hósdagur 30. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 30. desember 2004
5
– Eg dugi ikki at
síggja, hvussu tað ber
til at røkja starvið
undir teimum
treytum, sum nú eru,
sigur Shandorff Vang,
limur í umboðsráðn-
um hjá Tryggingini
TRYGGINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Umboðsráðið er er ovasti
myndugleiki í Tryggingini.
Men Umboðsráðið hevur
ikki eitt orð at skula hava
sagt.
Hetta er kjarnin í atfinn-
ingunum hjá Schandorff
Vang ímóti tí, sum er farið
fram í Tryggingarfelagnum
Føroyum, seinastu tíðina.
Hesar seinastu tveir mán-
aðirnir hevur stjórnin og
nevndin í Tryggingini sett
eini 15%- 20% av ognun-
um hjá felagnum í ymiskar
vinnuligar ætlanir.
Tilsamans snýr tað seg
um út ímóti 200 milliónum.
– Men umboðsráðið, sum
er ovasti myndugleiki í
Tryggingini, veit av ongum
og er als ikki sloppin at siga
sína hugsan, sigur Schan-
dorff Vang.
Fyrst setti Tryggingin
einar 100 milliónir í Grøn-
landsbankan. Síðani setti
hon 10 milliónir í Smyril
Line og at enda keypti hon
Hotel Føroyar fyri einar 60
milliónir.
– Tað er ómøguligt at
siga, um talan er skilagóðar
íløgur, tí vit vita rætt og
slætt als onki um tær, hóast
vit í umboðsráðnum hava
evstu ábyrgdina.
Hendan støðan fekk nú
um dagarnar Schandorff
Vang at skriva øllum um-
boðsráðslimunum
og
nevndini í tryggingini bræv,
har hann staðfesti, at hann
góðtók ikki støðuna sum
hon er nú.
– Reaktiónirnar, eg havi
fingið síðani vísa, at eg eri
sanniliga ikki einsamallur
um at vera misnøgdir við
støðuna, sigur hann.
Hann sigur, at tað eru
bæði limir í umboðsráðn-
um, sum hava gjørt vart við
seg. Men tað eru eisini
tryggingartakarar,
sum
hava vent sær til hansara.
Og tað er als ikki uttan
týdning, tí umboðsráðið
umboðar júst tryggingar-
takararnar.
Evsta ábyrgd
Schandorff Vang sigur at
eftir
endamálsorðingini
skulu ognirnar hjá Trygg-
ingini umsitast á best
møguligan hátt.
Eftir skipanini skal um-
boðsráðið kallast saman í
september ella oktober, har
kunnað verður um hálvárs-
roknskapin umframt um
onnur mál av áhuga.
Samstundis stendur í
reglugerðini, at aðalfundur-
in, sum verður skipaður av
umboðsfólkunum, er ovasti
myndugleiki í felagnum.
Sostatt er staðfest, at tað
er umboðsráðið, sum er
hægsti myndugleiki í fel-
agnum. Men umboðsráðið
velur síðani eina nevnd at
hava dagliga raksturin um
hendi, saman við stjørnini.
– Í oktober í ár høvdu vit
umboðsráðsfund, har vit
vórðu kunnað um hálvárs-
roknskapirnar hjá felagn-
um.
– Á tí fundinum spyr ein
limur í umboðsráðnum
beinleiðis, um Tryggingin
hevur ætlanir um at fara
undir bankavirksemi.
Spurningurin fall tí yms-
ar leysasøgur vóru farnar at
ganga um slíkar ætlanir.
– Svarið frá stjórnini í
Tryggingini var, at tað er
ikki óhugsandi, men at
ongar ítøkiligar ætlanir
vóru.
Schandorff Vang sigur, at
kortini fingu umboðsráðs-
limir bræv frá tryggingini
nakrar fáar vikur seinni um,
at nú hevur Tryggingin
keypt partabørv fyri 100
milliónir í Grønlandsbank-
anum.
Hann vísir á, at 100
milliónir eru eini 10% av
allari ognini hjá felagnum.
– Hetta ger Tryggingin
uttan at kunnað umboðs-
ráðið um tað frammanund-
an, hóast spurt varð bein-
leiðis um tað.
