hósdagur 30. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 30. desember 2004
11
Á fundi týskvøldið
avgjørdi Reyði
Krossur Føroya, at
farast skal í hvørt hús
í Føroyum at útvega
stuðul til londini
kring Indiska Havið.
– 25 fólk møttu á
fundinum, og serliga
sýndu tey ungu
stóran hug at luttaka,
sigur Suni Vinther,
formaður á Reyða
Krossi. Umboð fyri
landsstýrið var eisini
á fundi
NEYÐHJÁLP
Heini í Skorini
Heini_skorini@yahoo.com
Týskvøldið klokkan 20
hevði Reyði Krossur Før-
oya fund niðri í hølunum í
Vágsbotni við endamál-
inum at finna fram til,
hvussu føroyingar kunnu
luttaka í neyðhjálp til
Suðurasia eftir ræðuligu
Tsunami vatnflóðina í Ind-
iska Havinum. Suni Vinth-
er,
formaður
í
Reyða
Krossi, metti talan vera um
ein positivan fund, og fleiri
uppskot vórðu viðgjørd. 25
fólk møttu til fundin.
Virkin ungdómur
Suni Vinther frøddis serliga
um, at fleiri yngri kreftir
luttóku og vóru sera initia-
tivtakandi.
– Í arbeiðinum í Reyða
Krossi eru tað mangan teir
somu einstaklingarnir, sum
møta til fundirnar, men týs-
kvøldið vóru nýggj andlit
at síggja, og serliga var
hugaligt at uppliva ein
virknan og initiativtakandi
ungdóm, sigur Suni Vinth-
er. Formaðurin greiðir frá,
at alskyns uppskot vóru
uppi at venda, og Reyði
Krossur skuldi aftur fund-
ast eftir evstamark á blað-
num mikudagin.
Í hvørt hús
Suni Vinther sigur, at fleiri
ætlanir um innsavningartil-
tøk framvegis eru ógreið, tí
fyrireikingararbeiði júst er
farið í gongd, men semjur
vórðu eisini fingnar í lag og
endaligar avgerðir tiknar á
fundinum.
– Ein niðurstøða á fund-
inum var, at farast skal í
hvørt hús í Føroyum at
savna pening til neyð-
støddu borgararnar í Suður-
asia. Við hesum er endamál
okkara, at allir føroyingar
skulu fáa møguleikan at
aktiverast og veita hjálp,
sigur Suni Vinther. Spurd-
ur, nær arbeiðið fer í gongd
at náa hvørt húsarhald í
Føroyum, sigur Suni, at
hetta helst verður eftir
nýggjár.
– Vit meta tað vera best at
bíða til eftir høgtíðina, tá
íbúgvar aftur eru komnar
uppá pláss í egnum heimi.
So hetta innsavningartiltak-
ið fer helst í gongd fyrst í
2005, greiðir Suni frá.
Hann leggur afturat, at
ætlanin eisini er at finna ein
einstakan dag, t.d. ein leyg-
ardag fyrst í januar, har allir
føroyingar kunnu luttaka í
einum ella øðrum tiltaki,
har peningurin fer til neyð-
hjálp.
Landsstýrið á fundi
Suni Vinther sigur, at Reyði
Krossur Føroya hevur verið
í sambandi við politiska
myndugleikan um tað einu
milliónina, landsstýrið hev-
ur skotið upp at senda av-
stað. Umboð fyri landsstýr-
ið var eisini á fundinum, og
sambært Suna er longu av-
greitt millum Reyða Kross
og landsstýrið, at milliónin
skal sendast avstað, og
sambært ÚF verður pening-
urin nýttur til eina flótta-
legu á Sri Lanka.
– Hóast eykajáttanin ikki
formliga er samtykt, hava
vit fingið ábyrgdina av
henni, og hon verður send
fyrsta dagin til danska
Reyða Kross, sum síðani
sendir hana víðari, sigur
formaðurin.
