Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 250 - 30. desember 2004 Á ársfundi hjá Føroya Fiskimannafelag týs- dagin, legði for- maðurin, Óli Jacob- sen, fram drúgva frá- geiðing um virki felagsins í farna ári AÐALFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Vit halda, at virksemi felagsins í so stóran mun sum gjørligt eigur at verða skrásett í ársfrágreiðingini, tí við hesum verður tað savnað á einum stað og er lætt at finna fram aftur seinni, um brúk er fyri tí. Tó ber ikki til at fáa alt við, tí felagið virkar jú hvønn dag. Vit hava okkara skriv- stovu, og higar venda fiski- menn sær, tá teir hava trupulleikar ella spurningar at greiða. Í samandráttinum og niðurstøðuni vísti Óli á, at Fiskimannafelagið eisini hevur eitt umfatandi kunn- ingarvirksemi gjøgnum FF- blaðið og heimasíðu felags- ins. – Hetta virksemið er bæði ætlað fiskimonnum og almenninginum yvir- høvur – og tað ger eisini sína nyttu, helt hann fyri. Óli segði, at FF hevur verið umboðað í nevndum, sum eitt nú arbeiddu við kokka-og fiskireiðskapsút- búgving, og hesar nevndir hava lagt fram síni tilmæli til avvarðandi landsstýris- mann. – Í báðum førum eru gjørd beinleiðis tilmæli um útbúgvingar á økinum. Serstøk mál Um tey serstøku málini, sum felagið hevur arbeitt við í farna ári, vísti Óli Jacobsen í fyrsta lagi til tær samráðingar, sum vóru fyrst í hesum árinum, har ábøtur vórðu framdar á sáttmálan, eitt nú við javn- føring av upphæddini til eftirlønaruppsparingina í samsvar við lønargongdina. – Vit royna at leggja dent á trivnaðarmál sum t.d. at fiskimenn sleppa undan at arbeiða í samdøgur út í eitt. Alt hetta eru mál, har tað ikki kemst á mál í einum, og tí varð sáttmálin aftur uppsagdur til 1. desember. Óli segði, at ein av upp- gávunum hjá felagnum er at tryggja fiskimonnum »rættan« prís fyri fiskin, tvs. tann prís sum kann fá- ast í eini prískapping mill- um virki. – Vit greiddu í fjør frá uppskotinum um at um- leggja uppboðssøluna, so- leiðis at størri kapping verður um fiskin. Eftir nógvar fundir og samráð- ingar er hetta nú komið uppá pláss. Haraftrat hava vit viðvirkað til, at »fiska- pakkin« hjá landsstýris- manninum ikki skuldi ávirka marknaðarskipanina og kappingina – og tykist hetta nú at vera eydnast í fyrsta umfari. Hann helt fyri, at hetta skuldi alt verið við til at tryggja fiskimonnum tann prís fyri fiskin, sum teir eiga. Óli segði, at felagið aftur í ár hevur roynt at verja fiskidagaskipanina, soleið- is at hon kemur at virka sum upprunaliga ætlað. – Hetta er eydnast nøku- lunda higartil, men tørvur er á, at skipanin kemur at virka fult út, so veruliga slepst undan teimum árligu bardøgunum og politisku ásetingini av fiskidøgum. At verja borg FF-formaðurin segði, at ein stórur partur av virksem- inum hjá FF er at verja borg hjá fiskimonnum. – Vit hava í undanfarnum frágreiðingum greitt frá, hvussu strævið hetta hevur verið. Banal mál, sum skuldu verið ein avgreiðslu- spurningur, eru endað sum rættarmál ella hóttan um rættarmál. Hóast støðan ikki er so ring, sum hon hevur verið, ber framvegis illa til at fáa beinleiðis skeivleikar í reglum, sum viðvíkja fiskimonnum, rætt- aðar. Hann helt, at umsitingar- liga og politiska skipanini virka enn alt ov illa. – Afturat hesum kemur málið í summar, tá tað eftir »bílegging« úr Føroyum varð skaptur ein ósakligur ágangur móti skattaskipan- ini hjá fiskimonnum í Dan- mark. Besta lýsing av hesum var TV2 málið. Hetta end- aði sum kunnugt við, at TV2 eftir trýsti frá okkum tók tíðindini aftur. Óli segði, at ein slík tíð- indastøð sum TV2 tekur ikki eitt sovorðið mál aftur – uttan so, at hon veruliga er komin í trongstøðu. – Tað, at hetta varð gjørt, váttar, at einki grundarlag var fyri hesum »hetsi« móti fiskimonnum, sum hann tók til. Óli legði aftrat, at sigast skal danskari pressu til rós, at hon veruliga er før fyri at ásanna tað, tá hon mistekur seg. – Hetta hevði ikki hent við føroysku fjølmiðlunum, er hann sannførdur um. Fyri framman – Eingin ivi er um, at tað verður ikki lætt at vera fiskimaður ella reka fiski- veiði í nærmastu framtíð. Tí verður uppgávan fyrst og fremst at verja borg og síð- an at vera við til at loysa teir trupulleikar, sum stinga seg upp. Óli Jacobsen helt, at her plagar parturin hjá Fiski- mannafelagnum ikki at liggja eftir. At enda takkaði formað- urin vegna felagsstjórnina fiskimonnum og álitisfólk- um felagsins fyri gott sam- starv hetta skjótt farna ári, samstundis sum hann ynskti øllum eitt gott ár 2005. Óli Jacobsen, formaður FF’s: – Tað verður ikki lætt at vera fiskimaður í nærmastu framtíð FF heldur landsfundin millum jól og nýggjárs, tí tá verður mett, at flest fiskimenn eru heima Mynd: Jens Kr. Vang Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, legði fram drúgva frágreiðing á landsfundi felagsins týsdagin Mynd: Jens Kr. Vang – Tað verður ikki lætt at vera fiskimaður í nærmastu framtíð, segði Óli Jacobsen á landsfundinum Mynd: Jens Kr. Vang