hósdagur 30. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 250 - 30. desember 2004
Tsunami ella flóðaldan, ið eftir fáum minuttum týndi fólk
og fæ í túsindatali í Suðurasia, er ein ræðulig áminning
um, hvussu smá og veik vit menniskju eru, tá náttúran
vísir seg í allari sínari ræðuligu megi. Slíkar náttúr-
vanlukkur kunnu ikki fyribyrgjast, men ávaringarskipan-
inar kundu ivaleyst verið nógv betri. Her er tørvur á betri
samskipan av altjóða samstarvinum á hesum øki.
Undir slíkum umstøðum skulu altjóða samfelagið og al-
tjóða samhaldsfestið standa sína roynd. Fyrstu samdøgrini
hava víst, at hetta er eingin trupulleiki. Hóast ómetaliga
stórar trupulleikar av frástøðu og flutningi, so streymar
hjálpin til vanlukkuraktu økini í Suðurasia. Tað er
ómetaliga trupult at røkka øllum, sum hava tørv á hjálp.
Fólk býr á fjarskotnum plássum og í fjarløgdum
oyggjasamfeløgum, har telesamskiftið, ið frammanundan
vanlukkini var vánaligt, nú er burtur.
Tað er heimssamfelagsins ábyrgd at hjálpa, tá slíkar van-
lukkur raka og hetta er uttan mun til, um slíkt hendir um
okkara leiðir ella hinumegin jarðarknøttin. Norðurlond
ganga sum vant á odda og hava longu avskipað tjøld,
teppi, mat, heiluvág og fersktvantnsgeneratorar í stórum
mongdum. Starvslið við læknum og sjúkrarøktar-
serfrøðingum eru send avstað, har tørvur er mettur at vera
mestur. Noreg er sum vanligt á odda í hesum tiltaki, men
hini norðurlondini eru væl við. Víst er slík stór vanlukka
heimssamfelagsins ábyrgd men er eisini talan um okkara
ábyrgd. Føroyingar eru altíð til reiðar at hjálpa tá stórar
náttúruvanlukkur raka í útheiminum – tað verið seg nær
ella fjar. Fólk taka vanliga rívan til, tá soleiðis er og tað
stendur sum kunnugt ongantíð á hjá privatfólki, kirkjum,
samkomum og felagsskapum at hjálpa. Óneyðugt er at
nevna dømi um hetta. Hinvegn er tað eitt sindur øðrvísi
við tí almenna. Vit hava ongan politikk fyri humaniterum
arbeiði á altjóða støði.
Vit hava mangan á hesum staði mælt til, at tær almennu
Føroyar skuldu tikið størri altjóða ábyrgd ikki bert, tá van-
lukkur sum kríggj, hungursneyð og náttúrukatastrofur
raka menningarlond, men sum heild at vera meira við í al-
tjóða humanitera arbeiðinum. Í gjár mæltu vit til at fara
undir at skifta orð um innihaldið í einum føroyskum
menningarhjálparpolitikki, eins og vit mæltu til, at
føroyskar samkomur, kirkjur, stovnar og felagsskapir, ið
altíð hava verið tilreiðar at hjálpa, verða tikin við uppá
ráð, tá hesin politikkur skal orðast. Vit fegnaðust eisini
um, at løgmaður og landsstýrið reageraðu so skjótt og
boðaðu frá, at landsstýrið fór at mæla løgtingsins fíggj-
arnevnd til at játta eina millión krónur til neyðhjálp-
ararbeiðið, sum er í gongd. Nú bíða vit eftir, at fíggj-
arnevndin fer at ganga ynski løgmans á møti. Peningurin
verður latin altjóða Reyðakrossi og har er hann í góðum
hondum. Tað tænir løgtingi, landsstýri og øllum Føroya
fólki til æru, um henda upphædd skjótast møguligt verður
játtað til altjóða hjálpararbeiðið. Ein millión er ikki
nógvur peningur, men í tí neyðstøðu, sum ræður er tað so,
at allur bati bøtir. Kanska áttu nakað meira at verið játtað.
Vit eru hóast alt eitt av heimsins ríkastu londum.
Reyðikrossur í Føroyum fer nú at skipa fyri innsavning,
soleiðis, at uppaftur meira peningur kom úr Føroyum.
Hetta er sera gott, og vit loyva okkum til at mæla
fólki,vinnulívi, kirkjum, samkomum, felagsskapum og
myndugleikum til at taka væl ímóti hesum stigi hjá
Reyðakrossi í Føroyum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Okkara ábyrgd
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Stella Zachariassen
Argir
Sorgarleikir koma al oftast
yvir okkum tá vit minst
vænta tað, og tað sum er
hent í Asia og serliga Sri
Lanka, sum er mítt móður-
land, er ein stórur sorgar-
leikur. Íbúgvar á Sri Lanka
hava verið ígjøgnum so
nógv ringt síðani kríggi
byrjaðið í 1983 og sorgar-
leikirnir fáa næstan ongan
enda. Tá eg sat og hugdi
eftir myndunum sum komu
um sjónvarpsskíggjan og sá
at har vóru fólk sum smílt-
ust, tá hugsaði eg at hesi
fólk hava verið ígjøgnum
so nógv, og tó altíð til reiðar
at smílast. Tað er eitt stórt
sjokk at verða á hesari síð-
uni av jørðini feiðrandi jól
og njóta alt tað góða, með-
an fólk á hinari síðuni av
jørðini standa vónleys og
við eini daprari framtíð.
