hósdagur 30. desember 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 30. desember 2004
9
Á aðalfundi hjá
Føroya Skipara-og
Navigatørfelag týs-
dagin, greiddi Ellint-
ur Abrahamsen, for-
maður felagsins, frá
teimum málum, sum
felagið hevur arbeitt
við í farna ári
AÐALFUNDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á aðalfundinum hjá Føroya
Skipara-og Navigatørfelag,
legði formaðurin, Ellintur
Abrahamsen, fyri við at
greiða frá sáttmálaviður-
skiftum og ymiskum trupul-
leikum, sum hava stungið
seg upp í hesum sambandi.
Hann greiddi eisini frá
sersáttmála, sum felagið
hevur gjørt fyri nýggja
Skálaberg.
– Í løtuni eru samráðing-
ar við Føroya Reiðarafelag
um nýggjan sáttmála, og
tríggir fundir hava verið
millum feløgini. Ætlanin
var at koma til eitt úrslit tíð-
liga í samráðingunum, men
av ávísum orsøkum hava
samráðingarnar drigið út.
Hann segði, at FSN legði
síni krøv fram á fyrsta
fundi.
– Men tá vóru reiðararnir
ikki klárir við sínum krøv-
um – burtursæð frá, at teir
søgdu seg ikki góðtaka
nakað, sum kostar pening.
Ellintur segði, at Føroya
Reiðarafelag
á
øðrum
fundi, sum var millum
feløgini, legði fram skriv-
ligar viðmerkingar til krøv-
ini hjá FSN – og kom við
nøkrum krøvum.
Hann vísti eisini á leik-
lutir hjá felagnum í sam-
bandi við uppskotið um
loysn av trætum á arbeiðs-
marknaðinum.
– Eg haldi, at feløgini eru
samd um at fáa í lag greið-
ari setanarviðurskifti og
uppsagnarreglur, segði for-
maðurin í FSN, sum eisini
greiddi frá, hvussu samráð-
ingarnar millum FSN og
Reiðarafelagið fyri farma-
skip høvdu gingið.
Ellintur greiddi eisini frá
gongdini í samráðingunum,
sum vóru millum FSN og
fíggjarmálaráðið
(FMR)
um limir felagsins umborð
á strandfaraskipunum og
Magnusi Heinasyni.
Ein afturvendandi spurn-
ingur, sum viðgjørdur hev-
ur verið á aðalfundum
FSN’s seinastu árini, er
spurningurin um rættindini
hjá fiskimonnum í ALS, og
her hevur felagið ført drúgv
rættarmál, sum Ellintur
gjørdi nógv burtur úr á
aðalfundinum.
Hann greiddi eisini frá
stríðnum hjá felagnum at
vinna limum sømdir í Dag-
peningaskipanini,
har
neyðugt hevur verið at vent
sær til Føroya Kærustovn
við nøkrum málum, og
hann greiddi eisini frá
onkrum mál, har limur ikki
hevur fingið frítíðarløn av
útgoldnari vanlukkutrygg-
ing.
Ellintur segði, at felagið
hevur heitt á Fiskimálaráð-
ið um at dagføra sjólógina
og sjómanslógina, har felag-
ið metir, at tað týdningar-
mesta við sjómanslógini er
at broyta hana soleiðis, at
hon verður galdandi fyri
fiskiskip á sama hátt sum
fyri handilsskip.
– Munnliga hava vit fing-
ið at vita, at málið verður
tikið upp í nærmastu fram-
tíð, segði hann.
Ellintur Abrahamsen tos-
aði eisini um viðurskiftini
viðvíkjandi trygd á sjónum
og um arbeiðsumhvørvið
umborð á skipum.
– Eg vóni, at limirnir
skilja krøvini, sum
sett eru í sáttmála-
samráðingunum, sum
hava verið og teim-
um, sum standa fyri
framman, segði
Ellintur Abrahamsen
á aðalfundi í FSN
AÐALFUNDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ellintur Abrahamsen, for-
maður í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag, segði á
aðalfundi felagsins týsdag-
in, at FSN hevur havt eitt
positivt
rakstrarúrslit
í
farna ári.
Hann vísti á, at frá 1.
desember eru tøku hølini
hjá felagnum leigað útaftur,
og tí metir leiðslan, at árið
2004/ 2005 eisini fer at
hanga saman fíggjarliga, tó
at onkrar ábøtur eru, sum
mugu gerast.
Skilja krøvini
Á aðalfundinum segði for-
maðurin seg vóna, at limir-
nir skilja krøvini, sum felag-
ið hevur sett í farnum sátt-
málasamráðingum – og í
teimum samráðingum, sum
standa fyri framman.
– Standa vit saman, eiga
vit at vinna fram á, men
standa vit ikki saman, er
tap í hendi, segði hann.
Á aðalfundinum legði
formaðurin dent á, hvussu
umráðandi tað er fyri felag-
ið og tess limir, at hesir
gera vart við seg, tá ið teir
meta seg ikki at hava fingið
síni rættindi.
– At gera vart við seg,
gevur felagnum besta møgu-
leikan fyri at arbeiða víðari
við málinum, segði hann.
Ellintur
Abrahamsen
segði seg vóna, at limir
felagsins fáa eitt gott kom-
andi ár, tá ið farið verður
aftur til verka.
Standa vit saman
vinna vit fram á
FSN nógv jørn í »eldinum«
Ellintur Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara- og
Navigatørfelag
Mynd: Jens Kr. Vang
Felagið miðjar eftir at
fáa fleiri kommunur
at brúka sáttmálan
fyri havnameistarar
og havnaumsjónar-
menn
AÐALFUNDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á aðalfundinum hjá FSN
greiddi Ellintur Abraham-
sen frá, at sáttmálin, sum
felagið hevur við Komm-
unala Arbeiðsgevarafelagið
(KAF) fyri havnameistarar
og
havnaumsjónarmenn,
varð endurnýggjaður við
gildi frá 1. oktober 2003 og
tvey ár fram.
Sáttmálin er galdandi fyri
tær kommunur, sum ynskja
at fylgja hesum sáttmála.
Men tað eru bert tríggjar
ella fýra kommunur, sum
ynskja tað.
– Vit hava eftirhondini í
mong ár havt sáttmála um
havnameistarar og havna-
umsjónarmenn í Fugla-
fjarðar kommunu, Runa-
víkar kommunu og Sørvágs
kommunu. Roynt hevur
verið at fáa aðrar kommun-
ur at fylgja sáttmálanum,
men tað hevur gingið strilt-
ið.
Við aftur…
Ellintur vísti á, at Miðvágs
kommuna eisini hevur gjørt
av at fylgja sáttmálanum,
men har er alt ikki komið
uppá pláss enn.
– Fyrst í nítiárunum var
sáttmálin eisini millum
FSN og Nes kommunu,
Sjóvar kommmunu, Tvør-
oyarar kommunu, Vest-
manna kommunu og Skála
kommunu, men eftir at sátt-
málin varð uppsagdur í
sambandi við árligar lønar-
samráðingar, vildu hesar
kommunur
ikki
endur-
nýggja sáttmálan.
Ellintur
Abrahamsen
segði, at FSN miðjar eftir at
fáa hesar somu kommunur
at brúka sáttmálan aftur.
FSN ynskir sáttmála
við fleiri kommunur
– Standa vit saman, eiga vit at vinna fram á, segði formaður í FSN, Ellintur Abrahamsen
Mynd: Jens Kr. Vang