Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. januar 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Andras Kristiansen: Nevndin er spurd: Vit hava borið okkum rætt at Andras Kristian- sen í Landsstýr- inum sigur. at Skipanarnevndin hevur góðtikið, hvussu farast skal fram tá ið fiski- loyvi í ymsum bólkum verða toga saman if Va Keypt stora. rsk: frystilínuskipið Frøvanes og at teir afturtyri 1ava lagt try skip. Miðving. Frøyanes hevur so fingið 1 4) { vil 1 } + av Oskidøgunum njå hjá Odini »rl; onøga SØLSA stendst sv. Ér at nyggja línuskipið skal í bólk saman við útróðrarbátum yvir 40 tons um um fiskidøgum., ast Frøyanes ikki so t sum hevur fingið ein av døgunum hjá Onøgd er eisini rokningina av tí Hetta úttalilsi fekk bæði formannin í Meginfelag Út róðrarmanna. Michelsen. og rorm Chris Jan tyrrverandi num Linu- Dam, at innin í fe Arna leypa upp frå Teir eru báðir limir í Skip- anarnevndina og siga sum við einari rødd, at tað er skeivt, at Skipanarnevndin hevur vidgjørt málið og at hon enn minni hevur góð- tikið tað skipum. Hevði ongar viðmerk- ingar Men Andras Kristiansen í Landsstýrinum sigur, at Landsstýrið hevur fylgt teirri mannagongd sum tað skal og hevur borið seg rætt at Og hann heldur fast um, at Skipanarneyndin hevur boðað landstýrinum frá. at hon hevur ongar merkingar til måtan, sum hesi loyvini eru løgd saman uppá Skipanarneyndin skal ikki viðgera itøkilig mál. Ti er málið um Froyanes held ur ikki lagt fyri hana, sigur Andras Kristiansen Hann sigur, at gongdin å málinum hevur verið hendan I summar bað Lands stýrið Skipanarneyndina viðgera nøkur ávís mál. Eitt av málunum var at fáa neyndina at viðgera. hvussu fiskidagar skuldi umrokn- ast. tå ið teir vórðu seldir ímillum bólkar. Í ti viðgerðini vildi neyndin hava fleiri upplýs- ingar frá Landsstýrinum. og tað fekk hon. Tann 10. desember fingu vit bræv frá Skipanar- neyndini um, at hon var við Landsstýrið er farið fram eftir málið - og hevur svarað samd við Landsstýrið um. at fiskieynini hjá teimum ymsu skipunum skuldi verða avgerdandi fyri. hvussu fiskidagar skuldi umroknast ímillum bólkar Men Andrass Kristiansen sigur, at hann var ikki heilt nøgdur við svarið. Tann 15. desember sendi eg so Skipanarnevnd- ina bræv og bað hana ar- beiða víðari við málinum. tí taltilfarid, sum hon heyði brúkt. var ikki heilt nýtt. Men so hendi tað, at vit skiftu Landsstýrismann í Fiskivinnumálum. - Stutt eftir bað Skipanar- neyndin um fund við nýggja landsstýrismannin um ar- beiðið hjå nevndini fram- Nr. 11 — 19. JANUAR 1999 LHOY 189 gugrt lógini. nú Frøvanes hevur fingið fiskiloyvi og fiskidagar, sigur Andras Kristiansen. Hann heldur eisini fast um, at Skipanarneyndin er spurd um yvir. Á tí fundinum spurdi eg nevndina, um hon varð lið ug við viðgerðina. Svarað verður, at tað sum er sent Fiskimálastýr inum FMS er hennara svar Men um so er at hetta er grundað á ov "gamalt taltilfar" eigur tað seinast tilfarið at verða brúkt- t. e tað sum var brúkt í rokni- modellinum. tá fiskidaga- skipanin varð gjørd. - Grundað á hetta skluldi Fiskimálastýrið gera eina talvu, sum so eigur at verða nýtt. — Skipanarnevndin metti ikki, at hon skuldi gera meira við hetta málið. - Eftir mínum tykki er tað tí ongin ivi um, at Skip anarnevndin hevur vidgjørt málið og hevur svarað spurninginum Andras Kristiansen sigur. at tá ið nidurstødan er, at fiskievnini eru tað avger- andi, kemur restin av sær sjålvum, tí fiskievnini hjá skipunum í teimum ymsu bólkunum