hósdagur 17. desember 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 90
39
eftir steypafinaluna, har hann
ikki kom á vøllin, og skal hava
tømt skápið í Víkingahúsinum
eftir dystin. Hetta er áleið sama
støða, sum var í HB, har tann
ónøgdi var René Shaki Joensen.
Helst leggur tað seg aftur.
Bárður á Reynatrøð er komin
aftur av Skála, har hann hevur
verið útleigaður í eitt ár. Fleiri
av ungu spælarunum hava
longt sáttmála, og tað hevur
liðskiparin, Atli Gregersen,
eisini. Tað er pláss fyri tilgongd,
men kósin hjá felagnum er
greið. Nýggir spælarar skulu
setast við, so helst verða flestu
av loysninum lokalar.
ÍF: Liðskiparin
kemur aftur?
ÍF byrjaði kappingarárið við
einum ambitiøsum projekti,
sum tó misti loftið, tá spælarar
blivu óklárir og steðgaðu.
Jan Ó. Ellingsgaard legði
liðskiparabandið frá sær og
steðgaði. Hann var leingi á
veg til EB/Streym, men síðani
hevur einki verið at hoyrt.
Filip Djordjevic var hin. Hann
spældi heldur ikki nakað serligt í
seinasta triðinginum. Tað ljóðar,
at ÍF arbeiðir við at fáa báðar
spælararnar aftur í hópin til
komandi kappingarár. Ari Ó.
Ellingsgaard og Dánjal á Lakjuni
eru givnir.
Jens Joensen er millum
teirra, sum hevur gjørt nýggjan
sáttmála, meðan Steinbjørn
Olsen og Ólavur Niclassen eru
komnir úr KÍ. Uros Stojanov
hevur langtíðarsáttmála og er
ein týðandi spælari á liðnum.
Sum skilst, so verður arbeitt við
at fáa ein útlendskan miðverja,
umframt at fáa Boga Reinert
Petersen aftur í hópin. Hann
hevur í ár spælt við Víkingi.
EB/Streymur: Ongin
broyting enn
Sundalagsmenn kunnu fegnast
um eitt gott kappingarár, sum
gav eitt sjeynda pláss og 24
stig. Tað ljóðaði, at bæði Jan Ó.
Ellingsgaard og Rógvi Egilstoft
skuldu koma til liðið, men
tað tykist nú minni sannlíkt,
tí Jan Ó. Ellingsgaard helst
verður verandi í ÍF, meðan
Rógvi Egilstoft nú er vorðin
borgarstjóri á Eiði. Tað krevur
eisini nógva tíð.
EB/Streymur hevur longt við
spælarar sum Símun Sólheim
og Hjalta K. Djurhuus, sum
komu frá HB undan kapp
ingarárinum. Profilar sum
Niklas Kruse og Andras Olsen
halda eisini fram, meðan fleiri
av yngru spælarunum hava
fingið sáttmála. Kanska verður
størsta styrkin hjá EB/Streymi,
at hópurin verður tann sami.
Bárður Olsen kom til í summar
í ár, og tað riggaði væl. Kanska
hann heldur fram í barndóms
felagnum?
TB: Fleiri broytingar
við Stórá
TB hevur eina heilt serliga
støðu í føroyskum fótbólti,
sum tað einasta felagið, har tað
ikki er koyrandi til úr høvðus
staðnum. Tað hevur givið
TB nakrar serligar avbjóðar í
samband við at fáa spælarar
til felagið. Føroyskir spælarar
hava ikki víst stóra áhuga at
ferðast suður, meðan fleiri av
lokalu spælarunum ikki fáa
gerandisdagin at hanga saman,
tá teir arbeiða norðanfyri.
Hetta er millum annað
galdandi fyri Poul Ingason,
sum gevast í TB og við fótbólti
á hægsta stigi. Av øðrum hava
spælarar sum Sebastian Kroner,
Rasmus Møller, Frederik Mehder
og Filip Obadovic boðað frá, at
teir ikki halda fram. Tilgongdin
telur Nikola Stoisavljevic, sum
er komin úr B68, og Simon S.
Rasmussen, sum er komin úr
Kjellerup.
Michael Winther, venjari,
hevur fleiri ferðir víst á, at
TB hevur brúk fyri spælarum
útifrá, fyri at fáa eitt gott
venjingarumhvørvi, har teir
ungu spælararnir í felagnum
mennast. Í ár hava spælarar
sum Einar Thorsteinsson, Jens
Erik Bruhn, Nikolei Johannesen
og Andreas Midjord gjørt stór
framstig.
Tað er harmligt fyri TB, at ein
spælari sum Teitur Olsen ikki
hevur fingið eina longri yrkisleið
í barndómsfelagnum. 25 ára
gamli miðverjin spældi bara
tríggjar dystir í fjør. Hinvegin er
tað gott at síggja Rógva Joensen
aftur á miðvøllinum, meðan
John Villi Leo hevur boðað
frá, at hann spælir komandi
kappingarár. Hann var ikki við
í seinnu hálvu í ár.
