Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 30. desember 2004 7 Nýggjársbál, rakettir og tílíkt sum hoyrir nýggjárinum til, økir nógv um vandan fyri eldsbrunum. Men sløkkiliðið er fyrireikað, í so fall, at okkurt óvæntað og ótilætlað skuldi stungi seg upp NÝGGJÁR Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo – Eg veit ikki um vit fyri- reika okkum á nakran ser- ligan hátt til nýggjárið, vit eru jú altíð fyrireikaðir. Men tað er givið, at tað er meiri útsett á nýggárinum í mun til vanligar dagar, og tað ger kanska, at vit hugsa meiri um tað, staðfestir Annfinn Reinert á Brand- støðini í Havn. Annfinn Reinert sigur, at tað arbeiða 28 sløkkiliðs- fólk á støðini í Havn. Tey eru býtt í tvær vaktir, har 14 fólk arbeiða á hvørjari. – Nýggjársaftan er eitt vanligt kvøld í so máta fyri okkum. Vit hava eins nógv fólk til arbeiðis og vit plaga. Men vit kunnu altíð ringja til frívaktina, um okkum tørvar hjálp, greiðir Annfinn frá. Hann heldur eisini, at sløkkiliðsfólkini hugsa meiri um vandan á nýggj- árinum, enn vanligar dagar. Òtti fyri eldi Annfinn heldur, at tað eru nógv fólk, ið bera ótta fyri nýggárshaldunum kring landið. – Fólk hugsa um vandan, ið stendst av øllum eldinum og neistunum, sum fúka á nýggjárinum. Tað haldi eg, at eg kann siga fyri vist. Men tað eru kanska serliga eldri fólk, ið eru bangin, heldur Annfinn. Hann sigur tó, at fólk ansa sera væl eftir, og tað er tí sera sjáldan, at nakar eldsbruni stendst av nýggj- árshaldinum. – Hóast vandin er nógv øktur hendan dagin, so er tað merkiliga sjáldan at nakar skaði stendst av tí. Okkurt árið eru ólukkur hendar, men nú haldi eg, at tað fer at vera langt síðani seinast. Og tað er sjálvandi positivt, at fólk ansa betri eftir, sigur Annfinn. Gott veður ringt Annfinn heldur, at vandin fyri eldi á nýggjárinum er størst, tá veðrið er gott. Tá má størsta varðsemi sýnast. – Tá nógv fólk eru úti og skjóta og brenna bál í góð- um, turrum veðri, er vandin sera stórur. Tí um veðrið er gott, eru, fyri tað fyrsta, nógv fleiri fólk sum fara út at skjóta fýrverk og brenna bál. Men eisini tí, at tað festir lættari í, um veðrið er gott og tað er turt, sigur hann. Hinvegin vísir Annfinn eisini á, at tá veðrið er gott, eru sannlíkindini best fyri, at rakettirnar fara beint upp í luftina, áðrenn tær bresta. Er vindur, er skjótt til, at rakettirnar verða tiknar av hvirlum og førdar niður- aftur ímillum hús, áðrenn tær bresta. Hetta kann sjálvsagt eisini vera sera vandamikið. – Tað er komið fyri, at rakettir eru foknar niður á tekjur, inn gjøgnum opin vindeygu og ímillum skins og hold á húsum, har tær síðani eru brostnar. Tað kann ein og hvør siga sær sjálvum, at tað lættliga kann gerast vandamikið, heldur Annfinn fyri og vísir á fólkaskaðan, sum eisini kann standast av fúkandi rakettum. Spurdur um tað er nakað, ein serliga skal ansa eftir á nýggjárinum, hevur Ann- finn ilt við at velja nakað serstakt burturúr. – Neyðrakettirnar verða ofta hildnar at vera vanda- miklast, men um tær virka sum tær skulu, og bresta uppi í luftini, so er eingin vandi. Tað sama er galdansi fyri vanligu rakettirnar. Bálini eru at kalla vanda- leys, um tey bert verða kynd við skili, og ansað verður eftir teimum. Men tað er skjótt til, at neistar fara