Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 250 - 30. desember 2004 Stjórnmálafrøðinguri n, Sigmundur Isfeld, skýtir upp, at vit umhugsa at tvífalda atkvøðutalið í Føroyum við at geva hvørjum veljara tvær atkvøður í part. Hetta skal betra um møguleikarnar til bæði at velja taktiskt og við hjartanum, tá løgtings- og komm- unuval eru á skránni VALSKIPAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í kjalarvørrinum av tveim- um valum, løgtingsvalinum í januar og kommunuval- inum í november, hevur dúgliga verið kjakast um føroysku valskipanina í ár. Eftir løgtingsvalið vóru røddir frammi um at broyta verandi valskipan, tí hon í verandi líki ikki gevur rætta lutfalli millum atkvøður og umboðan í løgtinginum. Hetta sást millum annað aftur í, at Tjóðveldisflokk- urin sum fekk trið flestar atkvøður á løgtingsvalin- um, kortini áttu flestu um- boðini í løgtinginum. Orðadráttur tók seg eisini upp um valskipanina eftir kommunuvalið í heyst. Glantrileikurin í Havn hevði við sær, at røddir vóru frammi um eitt nú at velja borgarstjórar á bein- leiðis vali fyri at koma nátt- artelvingin um borgar- stjórasessin til lívs. Stjórnmálafrøðingurin, Sigmundur Isfeld, hevur í seinastu útgávu av føroysk- um lógarritum varpað ljós á føroysku valskipanina. Stjórnmálafrøðingurin skýtir millum annað upp, at føroyskir veljarar í framtíð- ini eiga at fáa tvær atkvøð- ur heldur enn eina, tá ið vit velja okkara politisku um- boð í løgting og kommun- urnar. Tvær atkvøður Í samband við kjakið um eina nýggja føroyska val- skipan rør Sigmundur Isfeld fram undir, at tað kundi verið áhugavert at umhugsað at geva føroyska veljaranum tveir krossar at ráða yvir heldur enn bara tann eina. Sambært Sigmundi Isfeld hevði føroyski veljarin við tveimum atkvøðum fingið fríari ræsir til bæði at velja taktiskt og við hjartanum, tá hann fer til løgtings- og kommunuval. Stjórnmálafrøðingurin vísir eisini á, at við at tvífalda atkvøðutalið ber til at fáa størri javnvág millum kvinnur og menn, tí við tveimum atkvøðum ber til at velja eina kvinnu og ein mann. – Tá hevði kanska ligið betur fyri (...) bæði at valt mannin, konuna, sonin, ella hvør tað nú er næst í familj- uni, sum má hava tína at- kvøðu, og harumframt valt tann, ið tú veruliga vilt velja, heldur Sigmundur Isfelt í seinastu útgávuni av føroyskum lógarritum. Stjórnmálafrøðingurin ásannar, at uppskotið við tveimum atkvøðum í part ljóðar óivað kollveltandi í oyrunum hjá teimum flestu, og at hon kann hava stórar broytingar við sær, hvussu fólk velja. Hann slær hin- vegin fast, at nýggja skip- anin er bæði løtt at gera og yvirskoða. Beinleiðis val Í greinini »Valskipanin í millum umboðan og virkni« nemur Sigmundur Isfeld eisini við møguleik- an við broyta valskipanina so, at vit í framtíðini velja bæði løgmann og borgar- stjórar á beinleiðis vali. Hann heldur, at á tann hátt fæst betri samband millum, hvussu fólk velja, og hvønn tey fáa at stjórna sær, sum hann málber seg. – Tað hevði tó verið ein stór broyting, soleiðis knappliga at fingið veruligt fólkaræði hesum viðvíkj- andi, og tað má tí verða umhugsað gjølla, heldur stjórnmálafrøðingurin. Undan kommunuvalin- um í heyst vóru tankarnar um beinleiðis val av borg- arstjórum eisini frammi. Komandi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, helt, at tað í alt ov stóran mun er tilvildin sum ræður, tá avgerðin um hvør skal røkja borgarstjóransessin í teimum ymisku kommun- unum skal takast. Hann mælti tí staðiliga til, at borgarstjórar í framtíðini vórðu valdir á beinleiðis vali. Í viðtalu við Sosialin 1. september segði Heðin Mortensen: – Eftir býráðsval er altíð kríggj um at koma í sam- gongu og at ogna sær borg- arstjórasessin. Søgan sigur okkum, at tað er rein tilvild, hvør endar við borgar- stjórasessinum. Verður borgarstjórasessurin gjørd- ur til beinleiðis val, fær fólkið tann persón, tey ynskja í borgarstjórasessin, og tað má vera betur enn tilvildin skal ráða. Lutfalsskipanin Galdandi valskipanin í Føroyum stavar frá 1978. Valskipanin er soleiðis háttað, at hon skal geva matematiskt rætt lutfall millum atkvøðubýtið hjá politisku flokkunum ella kommunalu listunum og býti av valdum umboðum. Verandi skipan leggur upp til, at fær ein flokkur eitt nú 10 % av atkvøðun- um, skal flokkurin eiga 10 % av umboðunum í løg- tinginum ella í bý- og