Eg skrivi hetta bræv fyri
at heita á tykkum føroying-
ar og Føroyar sum eitt fólk
at minnast Sri Lanka og
fólkið har og biða eina bøn
fyri teimum. Gud var vil-
ligur at bjarga Sodoma og
Gomorra um bert ein rætt-
vísur persónur var har, og
sjálvt um Sri Lanka er eitt
land við ymiskum religión-
um og mentanum, so eru
vit øll menniskju við sama
skapi og øll hava følilsi.
Eg havi tosað við foreld-
ur míni á Sri Lanka og tey
søgdu frá at gøturnar í bý-
num eru fyltar við menn-
iskjum sum syrgja og sum
eru farin frá húsi og heimi
bert við einum posa í hond-
ini og í posanum er alt tey
eiga, restin er burtur. Eisini
søgdu tey frá sorg har fólk
hava mist børn, mann,
konu, mammu, pápa og
familju og sorgin er stór.
Pápi mín segði frá at flóðin
steðgaði bert einar 100
metrar frá teirra húsum.
Hetta er tíðin har vit sum
menniskju mugu hava sam-
kenslu og tørv á at deila
okkara jólagleði. Tørvur er
á bøn og fíggjarligum
stuðli. Øll hava brúk fyri
vón og øll vit í Føroyum
kunnu verða tann vónin fyri
Sri Lanka. Føroyar kunnu
vera ein lítil tjóð, hjarta- og
sinnalagið er sera stórt og
gevandi, so tað sum er sera
tídningarmikið er at vit
sum ein tjóð reisa okkum
og »lend a helping hand«
(rætta út hjálpandi hond).
So nógvir fiskimenn eru
burturblivnir. Hesir, sum
bert tjena uml. 10 kr. um
dagin til at hjálpa familjuni
eru burtur og heima situr so
konan og børn við ongum.
Konan, sum oftast uttan út-
búgving, situr heima uttan
vón at fáa arbeiðið og skal
finna sær aðrar vegir at
syrgja fyri familjuni. Lat
okkum birta vón í hesum
menniskjalívum
við
at
hjálpa til.
Nú havi eg skrivað og
biðið tykkum um hjálp á
Sri Lanka, tí hetta er mítt
móðurland. Eg sendi eisini
hesar tankar til tey sum eru
í hinum londunum rundan-
um og sum eru rakt av hes-
um hervuliga sorgarleiki.
Eg vil eisini takka Føroya
landi fyri tann stuðul tit
hava valt at senda til suður
eystur Asia.
At enda vil eg biðja tykk-
um um at minnast mítt sera
vakra heimland, sum hevur
tilnøvn sum Paradise Island
og Pearl in the Indian Ocean.
Enn einaferð túsund takk
fyri samkenslu og hjálp.
Hjálpi Sri Lanka
Vágakórið fer at hava
jólakonsert í Sørvágs
Kirkju hóskvøldið
klokkan 20.00. Øll
skráin, sum varð
framførd á Giljanesi
fyri jól, verður aftur
at hoyra á konsertini í
Sørvági
TÍÐINDASKRIV
Vágakórið
Hóskvøldið 30. december
klokkan 20.00 fer Vágakór-
ið at hava jólakonsert í Sør-
vágs Kirkju. Framførd verð-
ur skráin, sum var at hoyra
í auluni á Giljanesi sunnu-
kvøldið fyri jól.
Kórið, sum var at síggja
og hoyra í sjónvarpi um jól-
ini við einum parti av hesi
konsertini, fer at syngja
nógvar av kendu jólasálm-
unum, eins og eisini onnur,
fyri summi kanska minni
kend verk, verða at hoyra.
Millum annað, sum verð-
ur framført, verður verkið
»Einglaljóð«, sum Frits Johan-
nesen hevur gjørt føroyskan
tekst til, og har tann ungi
pianisturin úr Miðvági, Oluf
Dam, fer at hava fylgispæl.
Onkur Mariuvísa verður
við. Eitt nú ein hjá kenda
týska tónaskaldinum Johan-
nes Brahms, sum nevnist
»Der Jäger«, sum Aksel Tór-
garð fyri árum síðan týddi
til Vágakórið, og nevnir
»Veiðimaðurin«.
Umframt teir kendu jóla-
sálmaranar og -sangirnar,
fer kórið eisini at syngja
okkurt kent, gamalt danskt
jólalag, sum føroyskur tekst-
ur er gjørdur til.
Jólakonsert í Sørvági