hósdagur 21. januar 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 21. JANUAR 1999
tíðindablaðið
Stor vindmylla
setast upp
i Eysturoynni
Gongur alt sum SEV hevur ætlað, verður ein 40
metrar høg vindmylla sett upp nærhendis
núverandi vindmylluni omanfyri Nes á Toftum
um Ólavsókuleitið. Nýggja vindmyllan hevur
eina orku á 750 kilowatt, og nøktar hon 10
prosent av streymtórvinum í Eysturoynni.
JOHN JOHANNESSEN
SEV hevur í seinastuni gjørt
nógv við at útbyggja skip-
anir teirra soleiðis, at orka
kann vinnast burturúr
náttúrukreftunum. Stórar
vatnorkuútbyggingar eru
farnar fram á Eiði, og eisini
er onkur einstøk vindmylla
sett upp. Í Eysturoynni
stendur ein vindmylla á
Skorðhæddini = omanfyri
Nes á Toftum. og nú hevur
SEV avgjørt at seta eina upp
eina vindmyllu afturat 500
metrar frá hesari mylluni.
Nýggja vindmyllan verð-
ur sett upp á Stovuheyggi,
ið liggur beint sunnan fyri
vegin millum Toftir og
Toftavatn.
Sett upp å Olavsøku
Nýggja vindmyllan, ið SEV
samráðist við donsku fyri-
tøkuna NEG Micom um at
keypa. verður helst sett upp
um Olavsøkuleitid. Klæ-
mint Veihe, stóri í SEV, sig-
ur, at myllan verður í
hvussu so er ikki sett upp
langt eftir Olavsøku. -
Hetta kemst av tí ofta vána-
liga veðrinum í Føroyum.
Tá ein setir upp eina vind-
myllu, er neyðugt at veðrið
er til vildar. Tað ber als ikki
til at seta eina vindmyllu
upp í vánaligum líkindum,
sigur Klæmint Veihe.
— Av tí at nýggja vind-
myllan er so stór, verður
hon flutt heim til Føroya í
smáum lutum. Men um hon
kom í fullari stødd, hevði
tó ikki borið til at sett hana
upp, orsakað av, at eingin
krani er i Føroyum, ið kan
lyfta eina ógvuliga tunga
vindmyllu 40 metrar upp,
sigur Klæmint Veihe, SEV
stjóri.
Klæmint Veihe sigur, at
fólk frá fyritøkuni, ið fram-
leiðir vindmylluna, koma til
Føroya at seta hana upp.
Hann sigur, at tað sjálvandi
hevði verið best, um vind-
myllan kom til Føroya i
heilum líki, men sum áður
nevnt gera umstødurnar her,
at hetta ikki ber til.
Væl sterkari
Klæmint Veihe sigur, at
nýggja vindmyllan hevur
væl stórri megi enn tann, ið
løngu stendur omanfyri Nes
í Eysturoynni. Nýggja vind-
myllan hevur nevniliga eina
megi á 750 kilowatt, meðan
tann gamla bert hevur eina
megi á 150 kilowatt.
Við sínum 750 kilowatt-
um klárar nýggja vindmyll-
an at veita streym til umleið
10 prosent av allari streym-
nýtsluni í Eysturoynni.
SEV metir kostnaðin av
vindmylluni, tá hon er kom-
in upp at standa uppi å
Stovuheggi í Eysturoynni.
at vera einar fimm milliónir.
Hetta er tó bert ein met-
ing, tí tekningar av funda-
mentinum og annað eru ikki
lidugar enn, sigur Klæmint
Veihe.
Varnir við
útbyggingum
Stjórin í SEV sigur. at fe-
lagið hevur havt ta hugsan.
at ein skal vera varin við at
útbyggja ov nógv við vind-
myllum og øðrum ødrvisi
orkugevandi keldum. Tó
kemur nú tann næsta vind-
myllan í Eysturoynni, men
Klæmint Veihe sigur, at
hendan er so stór, at eingin
kemur afturat á sama staði.
— Eg skal hóast alt ikki
siga, at tað ikki ber til at
seta vindmyllur upp aðra-
staðni í landinum, men
spurningurin er at finna eitt
gott vindstað, har eingin
turbolensur er, sigur Klæ-
mint Veihe. Hann sigur eis-
ini, at vegur skal vera nær-
hendis staðnum, har vind-
myllur verða settar upp, og
eisini er neyðugt, at ein há-
spenningslinja er tætt við.
Klæmint Veihe sigur, at
hetta tó ikki merkir, at ongar
vindmyllur koma afturat í
Føroyum. Hann sigur, at um
onnur stød, ið møguliga
kunnu brúkast, finnast aðra-
staðni í landinum, so koma
hesi einaferð í tíðini eisini
upp átal.
Loyvini ikki í lagi
Tá farast skal undir eina so
stóra ætlan, sum at seta eina
vindmyllu upp, krevjast
nógv loyvi, bæði frá hagan-
um, kommununi, friðingar-
neyndini og eisini Heilsu-
frødiligu Starvstovuni. Og
hóast SEV er komið langt í
ætlanunum um at seta eina
vindmyllu upp afturat í
Eysturoynni, eru oll loyvini
ikki fingin enn.
Klæmint Veihe sigur við
blaðið, at loyvi enn ikki eru
fingin frá kommununi og
Heilsufrødiligu Starvsstov-
uni. Tó hava friðingar-
myndugleikarnir givid loyvi
til at sera mylluna upp. og
Klæmint Veihe væntar ikki,
at tað fer at gerast nakar
trupulleiki at fáa loyvi frå
kommununi og Heilsufroði-
ligu Starvstovuni.
Nýggja vindmyllan, ið
SEV hevur ætlanir um at
seta upp í Eysturoynni, er
40 m høg og gevur eina
megi á 750 kilowatt.
Myllan verður keypt frá
donsku fyritókuni NEG
Micom
0)
FUJITSU
Multimediatelda
Fujitsu Myrica 350 MHZ
AMD K6-2 350MHZ - 64MB SDRAM - 6.4 GB HD
32x CD-ROM - 16 bit ljóðkort - 15" skerm
hátalarar - ATI AGP grafikkort við 8 MB VRAM
Windows 98 - MS Word 97 - Ms Works 4.5
Avmarkað nøgd !!!
Figging: útgjald kr. 3.400, -
Rest yvir 12 mør.: kr. 595,- um møn
FARODANE KO
Tlf. 311414 - Fax 317534