bygd- arráðunum. Hetta slagið av valskipan kalla vit lutfals- valskipan. Sigmundur Isfeld heldur onga orsøk vera til at velja aðra valskipan enn lutfals- kipanina, tí føroyingar hava nú vant seg til, at rætt lut- fall skal vera millum, hvat fólk velur og býtið av um- boðum fyri flokkarnar. – Landafrøðiliga býtið kundi tó verið snøggað til, so betur samsvar gjørdist millum íbúgvaratalið í ymsu valdømunum, og tal- ið av umdømisvaldum, hel- dur stjórnmálafrøðingurin. Galdandi lutfalsskipan í Føroyum er soleiðis háttað, at 27 umdømisvald tingfólk verða vald í teimum sjey valdømunum. Harumframt kunnu koma upp til til fimm eykavald umboð at javna út møguligar skeiv- leikar í umboðanini hjá ymsu flokkunum. Flestu lond, sum hava eina lutfalsvalskipan eru býtt upp í fleiri valdømi, eins og Føroyar eru tað. Kortini eru nøkur lond við lutfalsskipanum, sum hava eitt eitt felagsvaldømið fyri alt landið. Dømi um hetta er Grønland, Niðurlond og Ísrael. Í kjakinum um føroysku valskipanina hava røddir verið frammi um at skipa Føroyar sum eitt felagsval- dømið, og Sigmundur Is- feld heldur, at ein slík skip- an kundi verið áhugaverd. – Hugsa vit um at fáa eina betri kvinnuumboðan, hevði tað kunnað roynst val at avtikið valdømini, og valt øll løgtingsumboð í einum felagsvaldømið. Tað hevði eisini kunna elvt til skilabetri raðfestingar við- víkjandi, hvussu vit nýta avmarkaðu orkuna í landin- um til at veita borgarunum tær mest optimalu loysnirn- ar og tænasturnar, vísir Sigmundur Isfeld á. 35 % av heiminum hevur í dag eitthvørt slag av lut- falsvalskipan. Stjórnmálafrøðingur: Tvífaldið atkvøðutalið Størstu trupulleikarnir í Føroyum í dag 1) Fleiri vilja vera við, at galdandi uppbýtan av valdømunum eftir gomlu sýslunum elvir til óneyðugt sundurlyndi og ov stóra spjaðing av orkuni, ið vit hava til at fremja týdningarmikil mál. 2) Valdømini í dag eru ikki matematiskt røtt eftir fólkatalinum. Eitt nú vigar ein atkvøða í Sandoynni næstan eins nógv og tríggjar í Suðurstreymi. Skeiva lokala umboðanin hevur við sær, at lutfallið millum veljarar og vald ofta er skeivt. Dømi um hetta er, at trið størsti flokkur á løgtingsvalinum í atkvøðum, Tjóðveldisflokkurin, gjørdist størsti flokkur á løgtingi. 3) Vantandi kvinnuumboðanin. Serstakliga fáar kvinnur verða valdar í politisk álitisstørv í Føroyum samanborið við hini norðanlondini 4) Gjøgnumskygni er ein trupulleiki við verandi valskipan. Vit fáa ongantíð reinan meirluta til nakran flokk, og tí verða altíð samgongur millum flokkar skipaðar at stjórna landinum. Týdningarmiklasta starvið sum løgmaður er tí fullkomiliga óheft av atkvøðutalinum hjá viðkomandi, og enntá er tað eisini óviðkomandi, hvussu nógvar atkvøður flokkurin hjá løgmanni hevur. Alt vísir seg at vera upp til samráðingarnar náttina eftir valið. Úrslitið av slíkum samráðingum er aloftast púra ógjørligt at spáa um frammanundan. Hetta er ein stórur veikleiki við lutfalsskipanini kelda: »Valskipanin í millum umboðan og virkni«, Sigmundur Isfeld 2004 FAKTA Týdningarmiklastu fyrilitini 1) Landafrøðilig umboðan skal tryggja, soleiðis at fleiri valdømi skulu vera 2) Lutfallið millum veljarar og tey valdu skal vera matematiskt rætt, soleiðis at býti av viðhaldsfólkum millum ymsu politisku áskoðanirnar verður hitt sama á tingi sum millum fólkið 3) Samansetingin av umboðum á tingi skal spegla samansetingina í samfelagnum. Her kunnu nevnast variablar sum kyn, aldur, starvsbólkar, minnilutar o.a. 4)Virkni. Her verður hugsað um, at skipanin ikki má gerast ov óstøðug. Eitt tiltak, sum m.a. verður nýtt hesum viðvíkjandi er at hava eina tinggátt: eitt minstamark av undirtøku frá veljaranum fyri at fáa umboðan. Í Føroyum er tingggáttin 3,7 %. Í Týsklandi er hon av søguligum grundum heili 5% fyri at tryggja seg móti ódemokratiskum flokkum 5) Gjøgnumskygni. Her verður hugsað um, at veljararnir skulu hava veruligar valkostir, og í stóran mun kenna avleiðingarnar av sínum vali. 6) Legitimitet ella undirtøku kelda: »Valskipanin í millum umboðan og virkni«, Sigmundur Isfeld 2004 FAKTA Stjórnmálafrøðingurin, Sigmundur Isfeld, skýtir upp, at vit umhugsa at tvífalda atkvøðutalið í Føroyum við at geva hvørjum veljara tvær atkvøður í part. Hetta skal betra um møguleikarnar til bæði at velja taktiskt og við hjartanum, tá løgtings- og kommunuval eru á skránni Mynd: Savnsmynd