hósdagur 30. desember 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 250 - 30. desember 2004
Tøkk
Eina hjartans tøkk vilja vit veita tykkum øllum, ið á
ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá elskaða mamma,
vermamma, omma, og langomma okkara
Estrid Fanny Dam Olsen
andaðist og varð borin til hvíldar.
Tøkk tit, ið vóru um hana, og vístu so stóra umsorgan
meðan hon var sjúk.
Ein serlig tøkk til tykkum starvsfólk á B5 / G4.
Tøkk til Oddmar á Steig og Hera Joensen prest,
fyri góð og troystarík orð.
Tøkk til sangarar og kórið fyri góðan sang.
Tøkk fyri alla hjálp, fyri blómur og gávur til Saron,
og tøkk øll tit, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Gott nýggjár øll somul.
Knút, Eileen, Sigfríður, Einar
og Elsan Annika v/ familjum
Sagt verður frá, at okkara kæri maður, pápi og abbi
Olaf Olsen
Grimsby
andaðist 26. desember, 90 ára gamal.
Familjunnar vegna
Selma og dreingirnir
Dagurin
30. desember. Dávid. Hildin til minnis um Dávid
kong, sum vit lesa um í Sámuelsbókunum og fyrst í
Fyrru kongabók.
Navnið er hebráiskt og merkir elskaður.
Eg lati hurðina upp í barnaheimi
mínum. Fari inn. Eg steðgi á eina
løtu í gongini, manni meg upp, at
fara víðari.
Tað er fyrstu ferð, síðani mamma
fór, at eg eri her norðuri. Her er so
stilt og kalt at koma inn. Eg fari ein
túr runt í heiminum, og so inn aftur
í stovuna.
Eg leggi meg á sofuna í
frakkanum. Sorgin og saknurin níva.
Meðan eg liggi soleiðis, renna
minnini fram fyri meg.
Tankarnir leita aftur á barnadagar-
nar. Eg minnist eitt heim fult av lívi.
Har mamma var miðdepilin. Full av
kærleika til okkum.
Eingin ivi var um, at lívið hjá
henni snúði seg um okkum.
At hon hevði nógv at gera, tá vit
vóru børn, minnist eg væl.
Tá var posthúsið og handil heima
hjá okkum. Harafturat var kúgv,
seyður og annað tílíkt at takast við.
Hetta hoyrdi tíðini til.
Men hóast tað, gav hon sær altíð
tíð til okkum.
Vetrarkvøldini spældi hon ymisk
spøl við okkum, segði frá søgum og
sang úr Guds fólk sangbók. Hetta
vóru ríkar løtur.
Soleiðis dugdi hon so væl at vísa
okkum, hvussu stóran týdning vit
høvdu fyri hana. Hennara umsorgan
var stór.
Men eydnuríku barnadagarnir
gingu skjótt.
Soleiðis gingu árini og ommu-
børnini komu.
Henni dámdi so væl at fáa vitjan,
jú fleiri, jú betri.
Tá livdi hon mitt í verðini, millum
børn, verbørn, ommubørn og lang-
ommubørn. Og nógv vóru vit
mangan.
Hon plagdi at spyrja, meðan hon
hugdi útgjøgnum vindeyga »Hvør
man fara at koma í dag?«
Altíð kom onkur at vitja, og øll
vóru vælkomin.
Mamma mintist hvønn føðingar-
dag hjá øllum, og vit vóru ikki so fá.
Ikki minni enn 35 ommubørn og
enn fleiri langommubørn untist
henni at fáa.
Soleiðis fylgdi hon væl við øllum
sínum.
At vera omma var nakað henni
dámdi væl.
Tá ommubørnini vóru lítil, var
hon væl fyri.
Hon visti so væl hvat børnunum
dámdu. Hon plagdi at hava nýbak-
aðir bollar, heitt kakao og róma
standandi á borðinum, tá vit komu.
Altíð hevði hon onkra søgu at for-
telja børnunum.
Tá vit høvdu verið og vitjað, plagdi
hon at fylgja okkum út til bilin.
Tey síðstu orðini hjá henni vóru
altíð, áðrenn vit skiltust: »Jesus veri
hjá tykkum og takk fyri alt. Ringið
tá ið tit eru komin heim«.
Hon hevði ongan frið á sær, fyrr-
enn hon visti, at vit vóru komin
heim í øllum góðum.
Hesi orð segði hon líka til tað
síðsta.
