hósdagur 30. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein dómsnevnd
samansett av 58
motorjournalistum í
Evropa hava kosið
Toyota Prius II til
Ársins bil í Evropa
2005. Prius er einum
av heimsins mest
framkomnu og um-
hvørvisvinarligu bil-
um
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Oman á allan heiðurin
hybridbilurin Toyota Prius
hevur fingið síðan hann
kom til Evropa fyrr i ár, er
hann nú eisini kosin »Árs-
ins bilur í Evropa 2005« av
eini dómsnevnd hjá »Euro-
pean Car of the Year«.
Millum teir sjey bilarnar
ið komu í finaluna, fekk
Toyota Prius II heili 406
stig og vann sostatt ein
greiðan sigur.
Toyota Prius er heimsins
fyrsti hópframleiddi hybrid-
bilur, ið verður drivin av
tveimum ymiskum motor-
um – einum bensin- og ein-
um el-motori.
Battaríini geva streym til
el-motorin og verða lødd
upp av bensinmotorinum.
Hybridkonseptið virkar
soleiðis, at bensinmotorur-
in og el-motorurin supplera
hvønn annan og syrgja fyri
at bilurin altíð koyrir opti-
malt, bæði hvat kraft, øko-
nomi og umhvørvisvernd
viðvíkur.
Í tíðindaskrivi frá Toyota
verður sagt, at heiðurin er
ein varði á vegnum til at
góðkenna
hybridtøknina
sum »vanliga« tøkni í fram-
tíðini.
Við skipanini »Toyota
Hybrid Synergy Drive«
gongur Toyota nýggjar leið-
ir við at skapa tann ultima-
tiva ECO-bilin.
Toyota er av tí fatan, at
hybridtøknin er eitt tað
mest realistiska boðið uppá
ein optimalan umhvørvis-
vinarligan familjubil.
Nr. 250 - 30. desember 2004
15
Renault og
Samsung
Renault hava ætlanir
um at økja virksemið á
suðurkoreansku Sam-
sung bilverksmiðjuni,
sum teir yvirtóku í
2000. Ætlanin er at út-
flyta Samsung bilarnar
til restina av heiminum
um nøkur ár, segði Re-
nault stjórin Louis
Schweitzer, tá nýggj-
asti Samsung SM7
varð frumsýndur
Kelda: Motor Magasinet
Opel
jólaheilsan
Opel leiðslan í Týsk-
landi hevur verið á
parkeringsplássunum
kring tær ymisku Opel-
verksmiðjurnar
og
kannað hvørjum bil-
merkjum teirra starvs-
fólk koyra við. Leiðsl-
an sendi síðan starvs-
fólkunum eina jóla-
heilsan við einum góð-
um tilboði upp á ein
nýggjan Opel
Kelda: Motor Magasinet
RR stevnir
PR-Choko-
lade
Rolls
Royce
verk-
smiðjan stevnir í hes-
um døgum donsku
sjokulátuverksmiðjuni
PR-Chokolade í Kold-
ing fyri ógrundað at
brúka teirra logo við
stavunum PR í staðin
fyri RR
Kelda: Motor Magasinet
Toyota Prius II
– Ársins bilur í Evropa 2005
Toyota Prius II er kosin »Ársins bilur í Evropa 2005«. Toyota er av tí fatan, at hybridtøknin er eitt tað mest realistiska boðið uppá
ein optimalan umhvørvisvinarligan familjubil.