Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 19. JANUAR 1999 frið Terapiin fær ikki Í mong ár hevur psykiatriska deild á Landssjúkrahúsinum havt eitt hús nærhendis kirkju- garðinum við Velbastaðvegin, har sj úklingar hava havt eee at røkta høsn og dunnur, sum ein liður í viðgerð teirra. Men trupulleikin er, at húsið fær ikki frið. JOHN JOHANNESSEN Gróthúsið og økid kring gróthúsið hjá sjúklingunum á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum hevur stóran týdning fyri sjúkling- arnar, sigur ein av røktar- unum á deildini. Hesin heldur tað vera serstakliga keðiligt, at beistagerðir alla tíðina verða framdar móti teimum. Glúpur horvin Røktarin sigur, at hann fyri tíð síðani lænti ein dýran glip at fanga hønurnar við Hesin glúpurin hevur í langa tíð ligið við gróthúsið, har dunnurnar og hønurnar eru, men nú fyri stuttum varð hesin glúpurin stolin. Røktarin sigur, at hann heldur tað vera øgiliga keði- ligt, at slíkar beistagerðir skulu vera framdar móti einum so góðum endamáli, sum hesum. Hann sigur, at talan jú er um viðgerð av sálarligum sjúklingum, og hesum áttu fólk at havt fyri- lit fyri. Hann leggur afturat, at sjúklingarnir ikki hava so nógv annað at ganga uppí, enn høsnini, dunnurnar og gróthúsið, og tískil er tað, at hann er serstakliga kedd- ur av, at unglingar ikki kunnu lata gkið fáa frið. Røktarin, ið tekur sær av húsinum og økinum kring tað, sigur, at talan er ikki bert um, at ein glúpur er stolin. Hann sigur, at tvey smá hús hjá dunnunum eisini eru sorlaði sundur. Eggjastuldur Hetta er ikki fyrstu ferð, at beistagerðir eru gjørdar á økinum hjá psykiatrisku deild. Fyrr eru egg nevni- liga stolin í hópatali, og tå mátti løgreglan koma upp í málið, verður sagt av psyki- atrisku deild. Røktarin sigur seg hava varhugan av, hvør tað er, ið framt hevur beistagerðirnar móti økinum hjá sjúkling- um hansara, og heitir hann tískil á dreingirnar um at koma aftur við glúpinum áðrenn hendan vikan er farin. Glúpurin skal bert leggjast har hann lá, og so er í lagi. Røktarin sigur, at um dreingirnir koma aftur við glúpinum hesa vikuna, slepst undan at fáa løg- regluna við í málið. Tann ónevndi røktarin sigur, at ætlanin er at fara at seta skelti upp, fyri at vísa á, at grindaleys ikki hava atgongd til økid hjá sjúkl- ingunum. Harafturat vísir hann á, at elektrónisk yvir- váking verður sett upp. At enda heitir røktarin á fólk, ið búgva nærhendis trødni hjá psykiatrisku deild, um at siga frá, um tey síggja nakran fremja beista- gerðir á økinum. Eisini eru fólk, ið møguliga vita okk- urt at siga um beistagerð- irnar hesuferð vælkomin at venda sær til starvsfólkið á psykiatrisku deild á lands- sjúkrahúsinum. tíðindablaðið Starvsfólkið á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum filist á, at hugnaliga gróthúsið hjá sjúklingunum ikki fær frið Mynd: Jens Kr. Vang : Ge vid dressingi + Roastbeef vid piparrót og remoulátu + Skinka'vid slikkasparges * Egg og rækjur * Kókaður toskur við dressingi - á flógvit kjøt- og fiskarættir við eplum, ríslog ymsum sósum 3 Pæigkar dessertir Hotellid í miðbýnum Tel 31 32 33 | Verið vælkomin at bileggj - ofta er fullsett! a borð