hósdagur 17. desember 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
38
TRÓNDUR ARGE
T
að er vetrarsteðgur í
føroyskum fótbólti.
Tað merkir at tað eru
fleiri spælaraflytingar,
og nógvar leysasøgur um
spælaraflytingar. Feløgini eru
blivin betri til at fyrireika seg
tíðliga til komandi kappingarár,
men tað eru altíð feløg, sum
koma í nýggjar støður, og tí
skulu hava nýggjar spælarar.
Tað er røringur í B36, sum
hevur fingið nýggjan venjara
til komandi kappingarár. Dan
Brimsvík verður tó uttan tveir
av framrættaðu profilunum í
ár. Árni Frederiksberg er farin
til KÍ, og í vikuni skifti Michal
Przybylski til HB.
07 Vestur og B68 eru nýggj í
bestu deildini og skulu fyrireika
seg til harðari mótstøðu
komandi kappingarár. Tey
hava eisini fingið nakað av
tilgongd. Vit hyggja nærri at
spælaraflytingunum higartil.
HB: Fleiri ósvaraðir
spurningar
HB hevur í vikuni kunngjørt, at
felagið hevur gjørt sáttmála við
Michal Przybylski. Hann skiftir
frá B36, har hann hevur verið ein
profilur í ár.
– Tað er fyrst og fremst
tað ítróttarliga ið telur. Eg
vildi fegin hava eina nýggja
ítróttarliga avbjóðing, og
tað er neyvan nøkur størri
avbjóðing her í landinum, enn
at royna at vinna sær pláss á
liðnum hjá greipuvinnarunum.
Og so er tað sjálvandi tann
professionella tilgongdin í HB,
sum hugtekur meg, sigur Michal
við heimasíðuna hjá HB.
HB hevur havt frágongd av
Mikkel Frankoch og Mathias
Nygaard. Seinnnevndi bleiv
valdur til ársins miðvallara í
føroyskum fótbólti í ár. Tað
er á hansara plássi, tað sum á
fótbóltsmáli eitur ein 8’ari, at
Michal Przybylski skal royna at
vinna sær pláss.
– Fyrsta avbjóðingin er at
royna at vinna mær pláss á
tí sterkasta liðnum í 2020. Ja,
kanska tað sterkasta í fleiri ár.
Málið er at spæla so nógv sum
gjørligt, og at mennast sum
spælari. Eg vil gera mun við
mínum dygdum, og vónandi
vera við til at vinna. Eg vil eisini
sleppa at smakka gull, leggur
hann brosandi afturat.
Enn er ógreitt hvussu
endaligi hópurin kemur at
síggja út, tí tað er óvissa við
bæði Tróndi Jensen, ið ikki
hevur sáttmála við HB komandi
ár, og René Shaki Joensen, ið
hevur sáttmála, men hevur
verið ónøgdur síðani hann bleiv
valdur frá til steypafinaluna.
Mathias Nygaard, Mikkel
Frankoch og Øssur Dalbúð halda
ikki fram í HB, meðan Jógvan
Rói Davidsen er givin. Bjarti V.
Mørk er komin til úr AB og skal
verða eykamálverji.
NSÍ: Jann farin av landinum
Tað var nakað rokaligt móti
endaum av kappingarárinum
í NSÍ, tá Allan K. Jepsen tók
við sum venjari eftir Glenn
Ståhl. Úrslitini vóru góð móti
kappingarenda, og NSÍ vann
sær pláss í Europa League til
komandi kappingarár. Síðani
hevur ikki verið so nógv at hoyrt
til NSÍ.
Toppskjúttin, Klæmint A.
Olsen, og Petur Knudsen, sum
er kosin til ársins spælara farna
kappingarár, hava báðar boða
frá at teir halda fram. Tað ger
eitt nú Tórður Thomsen eisini.
Higartil er stóra frágongdin Jann
J. Benjaminsen, sum er farin
til norska triðjudeildarfelagið,
Hødd IL.
