Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. desember 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 • hósdagur • 30. desember 2004 • 78. árg. Hugtakandi, framfýs- in, intelligentur, mátt- mikil, tryggur og komfortabul eru tey seks lyklaorðini, ið Volkswagen kemur at marknaðarføra nýggja VW Passat við. Altjóða frumsýningin verður í februar, og bilurin kemur til Danmarkar í apríl 2005 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nógvar tekningar og mynd- ir hava verið frammi av nýggja VW Passat, men nú kunnu vit avdúka endaliga úrslitið, ið sýnir at talan verður um ein smartan, ele- gantan og spennandi bil. Kabinan er innrættað eftir ergonomiskum og brúkara- vinarligum prinsippum og í sera góðum kvaliteti. Nógv er gjørt burtur úr, at setrini skulu vera góð at sita í. Hondbremsan er avloyst av eini elektroniskari parker- ingsbremsu, sum virkar við at trýsta á ein knøtt. Ein fjarstýrd start- og lásaskipan ger tann vanliga startlykilin óneyðugan. Nýggi Passat er bæði breiðari og longri enn for- gangarin, og aksilfrástøðan er størri. Hetta gevur betri pláss í kabinuni, og við- førisrúmið er vaksið við 90 litrum. Í fyrstu atløgu verða sjey motorar at velja ímillum, fýra bensin og tríggir TDI diesel. Bensinmotorarnir verða allir við 4 sylindarum, tann minsti hevur 102 hk, hinir eru allir FSI innsprænings- motorar við ávikavist 115, 150 og 200 hk. Síðst í 2005 kemur ein 3,2 litur V6 FSI motorur við 250 hk. Teir tríggir TDI turbo- diesel motorar hava ávika- vist 105, 140 og 170 hk. Allir motorarnir lúka tey strongu EU4-krøvini til umhvørvisvernd. Undirvognurin verður við McPherson fjaðraskip- an framman og multilink- bakakslum. Hetta tryggjar bilinum koyrieginleikar og komfort á høgum støði. Umframt at bilurin kem- ur í fýra ymiskum variant- um hvat útgerð viðvíkur, verður møguleiki fyri nógvari eykaútgerð sum t.d. 2-zonu klimaanleggi, 230 volt streymveiting til teld- una o.l., og automatiska frástøðuregulering til bilar sum koyra frammanfyri. Fartpilotur og ESP eru standard útgerð. Bilurin kemur til Dan- markar í apríl 2005. Enn er tó einki upplýst um prís. Smartur og elegantur VW Passat Framman líkst nýggi Passat forgangaranum VW Passat verður ein smartur, elegantur og spennandi bilur í heilt nýggjum stíli Aftan verður Passat eyðkendur av nýggu LED-baklyktunum Kabinan er innrættað eftir ergonomiskum og brúkara- vinarligum prinsippum og í sera góðum kvaliteti