fríggjadagur 22. januar 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 14 — 22. JANUAR 1999
tíðindablaðið
Hjalti í Jákupstovu, stjóri á Fiskirannsøknarstovuni:
Góður árgangur
av toski er á veg
Hóast veiðutrýstið framvegis er ov stórt, so eru útlitini til , at vit aftur í ár
fara at fáa góðan toskafiskiskap góð, tí ein góður árgangur av toski frá í fjór
er á veg. Hesin fiskurin er nóg stórur at koma inn í fiskiskapin til heystar
JAN MØLLER
-Mangt bendir á, at ein góð-
ur árgangur av toski frá í
fjør er á veg sigur Hjalti í
Jákupsstovu, stjóri á Fiski-
rannsóknarstovuni við blað-
ið.
Tekin vóru til hetta longu
í yngulkanningunum í fjør-
summar, og tað sæst so eis-
ini aftur í veiðuni í dag, har
vaksandi tal av landaða
fiskinum er toskur 5, og tað
er undirmálsfiskur.
-Vit hoyra tað alla staðni
frá, at tað er smáur fiskur at
síggja, og tað er eitt gott
tekin.
Hesin fiskurin er nóg
stórur at koma inn í fiski-
skapin til heystar.
Hjalti í Jákupsstovu sigur,
at veiðan er so mikið høg í
dag. at hon krevur eina góða
tilgongd. Tí eiga vit at fegn-
ast um, at tað kemur til aft-
ur.
Haraftrat er so ótrúliga
nógv av seiðamurti fram við
landi. Uppá fyrispurning
hvat ein kann lesa burtur úr
tí sigur Hjalti í Jikupsstovu,
at tað vita teir ikki, tí teir
hava ikki havt umstødur at
fylgja við. hvussu seiða-
murturin útviklast. Hann
kemur ikki inn í fiskiskapin,
fyrr enn hann er 3-4 ára
gamal. Av tí at hann er fram
við landi at byrja við er tað
so torført at gera kanningar.
Hjalti i Jikupsstovu sigur
annars, at teir eru sera
spentir um at kunna fylgja
toska- og seiðamurtinum og
vita, hvussu hetta tekur seg
upp og í hvønn mun teir
kappast móti hvørjum ødr-
um og eta hvønn annan og
hvort av sínum.
Uppá fyrispurning um tað
er hitin í sjónum, sum er
orsøkin til, at góðir árgangir
nú eru á veg sigur Hjalti í
Jákupsstovu, at tað er meira
kompliserað enn so. Tað er
nokk meira hvussu nógv tað
rekur inn av atlantiskum
sjógvi enn júst, hvussu tem-
peraturin er. Har spælir so
nógv inn, bæði vindur,
steymur, hiti oa.
Verri við kongafiski
Eru góð tekin fyri toskin og
upsan, so gongst verri við
fleiri av djupvatnsfiska-
sløgunum so sum konga-
fiskinum. Hjalti í Jákups-
stovu sigur seg vera eitt
sindur bangnan fyri konga-
fiskinum. = Meðalveiðan
minkar ár undan ári. Veiðu-
trýstið er ov nógv bæði hjá
okkum og aðrastaðni. Talan
er um felagsstovnar, sum
allir troyta og so vita vit, at
kongafiskurin veksur eisini
spakuliga.
Fiskasløgini á djúpum
vatni vaksa so seint, og tí
tola tey so lítið av. Tað ræð-
ur tí um at vera varin.
Veiðutrýstið ov hogt
Hjalti í Jákupsstovu dylur
ikki fyri, at fiskifrødingar
framvegis meina, at veiðu-
trýstið við Føroyar fram-
vegis er ov høgt, soleiðis at
skilja, at hetta krevur, at tað
alla tíðina er stór tilgongd
fyri at halda veiðuni. Hann
leggur tó aftrat. at tað er
eingin vandi á ferð sum so.
-Men tað er sum gamli
Øregaard segði á sinni, at
posamatur er ódrúgvur og
skal ein bara liva av posa-
mati av landgrunninum, so
verður tað skjótt tómt.
