týsdagur 19. januar 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11 — 19. JANUAR 1999
tíðindablaðið
Veruleikans eygu í
Norðurlandahúsinum
Ferðaframsýningin „Veruleikans eygu“ er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, har norðurlendsk listafólk sýna fram
DAGFINN OLSEN
Vitjar ein Norðurlandahúsið
í hesum døgum. so er fram-
sýning at síggja, ið gevur
eygum og huga almikið at
tríva í. Seks listafólk sína
fram og er talan um fram-
syning, ið ber heitið ,Reali-
tetens Øjne”.
Veruleikin er ymiskur,
hugsar óivað onkur. Har eru
sera livandi og veruleika-
kendar myndir. Unga gent-
an, nakin, ið nærum trínir
fram á gólv, so verulig tyk-
ist hon. Elvis við grúgvuna.
Elvis i Finnmørkini í práti
við ein såma, ið situr við
eldin.
Her fánar veruleikakensl-
an, hóast sera livandi måln
ingin
Uppaftur aðrar myndir
royna als ikki at fáa áskoð-
aran at trína nærri, fyri í
loyndum at kanna, um talan
er um málning ella foto-
mynd.
Men tó, talan er um veru-
leika og hver er so veru-
leikin? Hann er óivað
ymiskur, alt eftir eygunum.
ið hyggja.
Livandi myndir
Henda forvitnisliga fram
sýning er á onkran hátt øØr-
vísi. Hetta kemur eisini til
sjóndar, tá ein trínir innar.
Fyrsta ein sær, er sjónvarps-
rútur, at litríkar myndir
kvikliga fara framvið, með-
an ljóð og tónleikur øsandi
leita upp oyruni.
Men handan sjónvarpið
hanga myndirnar. Á ein hátt
tykist tað, sum er felags-
nevnarin fyri tað mesta frið-
ur. Venda vit aftur til naknu
gentuna og Elvis, so er ró
yvir hesum myndum. Gent-
an á grónu, ella kanska
gulu. bakgrundini er púra
einsamøll. Hesum ivast
neyvan nakar i, har er bert
hon og einki annad, ikki
eingang klæði órógva
myndina. Har er púrt einki
annað.
Og Elvis situr so innhugs-
in við eldstaðin. Hóast vit
eru nær, so er hann einsam
allur í rúminum. Tað ein-
asta, 10 órógvar stilli. er eld
urin, men tað er jú so hugn-
aligt og undirstrikar á ein
hátt friðin
Tann, ið við egnum eyg-
um ætlar at skoða veruleik-
an í Norðurlandahúsinum.
fær við sær snøgga skrå, ið
lýsir sýningina og listafólk
ini.
Tann 26. januar skal
framsýningin víðari til Hor-
sens Kunstmuseum, so ætl-
ar ein at vitja so skl ein vera
skjótur. soleiðis er veruleik-
in!
Frammanundan hevur
hon verið at sæð á Lista
savninum á Akureyri og
Norræna Húsinum í Reykj-
avík
Hotel Hafnia roynir nýggjar leiðir
I gjár lat ein stór buffét og salatbarr upp á Hotel Hafnia, har fleiri enn 20 ymiskir rættir
eru at velja ímillum. Alt frá kjøt- og fiskarættum til pasta v/salat fæst nú á Hotellinum í
miðbýnum ímillum kl. 12.00 og 14.00 hvønn gerandisdag umframt leygardag
DAGBJØRT S. HANSEN
Higartil hevur tad bert ver-
ið møguleiki at fingið buf-
fet á kvøldi á Hotel Haf-
nia, men nú fáa fólk, sum
arbeiða í Havnini og fólk
annars. møguleika at eta
eina stóra og biliga máltíð
á hotellinum í miðbýnum
í døgurdatimanum. Hotel
Hafnia hevur í hesum døg-
um lýst í bløðunum við
stórari buffét umframt
pasta & salatborð fyri bert
85 kr, men tað ber eisini
til, bert at eta av pasta og
salatbarrini fyri 55 kr.
Jóhan Restorff sigur at
tey velja at hava tveir prís-
klassar, soleiðis. at tann
sum er svangur kann
hugna sær við ollum rætt-
unum meðan tann. ið bert
ynskir okkurt lætt til
matna, kann avmarka seg
til bert at eta av pasta og
salatbarrini.
Ynskja fleiri
stamgestir
Høvudsorsøkin til at Hotel
Hafnia nú er farin í gongd
við at gera buffét á midd-
egi er, at tað leingi hevur
verið ynskiligt at fleiri
stamgestir komu inn at eta
mitt um dagin.
- Sum nú er koma ov fá
fólk úti frá, og tað er tískil
mest fólk frá teimum
ymisku fundarvirksemun-
um í húsinum, ið vitja okk-
ara matstovu á middegi.
&
MC og Jóhan Restorff hava latið upp nýggja buffet- og salatbarr á Hotel Hafnia
-Vit halda at ein lættari
og sunnari matskrå fer at
draga fleiri bæði ung og
eldri fólk til matstovuna á
dógurða, og her er bæði
talan um fólk, sum ganga
í skúla ella starvast í Havn
og eisini onnur, ið hava
ymisk erindi í høvuds-
staðnum. Tað sum er týdn-
ingarmikið í hesum sam-
bandi er, at eingin bíðitíð
skal verða, tí tey flestu
hava ein tíma døgurda-
steðg, so tað ræður um at
hava alt klárt tá ið gestirnir
koma, soleiðis at teir
kunnu byrja at eta beinan-
vegin. Tískil er tað skila-
gott at hava eina buffét,
sum vit fáa fyrireika um
morgunin, áðrenn gestirnir
koma.
Uppá spurningin um
hetta er ein roynd at verja
seg ímóti kappingini frá
øðrum matstovum sum t.d.
pitsaria á Sjómansheimin-
um, sigur Jóhan, at tað ikki
kann samanlíknast við at
eta á hotellinum.
- Á matstovuni, sum tek-
ur 80 fólk kanst tú velja
ímillum buffét og salatbarr
ella at eta a la carte, tiskil
hava vit eina sera fjøl-
broytta matskrá fyri ein og
hvønn - alt á einum stað.
"one.
——
Tann gamla daman
kemur til býin
Nú verður aftur høvi at fara til
sjónleik í Sjónleikarhúsinum í
Havn
eftir Friedrich Durren-
matt. sum Elin Súsanna
Jacobsen hevur týtt og
Laura Joensen leikstjórn-
ar. Búnarnar ger Barbara
í Gongini.
Heili 30 leikarar eru
við í leikinum, einamest
mannfólk í búnum aldri.
men tó so, okkurt konu-
fólk er eisini við.
Aase Lutzheft Dunn
hevur kvinnuliga høv-
uðsleiklutin og Jógvan E.
Ósá mannliga høvuds-
leiklutin.
Leikurin verdur synd-
ur i næstum.
DAGFINN OLSEN
Sjónleikarhúsið i Havn
hevur fingid umvæling,
hevur fingið sit gamla
snið aftur, og nógv virk-
semi hevur verið í
húsinum. Nú verður so
aftur møguleiki at fara til
sjónleik.
Havnar Sjónleikarfel-
ag hevur aftur leik á
skránni, felagið sigur, at
hetta er stórfingin leikur,
ið vandur verður.
Talan er um skemtis-
orgarleikin „Tann gamla
daman kemur til býin“