- Nú Jann Benjaminsen hevur
tikið av møguleikanum at spæla
fótbólt í Norra, har hann skal
spæla við Hødd, so vilja vit í NSÍ
takka Jann fyri tíðina í NSÍ. Jann
hevur verið í felaginum síðan
2013, tað vil siga í 7 ár. Jann hevur
spælt 105 dystir í bestu deildini,
umframt steypakapping og 10
evropa leage dystir. NSÍ takkar
Jann fyri tíðina í NSÍ, og vit
ynskja Jann Benjaminsen bestu
eydnu í Norra. Um longsulin til
Føroyar gerst ov stórur, so ert
tú altíð vælkomin heim aftur
til NSÍ, skrivaði heimasíðan hjá
NSÍ.
Jann Benjaminsen spældi
allar 27 dystirnar fyri NSÍ
í ár. Hann byrjaði á vinstra
vongbakkinum, men bleiv seinni
fluttur yvir á høgra vongbakkin.
NSÍ hevur í Bárði J. Hansen ein
avloysara, men hann hevur
trupulleikar í knøunum. Tí
hevur hann bara spælt 12 dystir.
Rógvi Egilstoft kom undan
kappingarárinum frá EB/
Streymi. Hann hevur klárað
seg væl sum vinstri miðverji av
trimum, men tað ljóðar at nýggi
borgarstjórin á Eiði fer aftur
til EB/Streym. Spurningurin
er bara um borgarstjórin fær
stundir at spæla á besta liðnum.
Tað hevur ljóðað, at NSÍ
gjørdi eina roynd at fáa
Árna Frederiksberg aftur í
barndómsfelagið, tá hann skifti
frá B36 til KÍ. Tað ljóðar eisini,
at NSÍ er millum feløgini, ið vilja
hava Stefan Radosavljevic. Hann
er uttan sáttmála og heldur helst
ikki fram í B36.
Tað hava verið nógvir
danskir spælarar í føroyskum
fótbólti seinasta árið. Tí er ikki
óhugsandi, at Allan K. Jepsen,
venjari, hevur eyguni eftir
onkrum í Danmark eisini.
KÍ: Árni inn – Ole út
Tað hevur verið nakað um
skiftiligt við spælarahópinum
hjá KÍ í ár. Ætlanin var at bygg
ja víðari á meistaraheitið í
2019 við tilgongd av spælarum
sum Alessio Hyseni, Abubakar
Ibrahim Aliyu og Sebastian
Avanzini, men ongin teirra
tók av. Sebastian Avanzini var
skjótur av landinum aftur,
meðan Abubakar Ibrahim Aliyu
fyrst kom vegin fram í summar.
Samstarvið endaði skjótt, eftir
at hann bleiv sendur heim í
tvær vikur eftir eina innanhýsis
støðu í hópinum. Alessio Hyseni
spældi fram til í sammar, men
avrikini vóru ikki góð.
Tá
hevur
føroyska
tilgongdin roynst væl. Bæði
Odmar Færø, sum kom til
undan kappingarárið, og Heini
Vatnsdal, sum kom til í summar,
hava spælt væl. Av teimum
útlendsku hevur Ole Erik
Midtskogen verið tann besti.
Tíverri fyri KÍ hevur tað ikki
eydnast at halda fast í sterka
norðmanninum, sum nú er farin
til Dundalk í Írlandi. Tað er liðið,
sum vann seg í bólkaspælið í
Europa League, eftir ein 3-1 sigur
á KÍ. Tað málið skoraði Ole Erik
Midtskogen.
Eina løtu í vetur sá hópurin
hjá KÍ nakað tunnur út, eftir
at spælarar sum Steinbjørn
Olsen (ÍF), Ólavur Niclassen (ÍF),
David Skrbec (av landinum) og
Lukasz Jarosinski (av landinum)
eru farnir, meðan Meinhard P.
Joensen er givin. Hartil eru fleiri
lyklaspælarar uttan sáttmála.
