týsdagur 19. januar 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11 — 19. JANUAR 1999
tíðindablaðið
Brekað
kunnu fáa
stuðul til
ferðing
Visitatiønsnevndin fyri frítíðarmið-
stóðina Musholm Bugt hevur í eitt ár
verið virkin, og hevur í hesum
sambandi veitt føroyskum brekaðum
við familjum møguleika at fara á
summarfrítíðarferð til Danmarkar.
Nevndin er í løtuni
í Fóroyum og
kunnar um frítíðarmiðstóðina
DAGNY JOENSEN
Nú verður møguleiki hjá
brekaðum at søkja um stuð-
ul til ferðing í summarfrí-
tíðini.
Møguleiki er fyri at fara
á Musholm Bugt frítíðar-
midstødina við Korsør, har
nøkur pláss eru tek til før-
oyingar.
Nevndin, sum stendur
fyri hesum virkseminum er
í løtuni í Føroyum, fyri at
upplýsa um arbeiðið at
skaffa frítíðarpláss, eins og
at kunna fólk um, hverjir
møguleikar eru at sleppa til
Danmarkar at feraðast..
Visitatiónsnevndin , sum
hevur verið virkin í eitt ár,
hevur fingið pening til vega
frá Føroya Banka og skavi-
spæli hjá Muskelsvind-
grunninum í Danmark, hev-
ur nøkur pláss tek á Mus-
holm Bugt fritidarmidstød-
ini, eins og Smyril Line og
Atlantic Airways hava latið
ferðaseðlaískoyti, sum hev-
ur gjørt tað møguligt hjá
brekaðum í Føroyum, fyri
ein sámuligan prís, at fara
til Danmark at ferðast.
I dag verður tíðindafund-
ur, har meira fæst at vita um
fritidarmøguleikarnar.
Pauli Ellefsen og
Suni Jacobsen eiga
nu KPMG saman
9 snu Få
4 BE
Nú eigur Pauli Ellefsen ikki einsamallur fyritókuna
KPMG
JAN MULLER
Grannskoðanarvirkið
KPMG, sum vanliga hevur
verið sett í samband við
Paula Ellefsen, fær nú enn
ein eigara. Í blaðnum í dag
verður í lýsing sagt frá, at
felagið er umskipað og hev-
ur nú tveir eigarar. Súni
Schwartz Jacobsen eigur og
rekur nú grannskoðanar-
virkið KPMG saman við
stovnaranum Paula Ellef-
sen.
Virkið er eitt av teimum
størstu grannskoðanarvirkj-
um í Føroyum við 24 starvs-
fólkum.
Muskelsvindgrunnurin, Føroya Banki, Smyril Line og Atlantic Airways lata stuðul til ferðing og uppihald á frítíðarmið-
stóðini Musholm Bugt
Savnsmynd
1
i]
1
| |
| eee Í |
Så
Nu eru tveir eigarar
Felagið er umskipað og hevur nú tveir eigarar. Súni Schwartz
Jacobsen eigur og rekur nú grannskoðanarvirkið KPMG saman við
stovnaranum Paula Ellefsen. Felagið kallast nú KPMG statsaut.
revisorar Sp/f, og hevur yvirtikið alt grannskoðananvirksemið hjá
KPMG Pauli Ellefsen p/f.
Eitt virki í menning
KPMG er eitt av storstu grannskóðanarvirkjum i Foroyum. Virkið
hevur ein breiðan og góðan kundaskara, bæði innan handil og
ídnað, peningastovnar og figgjarstovnar, eins og kommunur og
landið. Á virkinum arbeiða 24 fólk. Tveir statsaut. revisorar, 3
medarbeidarar við cand. merc.-aud. útbúgving og onnur 19
dugnaligs starvsfólk tryggja, at virkið er væl fyri at loysa tær
uppgávur, sum verandi og komandi kundar, leggja fyri okkum.
Virksemið í KPMG er grundað á fleiri ára royndir innan
grannskoðanaryrkið. Lutvíst egnar royndir. Lutvíst royndir, sum vit
hava vunnið gjøgnum fast og regluligt samband við
grannskoðanarfyritokur úti í heimi.
Altjóða samstarv
Felagið er føroysk ogn burturav. Samstundis eru vit limir i KPMG
International, sum er eitt tað storsta grannskoðanarsamtakið í
heiminum. Samstarvið millum grannskoðanarfyritokurnar skal
tryggja kundunum hjá KPMG somu góðu tænastur um allan heim.
Limaskapurin gevur okkum og kundum okkara møguleika fyri at
hava beinleiðis samband við serdeildir á stórum útlendskum
grannskoðanarvirkjum.
Fjølbroyttar tænastur
Saman við 92.000 starvsfelogum í umleið 150 londum veita vit
tænastur innan grannskoðan og roknskap, skatt, etv-grann-
skoðan, vinnuráðgeving/corporate finance o.a. Vit geva råd um
partafelagsskatt og persónskatt, samanlegging av felogum,
klúgving av feløgum, meirvirðisgjald o.a. Eisini hjálpa vit privatfólki
og felogum við at fylla út sjálvuppgávur.
KPMG statsaut.revisorar Sp/f heldur til á Staravegi 17 i Havn, har KPMG
hevur húsast seinastu árini. Nýggja telefonnummarið er 34 34 34 og
nýggja telefaxnummarið er 34 34 35.
KPMG statsaut.revisorar Sp/f, a Faroese limited liability
company (reg.no. 2732), established under Faroese law,
is member df KPMG international, a Swiss association