Soleiðis var hon. Hennara um-
sorgan viknaði ongantíð. Hugsaði
altíð um hini. Lítillátin og takksom
fyri alt.
Mamma gjørdist nú meira og
meira óhjálpin. Hon róði nú seinasta
teinin. Stavnhaldið var Himmalin.
Hon náddi ein høgan aldur – 86 ár.
Eg eri sera glað og takksom fyri,
at mær eisini untist at vera um hana
og hjálpa henni, til hon at enda trygt
legði seg í Harrans hendur.
Nú er mamma farin. Hon er nú
saman við babba í Himlinum.
Saknurin er stórur, men minnini
um tykkum bæði liva.
Ein dóttir
Til minnis um mína elskaðu mammu
Andreu Weihe, Selatrað
06.02.1918 – 06.10.2004
Jarðarferð
Jarðarferðin hjá Hákun Magnussen verður úr
Havnar Kirkju hósdagin 30. desember kl. 13.30.
Tey, ið vilja minnast Hákun, kunnu lata eina gávu
til Húsavíkar Kirkju.
Í dag, hósdagin 30. desember, eru
hálvt hundrað ár liðin, síðani Elin á
Torkilsheyggi varð fødd. Hon er ætt-
að úr Gøtu, men hevur seinastu lítlu
fjórðings øldina búð á Nesi, har hon
er bóndakona.
Foreldrini hjá Elini eru Elin Maria
ella Ellu Mia og Ólavur Gregersen í
Syðrugøtu. Børnini hjá teimum eru
Sæunn, Dagbjørt, Elin, Hallbera,
Malan og Ólavur. Ellu Mia, sum er
ættað úr Heiðunum, og Ólavur
høvdu spinnarí, handil, reiðaravirki
og so nógv annað, og so hvørt sum
børnini komu til, hjálptu tey til, og
ikki minst eftir at Ólavur doyði
longu 17. oktober í 1980 bara 54 ára
gamal, mundi tað koma væl við, at
eitt nú Elin tók við ábyrgd.
Elin arbeiddi í Tøtingarvirkinum.
Elin hosurnar eru tað ivaleyst fleiri,
sum framvegis komast við. Tær
vórðu bundnar á maskinu, sum Elin
var bestýrari á. Frá 1976 og fram til í
1992 var Elin í handlinum Valhøll.
Síðani Brotið í Saltangará opnaði,
hevur Elin arbeitt har, og nú hevur
hon í fleiri ár staðið fyri dagliga
rakstrinum. At hon er ógvuliga ar-
beiðssom, og at tað er gott skil í
henni, ivast eingin í, sum hevur við
Elina at gera.
Elin var tvey skeið í skúlanevndini
í Nes kommunu. Seinna skeiðið var
hon formaður, og hon hevur eisini
verið í skúlastýrinum, sum tað nú
eitur. Á kommunuvalinum í novem-
ber í ár varð Elin vald í bygdaráðið í
Nes kommunu, har hon verður for-
maður í mentunarnevndini á nýggj-
árinum.
20. september í 1980 giftist Elin
við Leivi á Torkilsheyggi. Hann er
bilførari, og so er hann eisini bóndi.
Hann situr við stórum parti av gamla
Náðisgarðinum, sum var tann partur-
in av prestagarðinum á Nesi, ið varð
pensiónsgarðurin. Tey bæði rógva
væl saman, og Elin er ófør bónda-
kona. Hon er hoyggingargeneralur
og tekur upp slaktið, og tað er so
mangan, at hon og maðurin eru burt-
uri í haga yviri í Nevinum, har tey
hava góð og hugnalig hús.
Elin og Leivur eiga fýra børn - Óla
Kristian, Erla, Beinta og Óluva - og
tað er ein fragd at koma á gátt hjá
teimum á Heyggi.
Frá tí at hon var smágenta, hevur
Elini dámað væl sang, og hon hevur
sungið nógv. Plátuútgávurnar vóru
ikki so títtar, tá ið Elin og tær fyri
einum 35 árum síðani sungu Ein lítil
genta gekk í sunnudagsskúla. Seinni
var hon eitt nú saman við manninum
í Midnáttarsangbólkinum í Runavík,
sum sang nógva staðni kring landið
og gav tvey bond út, og tey seinnu
árini hevur hon verið í kvinnukórin-
um í Nebo á Toftum.
Elin á Torkilsheyggi 50 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.