Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 90 32 TØKK Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Alice Joensen f. 07.12. 1927, d. 26.09.2020 andaðist og varð jarðað. Takk til Patrick de Neergaard prest fyri troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar og sangarar. Takk til starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri góða røkt og umsorgan. Takk til starvsfólk á Hamrargarði. Takk fyri tíðina, ið hon var har. Takk fyri blómur, kransar og uppringingar. Takk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Ein hjartans tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna, Delmar, Mortan og Sólfríð Somuleiðis ynskja vit eini gleðilig jól og eitt gott og eydnuberandi nýggjár. TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og bróðir okkara Bjørn Djurhuus f. 03.09.1961 – d. 12.01.2020 andaðist og varð jarðaður. Vit takka starvsfólkunum í bráðmóttøkuni á sjúkrahúsinum, sum tóku sær so væl av okkum. Ein hjartans tøkk til Hera Joensen, prest, fyri tey góðu og troystarríku orðini í kapellinum, kirkjuni og í høllini. Takk Derhard Jógvansson prestur fyri kreppuhjálp. Takk Kristoffur og løgreglufólk fyri skynsama kunning og dugnaskap. Takk fyri vakra sangin undir jarðarferðini, sangarar, Kristiliga sangkórið og Hanus fyri gott urguspæl. Takk familja, vinir, grannar, starvsfelagar og KÍF, sum hjálptu so væl til í høllini at rigga til jarðarferðina og ervið. Takk Vivi fyri at standa fyri matgerðini til ervið. Takk kirkjutænarar og gravarar. Takk fyri kransar og blómur. Takk øll tit, sum á ymsan hátt vóru um okkum. Takk tit mongu, sum saman við okkum fylgdu Bjørn til hansara seinasta hvíldarstað. Aftur og aftur skal sólin rísa Eitt ótal av eygum Skulu møta henni Men tvey eygu vanta Tvey eygu sær hon ikki Vegna familjuna Anna, Ragnar, Durita og Brita. TØKK Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá mamma, vermamma, omma og langomma okkara Dalborg Jacobsen Fødd 13-09-1924 Deyð 23-10-2020 Andaðist og varð jarðað Ein serstøk tøkk til Hanus á Gørðum fyri troystarrík orð í Christianskirkjuni. Stóra tøkk til berarar, sangarar, dekn, organist og klokkara. Tøkk til starvsfólk á Norðoya Røktarheimi fyri umsorgan og røkt ta tíðina hon búði har. Takk fyri heilsanir, vakrar blómur og kransar. Somuleiðis takka vit øllum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Malan, Masa og Birita v/familjum TØKK Í sambandi við deyða og jarðarferð hjá Kaj Johan Johannesen takka vit av hjarta øllum fyri alla hjálp og sýnda samkenslu. Familjurnar vegna Leo, Leila, Kára og Annika Frelsunar- herurin Stuðlið jólahjálpini hjá Frelsunarherinum Konto: 9181.000.4956232 Viðmerk «Jólagrýta»