liggur fast. Onkur umsókn afturat Annars = upplýsir Andras Kristiansen, at Landsstýrið hevur fingið onkrar um- sóknir afturat um at keypa skip undir nøkunlunda somu treytum, sum Frøya- nes. Men hann upplýsir ikki. hvussu nógvar tær eru, ella hvadani tær eru. Hava nú biðið sakføraran kanna málið um Frøyanes — Vit vilja hava greiði á, antin hetta er eftir lóg- ini ella ikki, sigur formaðurin i Meginfelag Ut- róðrarmanna Aki BERTHOLDSEN Meginfelag Utróðrarmanna hevur nú gjørt av at biða sakførara kanna málið um Frøyanes Hetta varð avgjørt á nevndarfundi í Meginfelag Utróðrarmanna nú um vikuskiftið. Chris Michelsen, for- maður í Meginfelag Ut6Ør- armanna, sigur, at felagið fer at lesa lógina um vinnu- ligan fiskiskap saman við sakføraranum fyr: at fáa eina meting av um lógin er fylgd í sambandi við fiski- ou Frøvanes.- - OM ve ze * í ÍRÆFI Hann sigur, at tá ið tað er „gjørt, verður stóða tikin til, TX ål re 3084 antin farast skal víðari við málinum, ella ikki. Nú hava vit hoyrt so nógvar tulkingar av lógini um vinnuligan fiskiskap, at tað kanska hevi verið vert at fingið ein óheftan stovn at lisið lógina og at skorið ígjógnum, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Utróðrarmanna. Tann óhefti stovnurin, hann hugsar um, er Føroya Rættur Men hann leggur afturat, at nú eru so nógvar ymsar hugsaninir um, hvussu lóg- in skal tulkast, at tað heyði kanska verið rætt at fingið ein uttanveltadan stovn at lisið hana og at skorið í- gjøgnum og sagt, hvussu hon skal skiljast. Í hesum sambandi sipar hann til Føroya Rætt. Nógv virksemi Annars sigur Chris Jan Mich elsen, at tað hevur verið nógv virksemið sein- astu dagarnar í útróðrarfel- øgum kring landið, um Frøyanes-ætlanina og har nógvir, åtrokandi spurning- ar reistir. — Ein spurningur er, hvørjum treytum, Frøyanes sleppur at fiska undir og um hann skal fiska undir somu treytum, sum aðrir bátar í bólki 4 B, tvs. at vit skulu rokna við at síggja hann seta heilt inn at klettunum, ella eitt nú igjøgnum Djúpini. Hesin spurningur er reist- ur, tí at summar avmark- ingar og reguleringar eru fyri skipastøddir og aðrar eru bara fyri ymsar bólkar. Chris Jan Michelsen nevnir, at várfriðingin er fyri skip í bólki 3, sum eru stállínuskip yvir 110 tons. Men Hóast Frøyanes er stállínuskip uppá mangt slíkt, er hann í bólki 4 B, saman við útróðrarbátum. — Er várfriðingin sostatt ikki galdandi fyri hann?, spyr formaðurin í Megin- felag Utróðrarmanna. Hann sigur, at eitt annað mál er so tann samfelagsligi spurningurin um, hvussu ein slíkur bátur fer at ávirka tey smáu lokalsamfeløgini. Chris Jan Michelsen ivast ikki i, at tann nyggi båturin fer at fáa ålvarsligar avleið- ingarnar fyri lokal samfel- og, har fiskavirkini eru smá. — Tí tað vísir seg, alla- staðni, at skip, sum frysta fiskin umborð, avreiða at kalla alt uttanlands. — Tað er so mikið góður prísur fyri hendan fiskin, at hann fer allur av landinum, t.d. beinleiðis til virkini á Meginlandinum. Sostatt ivast hann ikki í, at hendan gongdin er ikki fremjandi fyri arbeiðið á landi. Hann sigur, at tað, hann serliga hugsar um, er um fleiri skip koma í flotan upp á hendan mátan. Mugu endurskoða Andras Kristiansen sigur, at friðingin innan fyri seks fjórðingar er eftir stødd, so heilt inn í klettin sleppur Frøyanes ikki. Hvussu var við várfrið- ingini, var hann ikki heilt greiðir yvir uppá standandi fót. Men er tað so, at frið- ingin er fyri skip í bólki 3, er tað eitt mál, sum má end- urskoðast, sigur hann.