
sín kyns lim við aðrar og
ynskja sær ein størri, óansæð
hvussu stórur hansara egni er.
Henda ørkymlan er bæði
ó hepp in og óneyðug.
Tvey skulu til at dansa
tango. Tá tvey elskandi elsk
ast, kann skeiðin (vagina) laga
seg eftir, hvussu limurin er
dán aður. Hetta hendir sjálv
andi ikki eftir eina nátt, men
við tíðini, tá tvey læra hvørt
ann að at kenna.
Um tað kortini er ónøgd
við víkj andi tí seksuella í ein
um parlagi, er altíð gott, at
bæði taka ábyrgd.
Formurin á kynslimi og
skeiðin sum móttakari.
Um kynslimurin er trí kant að
ur ella formaður sum ein blý
ant ur við breiðum skafti, eru
tríggj ar venjingar innan ta o
ismu, sum kunnu gerast, um
ein vil hava størri høvd. Ein
soppaformaður kynslimur
hev ur góðan møguleika at
stimbra og mýkja skeiðina
síð ur og Gpunkt væl og virð
i liga.
Venjingar:
1. Klemma kynslimin upp i
frá og niður móti høvdinum,
sum mjólkaði tú eini kúgv. Á
henda hátt pressast blóð inn í
kyns limahøvdið, sum so við
og við blívur størri og størri,
til tað fær soppasnið.
2. Klemma skaftið, til tað
verð ur gróthart. Klemmar tú
tað ofta á henda hátt, hevur
tú á haldandi standing.
3. Tá ið tú hevur gjørt hesar
venj ingar, kanst tú taka um
rót ina á kynsliminum, gleiva
langt og sveiggja hann frá
síðu til síðu móti lørunum,
utt an at tú skalt fáa ilt. Henda
venj ing gevur liminum soppa
form, og hann gerst minni føl
in, sum eisini hevur við sær, at
av gonga verður seinkað.
Hetta er bara toppurin av
elli gamlari vísdómslæru, sum
en n á døgum er til gagns fyri
okk um nútíðar menniskju.
Gott vikuskifti :)
Kann støddin á kynslimi (penis )
á manni natúrliga broytast?
Vaginal terapeut
Hvussu verða kvinnur, ið hava
miklan hug til sex, sæddar í
dag?
Tað vísir seg tíverri í ymisk
um dokumentarsendingum, at
ungar kvinnur verða skamm
aðar út, tí at tær standa við sín
sexhug. Íspunnar søgur um at
vera skjøkja ella “bílig” vegna
sín mikla hug eru enn at
hoyra. Menn, sum gjarna vilja
hava sex við teimum frekku
damunum, verða tó ikki
dømdir á sama hátt. Slongt
verður út, at tað er “cool”, at
ein
maður
hevur
fleiri
sexpartnarar, men hjá eini
kvinnu er tað skammiligt. Og
hví er tað so?
Hugsast kann jú, at um
kvinnan stendur við sín mikla
sexhug kontra mytuni um, at
maðurin hevur meira hug til
sex enn kvinnan, at tey tá
vildu verið mett javnt, tá tað
kemur til hug og sex.
Hvat er tað, sum ger, at
virðingin er so ymisk? Kann
hugsast, at teir møguliga ótt
ast hana?
Tær kvinnur, sum fara á
stevnumøti (date) og søkja sær
ráð, hvat tær skulu gera at
finna sær ein fastan partnara,
fáa ráðini at bíða við at “fara í
song“ við viðkomandi, sum
hon er á date/stevnumøti við.
At hitta hann fleiri ferðir,
áðrenn tey fara saman, so hon
lærir hann betur at kenna, og
eisini um henni dámar hans
ara kropslukt og hann henn
ara.
Fleiri menn hava viðgingið,
at tá kvinnan velur at bíða, er
tað við til, at hann fær meira
virðing fyri henni og gerst
meira áhugaður.
Ongantíð fyrr hava tað ver
ið so nógvar kvinnur og menn
sum liva støk, og fleiri kvinnur
og menn trívast væl at liva
støk. At kunna avgera sjálv ella
sjálvur, hvørjum tey fara í
song við, nær og við hvussu
nógvum ymiskum.
Lítli spegil
á vegginum hongur …
Hvør er vakrast her í landi og
ríki? “Kom í form ídnaðurin” -
við fullari undirtøku frá fjøl
miðlunum – hvessir medvitið
hjá okkum øllum - manni sum
kvinnu - um tann “perfekta
kroppin”. Tað er ein milliarda
ídnaður, sum vinnur sær gilt
av peningi við at lýsa tann
“perfekta kroppin” og livir av,
at kvinnur sum menn eru
ónøgd við sín kropp, tí tey ikki
liva upp til tann “perfekta
kroppin”, sum er trimmaður
og sexutur.