Fyrsta stóra undirskriftin
kom, tá Árni Frederiksberg
stóð á KÍ-loftinum. Hann er
fluttur til Klaksvíkar og verður
nú partur av KÍ-hópinum. Síðani
longdu spælarar sum Jákup B.
Andreasen og Páll A. Klettskarð.
Eisini er nýggjur málverjin
komin til úr Esbjerg, Mathias
Rosenørn.
Mikkjal K. Thomassen,
venjari,
segði
í
stuttari
viðmekring til Fótbóltsgalla
2020, at tað verða helst fleiri
undirskriftir á KÍ-loftinum
undan komandi kappingarári.
KÍ hevur eisini fingið sær
nýggja video-skipan kring
vøllin við Djúpumýru. Hetta
kann brúkast til taktiskar
venjingar, men við hesum ber
eisini til hjá venjaratoyminum,
at síggja endurtøkur eitt nú í
hálvleikinum av einum dysti.
B36: Stór óvissa í
árstalsfelagnum
Av fimm teimum stóru feløg
unum í føroyskum fótbólti, so
valdar størst óvissa í B36. Michal
Przybylski er farin til HB, og
Árni Frederiksberg er farin til
KÍ. Stefan Radosavljevic er uttan
sáttmála, og søgurnar siga at
hann helst endar í HB ella NSÍ.
Tað hevur eisin ljóðað, at hann
hevur møguleikar í Svøríki.
Erling Dávidsson, Rói M.
Hentze og Sebastian Pingel
hava ikki longt, meðan tað er
óvist hvussu nógv Andrias H.
Eriksen, Hugin Samuelsen og
Eli F. Nielsen fáa spælt komandi
ár vegna skaðar. Tað ljóðar nú,
at Sebastian Pingel fer at halda
fram. Hann hevur umhugsað at
flyta av landinum. Tilgongdin
telur Bjarka Nielsen úr AB.
- Eitt skifti til júst B36 hevur
verið í huganum í eina tíð hjá
mær. Felagsskapurin kring liðið
tykist góður, og eg gleði meg
at verða partur av hópinum.
Persónliga vóni eg, at eg megni
at bíta meg fastan í hópin og fáa
nógva spælitíð, og so er ætlanin
avgjørt eisini, at vit í 2021
aftur vinna okkum rættin til
europiskan fótbólt, sigur Bjarki
C. Nielsen við B36 á Facebook, tá
skiftið bleiv kunngjørt.
B36 hevði eisini sáttmála
kláran til Ronnie Møller-Iversen,
men tað bleiv ikki til nakað
hóast alt.
So er spurningurin hvussu
nógvir leingja sáttmálan av
teimum, sum ikki hava sáttmála.
Hvussu nógv fáa spælarar sum
Andrias H. Eriksen, Hugin
Samuelsen og Eli F. Nielsen
spælt komandi ár.
Og til seinast er spurningurin
hvørjar spælarar fær B36 til
hópin. Dan Brimsvík hevur verið
venjari hjá U15-dreingjaliðnum í
Lyngby, sum er eitt av sterkastu
feløgunum í Danmark til
at uppala spælarar. Helst
hevur hann gott samband til
Danmarkar, sum hevur verið
gott mið fyri spælarar farna
kappingarár.
Víkingur: Ættarliðsskiftið
heldur fram
Tað er ikki nógv at hoyra til
spælaraskifti í Víkingi. Tað
ljóðar at Ísak Simonsen er á
veg frá KÍ, meðan Bogi Reinert
Petersen skal verða upp á
tal í barndómsfelagnum ÍF.
Andreas Lava Olsen var í øðini
Flytingar í føroyskum fótbólti:
MICHAL VELUR
MICHAL VELUR GRANNAR
GRANNAR
NAR FYRI NORÐAN
NAR FYRI NORÐAN
Tað er stór frágongd í B36,
meðan HB enn hevur fleiri
ósvaraðar spurningar. KÍ
skal finna avloysara fyri
Ole Erik Midtskogen, TB
leggur afturat hópinum, og
07 Vestur hevur fingið tveir
vilstar synir heimaftur