07 Vestur: Vilstir synir
eru aftur á Dungasandi
Við 14 sigrum í teimum seinastu
15 dystunum vann 07 Vestur sær
pláss í bestu deildini aftur. Heðin
Askham tók við eftir nøkur
umfør í ár, og eftir eitt sindur
tillagan, fekk hann gongd á liðið.
Tað skal tó eitt sindur meiri til,
fyri at klára seg í bestu deildini.
07 Vestur hevur onkuntíð satsað
nógv við spælarum útifrá, men
tað hevur miseydnast. Nú er
málið fyrst at fáa sínar egnu
spælarar heim.
Bæði Silas Eyðsteinsson
og Asbjørn Heðinsson hava
spælt við AB í ár, men verða
komandi kappingarár at finna á
Dungasandi aftur. Arbeitt verður
við at fáa Høgna Egilstoft kláran
aftur, men tað er ósannlíkt at
Rógvi Egilstoft og Eli F. Nielsen
venda nøsina aftur til 07 Vestur.
Janus S. Samuelsen er ein annar.
Hann gavst í AB í fjør og er eitt
gott boð.
Spurningurin er so um 07
Vestur fær fatur á onkrum
spælarum, sum ikki sleppa
upp í part aðrastaðni, ella um
teir eisini fara at leita uttanfyri
landoddarnar. Jesper van
der Heyden kundi verið ein
møguleiki. Hann hevur slitið
sáttmálan við AB. Har renna
eisini onkrir spælarar, sum til
hetta kappingarárið skiftu frá
HB til AB, fyri at spæla í bestu
deildini.
B68: Óvæntaði uppflytarin
Á Toftum hava tey nógvar
royndir í bestu deildini, men
tað kom eitt sindur óvart á, at
liðið flutti upp í ár. Tað hendi
við at vinna 3-2 á AB í upp- og
niðurflytingardystinum. Liðið
er nakað ungt og ein av roynd
astu spælarunum, Óli H. Olsen,
boðaði eisini frá, at hann gevst
við fótbóltinum á hægsa stigi.
Nýggjur á Toftum er Lukasz
Cieslewicz, sum í ár hevur spælt
við Víkingi. Hann er fluttur til
Toftir at búgva og kemur at hava
aðrar uppgávur eisini. Higartil
er hann einasta tilgongdin.
Undan farna kappingarári
segði formaðurin í felagnum,
Jóhannus Martin Olsen, at nú
skuldi felagið aftur hava eina
grundstammu av Toftum, men
við uppflytingini verður helst
neyðugt at leggja okkurt afturat.
Málverjin, Nikola Stoisavljevic,
er farin til TB. B68 er eisini í
nýggjari støðu, nú tunnilin letur
upp. Helst fer tað eisini at kasta
eitt sindur av sær. Enn hoyrist
tó lítið. Jasper van der Heyden
er nevndur, men tað er kanska
tað tí tað er upplagt.
S
kjótisamband Før
oya hevur nú fing
ið limaskap í Inter
national Shooting
Sport Federation.
Føroysk ítróttafólk innan
skjóting kunnu sostatt vera
við í altjóða kappingum undir
føroyskum flaggi.
Skjótisambandið hev
ur fingið limaskap í Inter
national Shooting Sport
Federation, ISSF, eftir at ser
sambandið fyrstu ferð søkti
um limaskap í august 2019.
Føroysk ítróttafólk innan
skjóting kunnu sostatt
eisini vera við í kappingum,
sum Evropeiska Olympiska
Nevndin, EOC, skipar fyri.
EOC staðfesti endaliga í 2019,
at Føroyar sleppa at luttaka
undir føroyskum flaggi í EOC-
kappingum í teimum ítrótta
greinum, har Føroyar hava
altjóða limaskap.
– Hetta eru frálík tíðindi –
serstakliga fyri menningina
av føroyskum skjótiítrótti.
Vit eru sera takksom fyri, at
ISSF hevur bjóðað okkum
vælkomnum upp í felags
skapin. Limaskapurin fer ikki
einans at geva okkara ítrótta
fólkum íblástur, hann fer
eisini at geva okkum royndir
á hægsta stigi. Vit eru so sera
takksom fyri hesi góðu tíð
indi, sigur Esmar Joensen,
formaður í Skjótisambandi
Føroya.
ÍSF fegnast um altjóða
limaskapin hjá Skjótisam
bandinum. Jon Hestoy,
varaforseti í ÍSF, sigur, at
limaskapurin er enn ein týð
andi varði á leiðini at fáa før
oyskum ítrótti alsamt fleiri
altjóða viðurkenningar.
– Hetta eru stórtíðindi, tá
talan er um at menna før
oyska skjótiítróttin í komandi
árum, og hetta passar sum
fótur í hosu við, at vit gera
nýggja skjótibreyt, sigur Jon
Hestoy.
Hann fegnast um, at alsamt
fleiri føroysk ítróttafólk hava
fingið høvið at kappast á al
tjóða stigi undir føroyskum
flaggi seinnu árini. Føroyar
hava nú altjóða limaskap í 12
ítróttagreinum: bogaskjóting,
badminton, dart, fótbólti,
hondbólti, parasport, judo,
skjóting, svimjing, borðtennis,
taekwondo og flogbólti.
Skjótisambandið
fingið altjóða
limaskap