at fúka, og sum tá lætt- liga kunnu seta eld á hús og annað. Teir kunnu nevniliga fúka langt, og framvegis gera stóran skaða, staðfestir Annfinn, og slær fast hvussu týdningarmikið tað er at vera varin. Geva boð um bál Seinastu dagarnar, hava størru býráðini lýst við, at fólk skulu boða frá, um tey ætla sær at kynda bál á nýggjárinum. Hetta verður gjørt fyri at økja um trygdina. – Tá fólk boða frá, at tey fara at kynda bál, skriva vit bæði navn, telefonnummar og adressu upp á tí sum ringir. So vit hava gott skil á, hvar smáu eldarnir eru kring býin. Um vit so fáa eina fráboðan, so síggja vit beinanvegin, um eitt bál er nærhendis, og hvør er ábyrgdarpersónur av tí, greiðir Annfinn frá. Hann sigur, at tað meiri enn so kemur fyri, at fólk ringja inn og boða frá elds- bruna nýggjársaftan. Ofta, tí tey síggja smáu bálini langt burturfrá, úr einum vinkli, sum fær tað at sýnast, sum eldurin er í einum húsum. – Tá kunnu vit skjótt kanna um nakað bál er har á leið, bert við at hyggja í listan hjá okkum. Men vit senda altíð onkran út at kanna málið, fyri at tryggja okkum, at eingin vandi er á ferð. Tí er tað so týdningar- mikið at øll, sum ætla sær at brenna bál, siga okkum frá, slær Annfinn fast. Mikumorgunin høvdu 26 fólk boða frá báli, men Annfinn væntar, at tað talið fer at fýrfaldast innan nýggjársaftan. Sløkkiliðið er til reiðar Góð ráð á nýggjárinum: • Í hvørjum einstøkum førum má veðrið takast til eftirtektar og vurderast. Er nógvur vindur, latið so vera við at festa í smáu bálini, serliga um tey eru í bygdum økið. Tað er so ógvuliga skjótt at neistar fúka, og gera stóran skaða. Orðatakið um at »lítil neisti gevur stóran eld« kemur ikki av ongum! • Brennið bert reinan við (træ) og slíkt, sum brennur væl. Ikki dunkar, dekk, olju og tílíkt, ið gevur nógvan og skaðiligan royk. • Ein kontaktpersónur skal vera, sum hevur ábyrgd av bálunum, sum verða kynd. Sami persónur eigur eisini at hava ábyrgina av, at økið verður ruddað aftur, skjótast gjørligt. • Nýtið verjubrillur, tá ið fýrverk verður skot- ið. Gevið altíð børnun- um brillur! • Fýrverk má undir ongum umstøðum haldast í hondini, tá – og eftir at, fest verður í. Best er at gera ein rørenda fastan í jørðina, sum ongan møguleika hevur at koppa. Fløskur verða viðhvørt settar á vegin at skjóta fýrverk úr, men hetta kann undir ongum umstøðum viðmælast. Skjótt er til, at fløskurnar koppa, og at fýrverkið tí verður skotið beint út ímillum fólk. • Nýtið ikki gamalt fýrverk. • Lesið ávaringarnar, sum eru skrivaðar á fýrverkspakkarnar. Tær er ikki skrivaðar til stuttleika. Sjónvarpið hevði týskvøld- ið ein stubba um, at krún- prinsaparið kemur til Føroya á vitjan í 2005. Ætlandi er ferðin sett at vera seinast í juni mánaði. Sjónvarpið segði seg í gjár hava fingið tíðindini váttað, men tað er ikki eydnast Sosialinum at fáa hvørki váttað ella avsannað tíðindini. Tíansheldur at frætta meiri um ferðina. Men eftirsum krún- prinsaparið í summar var á vitjan í Grønlandi, saman við drotningaparinum, er kanska sannlíkt, at Mary krúnprinsessa í komandi ári skal sleppa at síggja sein- asta partin av danska kongaríkinum, nevniliga Føroyar. Koma tey, verður hetta væntandi váttað í nýggj- árstaluni hjá drotningini. eys Krúnprinsaparið til Føroya