mikudagur 20. januar 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Yngd ar. 3 - 20. jan. 1999
Jacklin Durhuus fyllir 19 ár í morgin, men hóast sín
unga aldur, so er hon ein av lyklaleikarunum hjá besta
kvinnuliðnum hjá VIF, sum hevur tikið mong á bóli í
hesum kappingarárinum
OG LYKLALEIKARI
Terji Nielsen
Avur Haraldsen
Eftir at hava verið á odda við trim-
um málum seint í dystinum mót
Kyndli og álíkavæl hava tapt, so er
tað væl skiljandi, at ein av evnarik-
astu kvinnuligu hondbóltsleikarun-
um í landinum, Jacklin Durhuus úr
Vestmanna, sær rættuliga vónbroun
út. nú Yngd hittir hana ein góðan
hálvan tíma eftir. at dysturin er lok-
in. Vit fara eitt sindur til síðis og fáa
okkum eitt prát um, hvussu tað er
hjá einari 18 ára gamlari gentu at
verða berandi kraft hjá einum av
oddaliðunum í 1. deild hjá kvinnum
í hondb6lti.
Byrjaði sum átta ára gomul
Tad eru góð tíggju ár sidank, at tann
tá átta ára gamla Jacklin Durhuus
gekk stuttu leiðina frá heiminum á
Gørðum í Vestmanna og yvir í
ítróttarhóllina til sína fyrstu venjing.
Sum Jacklin sjálv sigur tað. so er tað
helst so, at allir Vestmenningar fyrr
ella seinni hava roynt at spælt hond-
bólt.og tí var tað bara ein sjálvfylgj-
a. at man fór undir at venja hond-
bólt. Tá var ikki tað stóra skili á
venjingini hjá teimum yngru deild-
unum í felagnum, og sum Jacklin
sigur, so var tað sum oftast tveir eitt
lítið sindur eldri dreingir, sum stóðu
fyri venjingini. Av somu orsøk vóru
úrslitini ikki so góð fyrstu árini.
Tá ið Jacklin spældi í deildini gentur
14 ár, hendi ein stór broyting í VIF,
sum fekk stóran tødning fyri hond-
bóltin í Vestmanna. Danin Lars
Nedergaard var settur sum venjari
hjá øllum liðum felagsins og undir
hansara leiðslu kom nógv betur skil
á venjingina.
Hetta gav eisini úrslit hjá Jacklin og
hennara lidfeløgum, tí tær gjørdust
føroyameistarar í deildini gentur 14
år, og í árunum aftaná vunnu teir
eisini fleiri heiðursmerkir.
16 ár og 1. deildarleikari
Tá ið Jacklin var einans 16 ára gom
ul leikti hon sín fyrsta deild í 1.
deild, men longu árið frammanund-
an hevði hon leikt á besta liðnum
hjá VIF sum 15 ára gomul. tá ið tær
vóru í 2. deild.
Hetta var sjálvsagt ein stór broyting
yri eina so unga gentu, men tað
vandi man seg skjótt við. Tað gjørd-
ist skjótt greitt. at Jacklin hevði ser-
iga góð hondboltsevnir, og tað
øgdu hini liðini eisini til merkis, og
tað var ikki óvanligt, at métstødu-
iðini valdu at mansverja Jacklin,
10ast hon var yngsti leikarin á lið-
num
Fyri tveimum árum síðani gekk so
illa hjá VIF, at tær í fjør noyddust
aftur at leika í 2. deild. Jacklin gekk
tá í skúla í Havn, og hon valdi tí at
leika við øðrum havnarfelagnum.
Kyndli. Um hetta sigur Jacklin við
Yngd, at tað var øgiliga gott, men
tað var somuleiðis ein stór broyting í
at venja við VIF og so Kyndli.
Í Vestmanna er kvinnulíðið ongantíð
tikið í álvara fyrr enn nú, men tað
merktist beinan vegin i Kyndli, at
har høvdu kvinnurnar so sanniliga
eisini sítt at siga. Somuleiðis var
venjingin í Kyndli, undir leiðslu av
Sophus Dal-Christiansen, eisini
nógv harðari enn Jacklin var von
við. Ein annar stórur mumur var tað.
at fleiri av teimum. sum Jacklin
hevði leikt við í Vestmanna, høvdu
familju, og hetta noyddist ein altíð at
hava í huga, um onkur ikki møtti til
venjing. Í Kyndli var tað so at siga
eingin, sum átti børn, og tiskil bar
betur til hjá leikarunum at meta til
venjing hverja ferð.