– Og nakrar vikur seinni,
beint uppundir jól, brúkar
Tryggingin einar 70 milli-
ónir afturat. Fyrst vóru 10
milliónir settar í Smyril
Line og síðani varð Hotel
Føroyar keypt fyri einar 60
milliónir.
– Heldur ikki hetta er
umboðsráðið kunnað um,
hóast tað er hægsti mynd-
ugleiki.
Fullan rætt
Men hann ásannar eisini, at
soleiðis sum skipanin er nú,
hava stjorn og nevnd í
Tryggingini fullan rætt til
tað.
– Tað, sum nevndin altíð
hongir seg í, er, at tað ber
ikki til at kunnað um tær
ætlanir sum eru, tí nevndin
hevur tagnarskyldu.
– Sostatt hongur um-
boðsráðið í leysari luft. Vit
eru hægsta vald felagsins
og standa við allari ábyrgd-
ini. Vit skulu standa til
svars fyri gerðir felagsins,
men vit hava als onga
ávirkan á tað, sum Trygg-
ingin fæst við og vit fáa
ongantíð nakað at vita,
fyrrenn avgerðirnar eru
tiknar.
Sostatt
gongur
hægsti
myndugleiki
í
Tryggingini í bølamyrkri.
– Okkara einasta upp-
gáva er at møta á aðalfundi
og at góðkenna roknskapin
og tað er als ikki nøktandi,
sigur Schandorff Vang.
– Tá ið tað gongur væl, er
alt í lagi. Men í somu løtu
tað gongur illa, er tað um-
boðsráðið, sum stendur við
ábyrgdini.
Schandorff Vang leggur
dent á, at við hesum hevur
hann ikki sagt, at tað eru
vánaligar
íløgur,
sum
Tryggingin hevur gjørt.
– Tað fái eg onki sagt um,
tí eg áni ikki, hvat tað í
veruleikanum
er,
sum
Tryggingin hevur sett íløg-
ur í, tí vit hava onki fingið
at vita.
–
Hevði
Tryggingin
kunnað
umboðsráðið
frammanundan, kundi vit
havt kannað málið og sett
viðkomandi spurningar og
givið sína støðu til kennar.
– Eitt nú kundi umboðs-
ráðið spurt, hvussu væl
Grønlandsbankin er fyri.
Eftir tí, eg havi frætt, er tal-
an um partabrøv, sum
Danske Bank hevur átt. Vit
minnast eisini, at Danske
Bank var uppi í Føroya
Banka, men pakkaði sam-
an, táið Føroya Banki var á
veg á húsagang. Tað kundi
verið viðkomandi hjá um-
boðsráðnum at kanna eftir
og spurt um tað er sama
orsøk til at Danske Bank nú
tekur seg burturúr Grøn-
landsbankanum.
– Og nú Tryggingin
keypti Hotel Føroyar er
komið mær fyri oyrað, at
marknaðarvirðið á hotell-
inum er 35 milliónir. Kort-
ini
keypir
Tryggingin
hotellið fyri 60 milliónir.
Scahndorff Vang sigur, at
sum er, hevur hann als onga
hóming av um upplýsing-
arnir eru rættir ella skeivir,
ella um talan er um góðar
og rættar íløgur, tí hann veit
rætt og slætt onki um tað.
– Men varð umboðsráðið
kunna
um
ætlanirnar,
kundu vit havt sett okkum
inn í málið og tað haldi eg
avgjørt hevði verið rætt, tá
ið talan er um so stórar
upphæddir – serliga tá ið
tað eru vit, sum standa við
evstu ábyrgdini, samstundis
sum vit umboða trygging-
artakararnar og skulu røkja
teirra áhugamál.
Tað hevur verið frammi á
nøkrum umboðsráðsfund-
um um at kunna ráðið meiri
um ætlanir hjá Tryggingini.
– Men tað einasta, vit fáa
at vita, er at tað ber ikki til
at kunna okkum, tí nevnd-
arlimirnir
hava
tagnar-
skyldu.
Kann ikki halda fram
Schandorff Vang sigur, at
støðan kann ikki halda
fram, sum hon er nú.
