Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 13 — 21. JANUAR 1999 Lagt til rættis: Eirikur Lindenskov tidindabladid 15 I 1996 seldi Hyundai 1.310.000 bilar - og nåddu teir vid hesum sølutølum upp å 11. plåss av heimsins bilaframleiðarunum. Málið år 2000 er at verða millum 10 teir størstu bilaframeliðarar í heiminum út at koyra Mynd: Jens Kristian Vang Hyundai væl á veg Tann koreanski ídnaðarrisin er nú komin væl nærri topp- inum. Seinasta uppteljingin av globalu bilaframleiðsluni setir Hyundai á 11. pláss. mált eftir seldum bilum og nummar 12, tá hugt verður eftir framleiddum bilum. Við 1.310.000 seldum bilum í 1996 hevur Hyundai yvirhálað so kendar risar sum BMW. Mercedes. Mazda og Volvo. Orsøkin er ein tilvitad satsan frá kor- eansku fyritøkuni, sum hev- ur sett sær eitt so ambitiøst mål: I år 2000 ætlar Hy- undai Motor Company at finnast millum teir 10 størstu bilaframleiðararnar í heiminum! Frá Hyundai verður sagt, at hetta ikki bara er nakað, teir siga. Bilaframleiðarin er ein partur av heimsins størstu idnadarfyritøkum, sum við 170.000 starvsfólk- um m. am framleiðir bilar, skip og teldur At Hyundai meinar hetta i ålvara sæst eisini å einum øðrum hitlista, har Hyundai longu er at finna millum topp 10. Eitt amerikanskt kanningarfelag hevur enda- vent handlisføri hjå 4.500 asiatisku fyritøkum - har teir hava kannað kapping- arføri og vøkstur inn í næsta ártúsund. Her náddi Hyun- dai konsernin áttandapláss- ið. Dentur varð lagdur á serliga stóru fløgurinar, sum Hyundai hevur gjørt í fram- leiðslumenning og tøkni- fróði, varð sagt. Klárar seg eisini væl í Avstralia Í seinasta >út at koyra< um- røddu vit suðurkoreansku vilaframleidsluna - at landið evdi sett sær fyri. at i år 2000 skuldi landið fram- eiða 3 milliónir akfør og verða heimsins fimt størsta vilaframleidaraland. Verður hugt hvussu fram- eiðslan er býtt millum ymsu koreansku bilamerk- * ini, so sæst, at Hyundai er væl størsti bilframleidarin. A evropiska marknaði- num gongur væl hjá Hyund- ai. Sølan í fyrru hålvu av 1998 vaks við 30% í mun til fyrstu hálvu av 1997. Sølan á evropiska markn- aðinum er nú størri enn samtaðr vakan“=hjá himnn koreansku bilaframleiðaru- num tilsamans - og næstan 60% stórri enn næsti kore- anski kappingarneytin. Í Australia gongur eisini væl hjá Hyundai. I 1997 var hetta mest selda bilmerki, tá talan er um privatbilar. Við 53.500 seldum bilum var Hyndaði klárt á odda í avstralsku bilasøluni Best dåmdi bilur i Av- stralia er Hyundai Accent, medan Hyundai Coupé er mest seldi sportbilur. Elan- tra Wagon er frægast dåmd- ur, tå talan er um fýra syl- indara stationcar, og Sonata Mynd: Jens Kristian Vang er nummar tvey å sølulista- num i sinum flokki. Í hesum árinum væntar Hyundai verksmiðjan. at sølan verdur uppaftur betur m. a. grunda á Elantra. sum hevur fingið eina >and- litsrøkt« og tann Sonata nýggja Aivur Haraldsen Ferðsla í myrkri Jón Kragesteen Lyktakanningin, sum var í november í fjør, var oðrvísi fyriskipað, enn hon hevur verið tað undanfarin ár. | hesi lyktakanning var hovuðs- boðskapurin, at fólk sjálvi skuldu kanna, um perurnar á bili teirra lýsti. Nógv var eisini gjørt burtur ár, at tað er hvor einstakur bilforari, sum hevur ábyrgdina av, at hesi viðurskifti eru í lagi. Eftir lyktakanningina steðgaði politiið nógvum bilum fyri at kanna ymisk viðurskifti, harímillum um ljósini vóru í lagi. Tað vísti seg, at flest allir bilar, sum vóru steðgaðir, hovdu einki brek við ljósinum. Eftir hesum at doma kann ikki annað sigast, enn at hesin nýggi háttur at fyriskipa lyktakanning eydnaðist væl. Ná eru tveir mánaðir síðani, at lyktakanningin var. Hóast dagurin longu er longdur fleiri min- uttir síðani stytsta dag, eru vit enn í ársins myrkastu tíð. Og tí er framvegis umráðandi, at ljósini á bilinum eru í lagi, og at tey lýsa, sum tey eiga. Tíverri kemur tað meira enn so fyri, at tú metir deglingum á vegnum - bilar við bara einum hovuðsljósi framman. Ikki er tað hugsandi, at fólk við vilja koyra við bili, sum ikki hevur ljósini í lagi. Tað er nú einaferð soleiðis, at ljósperur hava avmarkaða livitid, og fyrr ella seinni bresta tær. Eisini kunnu ljósini fara av oðrum orsøkum, t.d. at elektriska sambandið fer - eitt nú orsakað av fukti. Tað er ikki altíð, at bilforarin beinanvegin leggur merki til, at ljósini ikki lýsa longur. Bilforarin situr jú inni í bilinum og Sær ikki, um t.d. ljósini aftan fara. Og verður koyrt á vegi, har gotuljós eru, er heldur íkki altíð so lætt at síggja, at peran oðrumegin framman er farin. Ráðini eru tí, at tú javnan skalt kanna, um nú allar perur framvegis lýsa. Best er at biðja onkr- an ganga runt um bilin, meðan tá situr inni í honum og roynir um øll ljós virka, sum tey eiga. Hevur tú fyri neyðini í stundini at fáa staðfest, um onkur pera er farin - og eingin er at hjálpa tær - so far úr bilinum og gang runt um hann. Tá kanst eisini kanna nógv, hóast tá verður sitandi í bilinum: set gronina á bilinum nær móti einum veggi, so sært tá um báðar forlyktirnar lýsa og eisini um nær- og fjarljósini lýsa. Á sama hátt ber til at kanna ljósini aftan Annars eru góð ráð at gera sær til vana at hyggja eftir ljósunum í spegilsmyndini av bili- num í t.d. handilsrútum ella oðrum veggum ella flatum, ið geva endurskin. Er onkur peran farin, skift hana út beinanvegin. Hættar tá tær ikki sjálv/ ella sjálvur, fá so onkran annan at gera tað. Tey, sum selja perur til bilar plaga at vera sera hjálpsom í so máta. Hevur tú varhugan av, at tað er ikki bara peran, sum er farin, eru bestu ráðini at fara til eina bilsmiðju og lata ein bilmekanikkara umvæla.