mikudagur 20. januar 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Teir fingu eitt annaðpláss í
finaluni á Sandi í fjor. og síðani
hava teir verið sera vælumtóktir
millum fólk. Teir hava tíkist
nógv við at spæla til dans, men
nú manningin ikki longur øll býr
í suðuroynni, ber ikki so væl til
longur at motast til venjingar
og at spæla saman til dans.
Men sangarin í Wild Child
Poul Arni Holm, hevur hóast alt
góðar vónir til Prix Føroyar
kappingina, sjálvt um ein av
bólkunum, ið kappast skal
ímóti, er Kjølar
Lættari her suduri
— Nú vera tit við í ti partinum
av Prix Føroyar kappingini,
ið verður á Tvoryri, ið ju er
heimavøllur hjá tykkum Hava
tit valt hetta fyri at fáa sum
mest av áskoðarastuðli ?
— Nei, tað er heldur fyri at
sleppa undan at ferðast ov
nógv. Tað er sera strævi at
ferðast úr Suðuroynni, og tí
hildu vit, at best var at melda
seg til kappingini her suðuri. Vit
fáa eisini betri tíð at venja og
fyrireika, tá vit ikki skulu hugsa
um at ferðast, sigur Poul Arni
Holm, ið er sangari í tónleika-
bólkinum Wild Child
Flogan kemur nokk
Spurdur um nær vit fáa høvi at
keypa løgini hjå Wild Child å
fløgu, svarar Poul Arni Holm, at
hetta ikki er nakað, ið bólkurin
hevur ætlanir um enn. Hann
vísir enn einaferð á, at trupult
er at takast við stórar ætlanir
tá ein býr í Suðuroynni. — Tað
kostar jú pening at geva flogu
út, og so kemur ferðakostnað-
urin norður á meginlandið
afturat. Tað kostar jú eitt sindur
til samans, tá ein skal ferðast
fleiri ferðir norður eftir, fyri at
arbeiða við einari floguútgávu
— Hevði tað verið betri, um
studio var í oynni?
— Jú, avgjørt hevði tað verið
tað. Og eg veit eisini okkurt
um, at onkur er farin undir at
gera studio her á Tvoroyri
men eg veit ikki enn, un
hvussu vittfevnandi hendan
ætlanin er
— Fyri at venda aftur til flogu-
útgávuna, so fara vit helst at
koma út við einari stakfløgu
einaferð í summar. Men bass-
spælarin hjá okkum, Tróndur
Enni gongur í skúla í Íslandi,
og tí er torfort at leggja ætlanir.
Hann skal jú koma heilt úr Is-
landi, tá okkurt er á våsi
— Ger tað, at tit búgva so
langt burturi frá hvorjum oðr-
um íkki, at torfort er at fáa
nakað gott burturúr bólk-
inum?
— Jú, tað er eitt sindur keðiligt,
at trummuleikarin, Dánjal Ják-
up, skal búgva í Havn, og at
bassleikarin, Tróndur, skal
búgva í Íslandi, men hetta
mugu vit vit bert smyrja okkum
við. Hinir í bólkinum, eg sjálvur,
Yngd nr. 3
20. jan. 1999
” år
Z. af.
E
YNGD Í DAG:
-Listarnir
-Uttan úr heimi
- Dr. BOMBAY kappingin
- Jacklin, 18 ár og
lyklaleikari
.
Poul Arni Holm, sangari i Wild Child
Trugvi Strøm og Torbjørn Lis-
berg, búgva allir her á Tvøroyri,
so vit fáa tó røkta bólkin eitt
sindur.
Góðar vónir
Poul Arnir Holm sigur, at hóast
kend nøvn sum Kjølar eru við í
Prix Føroyar kappingini á Tvør-
oyri, so hevur hann góðar vónir
til kappingina. Hann sigur tó, at
hann heldur tað vera eitt sindur
torforari at vera við aðru ferð,
enn tað er at vera við fyrstu
ferð. Hetta grundgevur hann
við, at fyrstu ferð hevur ein
Hetta sigur
sangarin í tón-
leikabólkinum
Wild Child í
sambandi við, at
bólkurin skal
vera við á Prix
Føroyar kapp-
ingini, ið byrjar á
Tveroyri 30.
januar
einki at tapa, meðan meira
stendur uppá spæl aðru ferð
Poul Arni Holm endar samrød-
una við at ynskja ollum bólkun-
um i Prix Føroyum eina góða
kapping.