Hann heldur ikki at tað er
góðtakiligt, at evsta vald í
Tryggingini skal ferðast í
bølamyrki, uttan at hava
minstu ávirkan á tær íløgur,
sum Tryggingin ger, serliga
tá ið talan er um so stórar
upphæddir, um talan er her
um.
Tí fer hann nú at arbeiða
fyri at broyta bygnaðin í
Tryggingini, soleiðis at
umboðsráðið fær størri
ávirkan.
Enn veit hann ikki,
hvussu tað kann gerast.
Hann fer nú at kanna
møguleikarnar fyri, hvussu
bygnaðurin kann broytast.
Men hann ivast ikki í, at
hetta eru spurningar, sum
kunnu loysast innanhýsis.
– Eitt, sum nevndarlimir í
Tryggingini føra fram, er,
at tað ber ikki til at kalla
umboðsráðið saman í tíð og
úrtíð at kunna um ymsar
ætlanir og um gongdina í
ymsum samráðingum.
– Tað havi eg heldur ikki
sagt, at nevndin og stjórnin
skulu gera.
– Men í hesum førunum
við Grønlandsbankanum,
Smyril Line og Hotel Før-
oyum, kundi nevndin og
stjórnin kalla umboðsráðið
saman frammanundan og
kunna um ætlanirnar. –
Umboðsráðið kundi so sett
teir spurningar, sum ráðið
helt verða neyðugar og
gjørt tær kanningar, sum
tað helt vera neyðugar.
– So kundi umboðsráðið
antin givið Tryggingini
heimild til at gjøgnumført
ætlanirnar. Men helt Um-
boðsráðið hinvegin, at hetta
var ikki nakað, Trygginin
skuldi fara víðari við, so
fekk hon heldur ikki loyvi
at arbeiða víðari við ætlan-
unum.
– Tann rætt eiga vit, sum
evsta vald í ryggingini, at
hava.
– At tí at vit sita við evsta
valdinum, eiga vit at verða
tikin við uppá ráð, áðrenn
so stórar íløgur verða
gjørdar, sum talan hevur
verið um hesar báðar sein-
astu
mánaðirnar,
sigur
Schandorff Vang.
Hann leggur afturat, at
hann veit fullvæl, at sum
bygnaðurin er løtuni hava
stjórn og nevnd í Trygging-
ini ikki skyldu til at leggja
slík mál fyri umboðsráðið,
so hann hevur als ikki mis-
skilt sína uppgávu, sum
nevndarformaðurin
í
Tryggingini og kanska eis-
ini forkvinnan í umboðs-
ráðnum meiri ella minni
vildu vera við í Sosialinum
í gjár.
– Men fyri tað haldi eg,
at tað hevði verið rætt at
kunna umboðsráðið um
ætlanirnar, áðrenn tær vóru
settar í verk.
Men sum støðan er nú,
kann hann ikki taka undir
við tí, sum er farið fram,
hvørki tá ið partabrøvini
eru keypt ella viðvíkjandi
mannagongdunum,
sum
arbeitt verður eftir.
Hann heldur ikki, at tað
er nøkur orsøk at ræðast
umboðsráðið.
– Eg veit ikki eitt dømi
um at umboðsráðslimir
hava varpað innanhýsis
viðurskifti í Tryggingini út,
sigur Schandorff Vang.
Hann dugir heldur ikki at
síggja, hví nevndin skal
hava tagnarskyldu mótveg-
is umboðsráðnum í slíkum
málum, sum hesum.
– Tað er í fínasta lagi at
hava tagnarskyldu í persón-
ligum málum. Men at hava
tagnarskyldu í málum, har
100 milliónir standa uppá
spæl er ikki rætt.
– Og eg havi ilt við at
góðtaka, at sita í umboðs-
ráðnum undir slíkum treyt-
um, sum nú eru og tí vil eg
hava bygnaðin broyttan,
sigur hann.
Ovasti myndugleikin
gongur í bølamyrkri
Hóast vit eru ovasti myndugleikin í Tryggingini, ganga vit í
bølamyrkri og tað havi eg ilt við at góðtaka, sigur Schandorff
Vang, limur í umboðsráðnum í Tryggingarfelagnum Føroyum