Av øðrum fiskasløgum er
at siga, at svartkjafturin er
væl fyri, ti har eru tveir g60-
ir årgangir inni. Men so-
leiðis sum bæði, norðmenn,
ES skip, íslendingar og vit
sjálvir - hava leikað i í fjør
og sum tað sær ut til, at vit
aftur ætla at leika í komandi
árini, so verður tað skjótt
uppi við svartkjaftinum
heldur Hjalti í Jákupsstovu.
Veiðan hevur verið uppi
á eini million tonsum, men
tað vardi eitt ár og reyk hon
so niður um 500.000 tons
fyri so at koma uppaftur á
600.000 tons. Fyri veidu-
árið í fjør varð mælt til at
fiska 640.000 tons. men
fiskað eru meir? enn ein
millión tons av svartkjafti.
og nógv av tí fiskinum er
yngul ella smáfiskur.
Hjalti í Jákupsstovu vísir
á, at vit hava givið øðrum
loyvi at veiða svartkjaftin.
tá vit ikki hava átt hann. tvs
tá eingin kvota hevur verið
Men hvussu tað verður, tá
vit koma at eiga so og so
nógv tons, verður spenn
andi at síggja. hvussu vit
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri
á Fiskirannsóknarstovuni
føroyingar fara at bera okk-
um at. -Tað er so lætt at
býta tað ein ikki eigur legg-
ur Hjalti í Jákupsstovu
aftrat.
Hann vísir tó á, at sam-
anumtikið eru bæði svart-
kjaftur, makrelur og sild væl
fyri í løtuni. Men vit liggja
so fyri, at vit hava tann
størsta fyrimunin av, at allir
hesir tríggir stovnarnir eru
so væl fyri sum møguligt.
Sildin kemur ikki aftur av
álvara, fyrr enn hon tekur
uppaftur ta gomlu gongd-
ina. Jú stórri sildastovurin
er tess stórri møguleiki er
fyri, at hann tekur ta gomlu
gongdina aftur.
Hjalti í Jákupsstovu sigur.
at vit vita ikki, hvat tað er
sum ger, at sildin ferðast
uppá ein máta nú og annan
máta tá. Tað er so nógv í
atburði hjá fiski. sum man
ikki hevur innlit í, og hvat
ávirkar. Tað kann vera ætt-
arbreðgi. hitin í sjónum.
streymur og vindur, til-
gongd av fødi oma. Í 50-
og 60 unum vóru heldur
ikki gjørdar so nógvar kann-
ingar av hesum viðurskift-
unum.
Taka vit samanum, so
heldur Hjalti í Jåkupsstovu,
at 1999 sær ikki so galið út,
hvat fiskastovnunum við-
víkur. Hvussu verður við
prísinum er so ein heilt ann-
ar spurningur
Matiné |
í Christianskirkjuni
Í morgin, leygardagin 23. jan., kl. 11.30 verður matiné
í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hetta er tann fyrsta í
hesum árinum, ætlanin er at fleiri verða seinni.
Hesaferð er tað horntónleikur, sum stendur á skránni
og tey, sum framføra, eru Graeme Rudd, kornett,
Sharon Fisher, kornett, og Dewi Jones, althorn. Tey
eru øll lærarar i Føroya Musikkskúla og starvast í
Eysturoy, Klaksvík og Suðuroy. Framførdur verður
tónleikur av Laurent Delbecq. Warren Barker.
Adriano Banchieri og Dmitri Kabalevsky.
Skráin er henda
Adriano Banchieri: Canzonette |
Canzonetta del Cardillo, I
Canzonetta del Cardillo, 2
Canzonetta del Cardillo, 3
Duelle Amoroso
Mattinata
Laurent Delbecq: Accord tripartite
Triade
Trianon
Triplette
Troika
Warren Barker: Fanfare, Gigue and
March
Dmitri Kabalevsky: Dance
NYGGIR SPENNANDI
PRISIR :
Støkk inn á gólvið
i Salong LILJUNI
Vit hava alt — "ÅD
tað nýggjasta
innan hármóta,
m. 3.
= PERMANENT
= UPPSETAN
Vælkomin í
Salong LILJAN
Torfinsgøta 6 - Tlf. 314768