At renna eftir steypinum,
eftir tí perfekta kroppinum, er
í longdini ein stravin sportur,
og tá alt kemur til alt, liggur
ofta einsemi og misbrúk aft
anfyri, tá vit hyggja runt um
okkum og síggja vakurleika
drotningar og flottar films
tjørnur.
Sexut kontra seksuel
At vera seksuel snýr seg um
nøkur heilt onnur ting enn
lokkandi útsjónd. At vera seks
uel er at hava so mikið av
sjálvsáliti, at ein torir at geva
seg til erotikk og njóting.
Eisini snýr tað seg um,
hvussu vit bera okkum at og
bera fram okkara egna hug,
gleði, njóting, nøgdsemi, fel
agsskap og kenslur. At vera
seksuel snýr seg um eina
sunna, góða sjálvskenslu og at
merkja vakurleikan, sum
kemur innanfrá.
Flestu kvinnur hava brúk
fyri at koma burtur frá síni
ónøgd og sínum “perfektu”
fyrimyndum og finna sín egna
vakurleika. Ein kvinna, sum
viðurkennir sín kropp, hevur
lættari við at taka ímóti, geva
seg, njóta sex og alsk.
Kvinnur sum hava
miklan hug
»Føroyskur fótbóltur
2020« er útkomin
Árbókin um
føroyskan fótbólt
tekur saman um
øðrvísi fótbóltsár,
har føroyingar
stóðu seg óvanliga
væl í altjóða
kappingum
N
ú er árbókin »Før
oyskur
fótbóltur
2020« komin út. Hetta
er fjórðu ferð, at Sosi
alurin útgevur árbókina um før
oyskan fótbólt, og hesaferð verð
ur tikið samanum eitt sera
spennandi ár fyri føroyskan fót
bólt.
Føroyar fingu í ár altjóða um
røðu sum sjáldan, tí føroyska
kappingin var eitt skifti einasta
eVvropiska kappingin, sum var í
gongd, og tí vórðu dystir í Før
oyum stroymdir í okkara granna
londum. Eisini avrikaðu føroysk
feløg og landslið so væl sum ong
antíð í europeiskum kappingum.
Í bókini er samanumtøka av
heimligu kappingunum hjá
monnum og kvinnum, allar al
tjóða kappingar hjá feløgum og
landsliðum verða umrøddar, og
liðmyndir eru av øllum føroya
meistarum og steypavinnarum. Í
bókini eru nógvar góðar myndir
og sigandi hagtøl frá FaroeSoccer.
Avrikini hjá øllum feløgunum í
bestu mansdeildini verða um
rødd, og profilar og stjørnuskot
verða kosin í øllum feløgunum.
Bókin kemur út nakað seinni
enn vanligt, men tað er tí, at hetta
hevur verið eitt óvanligt fótbólt
sár, sum ikki endaði fyrr enn
fyrst í desember mánaði.
»Føroyskur fótbóltur 2020« er
220 blaðsíður til støddar og fæst
nú kring landið.
Sáttmálar vóru í dag undirskriv
aðir við seks fyritøkur, um keyp
av vinnuøki Undir Hamri á Borð
oyarvík. Fyritøkurnar, sum av
talur eru gjørdar við í dag, vóru
EL-IN, Maltek, KBI, Norðhús,
Askham bussar og Kjølur. Aft
urat hesum fyritøkum hevur
LookNorth eisini oganð sær eitt
vinnuøki. Sostatt er týðandi fet
tikið, at útvega fleiri vinnuøkir í
kommununi.
Tað er J & K Petersen, sum
stendur fyri verkætlanini at
grava út, planera og klárgera
kringøkið, sum samlað verður
21.585 fermetrar til víddar. So
statt verður samlað ídnaðarøkið
Undir Hamri 21.585 fermetrar til
víddar. Í fyrsta umfari varð avtal
að gjørd um 15.000 m2, men eftir
spurningurin eftir vinnuøkjum
hevur verið vaksandi, og tí varð
verkætlanin
longd
við
100
metrum, svarandi
til 6.585 m2.
Tað
hevur
alstóran týdning
fyri kommununa, at vinnulívið
fær góðar fortreytir at arbeiða
undir, so at trivnaður og vøkstur
framhaldandi kann røkkast. Tí
er hetta økið við Borðoyarvík ein
týðandi íløga í menningina av
vinnulívinum í norðurøkinum.
Umframt tey sjey vinnuøkini
verður eisini pláss til Grótbrotið
og annað virksemi hjá kommun
uni, soleiðis at kommunan og
borgarar koma at hava góða at
gongd til grót o.l. tilfar til fram
tíðar verkætlanir.
Fyritøkur fingið vinnuøki á Borðoyarvík
Axel Tórgarð: Dagar og nøvn
í álmanakkanum