Konsertir ov dýrar
Onnur hugskot um tiltøk
vórðu eisini viðgjørd á
fundinum, og Suni greiðir
frá, at fundarfólkið var ein
samansett eind umboðandi
ymsar áhugabólkar, og øll
komu við konstruktivum
uppskotum. Spurdur, hvørji
onnur tiltøk eru í væntu,
sigur Suni, at serlig upplýs-
ing til børn eisini er á veg.
– Vit ætla at skipa fyri
einum átaki, har upplýsing
um neyðhjálp, vanlukkur
og hjálpararbeiði verður
veitt teimum heilt ungu
børnunum. Endamálið er at
gera tey tilvitað um støðuna
hjá mongum kring heimin,
sigur Suni.
Møguleikin at skipa fyri
konsertum varð eisini um-
røddur á fundinum týs-
kvøldið, men Suni sigur, at
konsertir hava stórar út-
reiðslur við sær, og tí eru
tónleikatiltøk ikki ovarlaga
á listanum.
– Men um samskiparar
bjóða seg fram, har kostn-
aðurin verður hildin á ein-
um rímiligum støði, eru vit
sjálvsagt áhuga, sigur Suni
Vinther at enda.
Kaj Johannesen, for-
maður í FUT, sigur, at
teir avgjørt eru sinn-
aðir at luttaka í neyð-
hjálpini til Suðurasia.
– Ein konsert er dýr
og drúgv at fyrireika,
men vit umhugsa
møguleikan sigur Kaj
Johannesen
NEYÐHJÁLP
Heini í Skorini
Heini_skorini@yahoo.com
Aðrastaðni á síðuni eftir-
lýsir formaðurin í Reyða
Krossi, Suni Vinther, sjálv-
bodnar kreftir at bjóða seg
fram í neyðhjálpararbeið-
inum til vanlukkuraktu øki-
ni kring Indiska Havið.
Suni nevnir, at konsertir er
ein møguleiki at útvega
pening, men tær eru dýrar
at samskipa, og tí eru tær
ikki ovarlaga á listanum
yvir ætlanir hjá Reyða
Krossi.
Kaj Johannesen, formað-
ur í FUT (Føroya Undir-
haldsTónleikarafelag), sig-
ur, at nevndin hevur umrøtt
møguleikan at fáa eina kon-
sert upp at standa.
– Tað er eitt stórt apparat
sum skal í gongd, tá ein
konsert skal samskipast,
men vit hava avgjørt havt
tað í huga, og vit umhugsa í
løtuni møguleikan, sigur
Kaj Johannesen.
Men Kaj hevur sam-
stundis eitt annað uppskot
og áheitan. Árliga nýggj-
árskonsertin verður hildin
hóskvøldið, og tá ein kon-
sert longu er komin upp at
standa, vildi tað sambært
honum verið upplagt hjá
fyrireikarunum at latið
nakað av vinninginum til
Reyða Kross, sum so kann
senda peningin víðari.
– Men vit í FUT um-
hugsa eisini møguleikan.
Vit hava ikki tikið initiativ
enn, men vit eru tilvitaðir
um, at vit hava skund, um
vit skulu gera nakað, sigur
Kaj Johannesen. FUT skal í
næstum meta, um vinning-
ur kann fáast við at halda
eina konsert, og um tón-
leikarar og aðrir aktørar
kring eina konsert eru vil-
ligir at offra tíð og orku frí-
villiga, kunnu vit møguliga
vænta eina konsert fyrst í
næsta ár.
Innsavningartiltøk í Føroyum:
Reyði Krossur fer húsagongd
– Ein niðurstøða á fundinum týskvøldið var, at farast skal í hvørt hús í Føroyum at savna
pening til neyðstøddu borgararnar í Suðurasia. Við hesum er endamál okkara, at allir
føroyingar skulu fáa møguleikan at aktiverast og veita hjálp, sigur Suni Vinther, formaður í
Reyða Krossi
FUT umhugsar at hjálpa til
Formaðurin í FUT, Kaj
Johannesen, umhugsar
møguleikan at skipa fyri eini
konsert til frama fyri offrini
kring Indiska Havið