Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 250 - 30. desember 2004 Føroyska fýrverkslóg- in er alt ov gomul. Tað ger tað trupult hjá myndugleikunum at handhevja hana, og sama er galdandi fyri fýrverksseljarar, sum hava nógvar trupul- leikar av ótíðarhósk- andi lógini FÝRVERK Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Nú er háárstíð hjá landsins fýrverksseljarum. Men tað er ikki heilt uttan trupul- leikar, at sleppast kann av við fýrverkið, so nýggja árið kann verða skotið inn. Gamla fýrverkslógin elvir til høvuðbrýggj bæði hjá landsins myndugleikum eins og hjá seljarunum, tí hon er ógreið og ófullfíggj- að. 35 ára gomul Sjálv fýrverkslógin er frá 1969, og av tí, at nógv er broytt innan fýrverksheim- in síðani tá, gevur hetta nógvar trupulleikar. Nógv av tí tunga fýrverkinum, sum vigar upp í fimm kilo, var als ikki til tá. – At hondhevja eina so gamla lóg er ógvuliga tor- ført, og um lógin verður fylgd konsekvent, so kann ongin selja fýrverk. Hetta ger so, at tá løgreglan er úti og kannar fýrverksseljarar, so verður hon onkuntíð noydd til at síggja vekk frá ymsum, sum stendur í lóg- ini, sigur Per Persson, poli- tistur. Hansara arbeiðsøki er loyvi, harímillum rús- drekkaloyvi, fýrverksloyvi, matstovuloyvi og so fram- vegis. Her verður serliga hugs- að um framsýning av fýr- verkinum. Lógin sigur, at inni í handlinum kunnu standa 20 kilo av fýrverki, og í bakhølunum kunnu goymast upp í 40 kg. Alt yvir hesi 60 kilo skal fútin geva loyvi til. Men bert 20 kilo er ikki nóg mikið til at sýna fram við. Tí er avtala gjørd við handlarnar, at næsta ár, so verður bert inn- pakningur hongdur upp, og soleiðis verður hetta ikki talt við sum fýrverk. Ótíðarhóskandi Løgreglan stendur fyri eftirliti av lógini. Regluliga eru tey úti og kanna, um fýrverksseljarar yvirhalda tær settu treytirnar. Nú er tað soleiðis, at ein seljari skal søkja um loyvi til at hava eina goymslu. Og goymslan, sum skal vera brunatrygg, skal Brunaum- sjón Landsins góðkenna. Um ein handil innflytir 30 tons av fýrverki, so er uppgávan hjá Brunaum- sjónini at seta treytirnar fyri goymsluni av fýrverkinum. Men enn einaferð, so elvir tann gamla lógin aftur her til trupulleikar. Lógin nevn- ir bert treytir fyri nøgdir upp til tey 60 kiloini. Her- eftir er onki at laga seg eft- ir. – Lógin er ófullfíggjað. Brúkarin hevur onki at halda seg til, og tískil veit hann ikki, hvat hann er uppi ímóti, sigur Petur Lava Ol- sen, deildarstjóri á Bruna- umsjón Landsins. – Av tí, at lógin er bæði ófullfíggjað og ónøktandi, so verða vit her á Brunaum- sjónini noyddir at laga okk- um upp at lógunum í granna- londunum, tá vit skulu góð- kenna brunatryggar goymsl- ur. Fýrverkslógin ger tað tí- skil torført hjá Brunaum- sjónini at góðkenna goymsl- urnar. Tí í lógini verða ongi krøv sett til goymslur, sum skulu goyma meira enn 40 kg. Ónøgdir seljarar Lógin er ikki bert trupul at halda hjá myndugleik- unum. Eisini handilsmenn- inir koma renna seg í forð- ingar, tá tað kemur til sølu. Fleiri handlar hava longu í ár valt at pilka krútið úr fýr- verkinum, áðrenn tað verð- ur stilla fram, orsakað av stranga 20 kilo kravinum. – Tað gerst sera trupult hjá okkum at selja fýrverk orsakað av lógini. Av- greiðslan gerst tung, tí fólk mugu renna aftur í bruna- trygga rúmið, hvørja ferð ein kundi keypir, greiðir Edvard Hermansen, sølu- maður hjá Thomas Dam frá. Og hann leggur afturat: – Men lógini má livast við. Sambært bretska Daily Telegraph fer íslendski fíggjarrisin, Kaupthing, sum eisini er aktivur her í Føroyum, í næstum at økja munandi um virk- semi sítt í Bretlandi. Blaðið veit at siga, at Kaupthin í komandi ári hevur sett eina milliard bretsk pund av til at ota seg longur inn á bretska fíggjarmarknaðin. Her eigur Kaupthing longu 20% av partapeninginum í fíggingarbankanum, Singer & Friedlander, men gitt verður, at ætlan- in nú er at økja um hend- an partin. Sigurdur Einarsson, sum er partur av stýris- nevndini hjá Kaupthing, sigur, at um møguleikin fyri stórum uppkeypum ikki vísir seg at vera til staðar, verður talan helst kortini um smærri stigvís keup í Brelandi, Noreg og Finnlandi. -jm Kaupthing vekstur enn meira Avoldað fýrverkslóg verður brotin Føroyska fýrverkslógin er alt ov gomul, og hetta ger tað trupult hjá landsins myndugleikum og fýrverksseljarar at handhevja hana Tilvildarligar myndir: Jens Kr. Vang