hósdagur 30. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Rúmligi og praktiski
familjubilurin Citro-
ën Xsara Picasso fær
ein avloysara við
sama navni í 2006.
Eins og við Renault
Scénic er ætlanin at
Picasso eisini verður
gjørdur í forlongdari
útgávu til sjey ferð-
andi
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Síðan Citroën Xsara Picasso
kom á marknaðin fyri nøkr-
um árum síðan, fáast fleiri
av kappingarneytunum nú
sum 7 persónabilar. Soleið-
is verður eisini við Picasso,
sum kemur á marknaðin í
2006.
Eins og við Renault
Scénic er ætlanin at Picasso
verður gjørdur bæði sum
fimm- og sjey persónabilur
í forlongdari útgávu.
Designið verður meira
»agressivt« og linjurnar
ikki so rundar sum á núver-
andi Picasso. Kølaragittarið
verður eins og á øllum
nýggjum Citroën við inn-
bygdum Citroën logo. Inn-
rættingin verður liðilig, og
aftaru setrini kunnu leggj-
ast heilt niður í dúrkið.
Tað er familjan hjá
listamanninum, sum hevur
givið Citroën loyvi til at
brúka navnið Picasso.
16
Nr. 250 - 30. desember 2004
BMW X4C skal vera
bilurin til teirra, ið
ynskja sær ein smart-
an coupé við »off-
road« eginleikum.
Bilurin er enn ein
konseptbilur. Um
X4C verður veruleiki,
kemur hann í fyrsta
lagi á marknaðin í
2007
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
BMW hava ætlanir um at
koma við hesum sera
snøgga X4C, sum enn er
konseptbilur, inn í millum
frítíðarbilarnar X3 og X5.
Bilarnir líkjast so avgjørt
ikki. Meðan X3 og X5 eru
jeepar av útsjónd, er hesin
ein sportscoupé.
X4C skal vera bilurin til
teirra, ið ynskja sær ein
smartan coupé við »off-
road« eginleikum, so tey
uttan trupulleikar kunnu
koma fram til t.d. frítíðar-
smáttuna í fjøllunum.
X4C fær nýggju 4x4
skipanina »X-drive«, ið er
ein sera framkomin skipan,
sum deilir kraftina millum
for- og bakhjólini eftir
tørvi.
Um bilurin verður veru-
leiki, kemur hann í fyrsta
lagi á marknaðin í 2007.
Ikki eru nógvir upplýs-
ingar tøkir um bilin enn,
men flest øll kunnu vera
samd um, at X4C er ein
sera snøggur bilur.
Citroën Picasso til sjey ferðandi í 2006
BMW X4C:
Off-road coupé frá BMW í 2007
Um X4 verður veruleiki,
kemur hann í fyrsta lagi á
marknaðin í 2007
Citroën Xsara Picasso 2006.
Designið verður meira
»agressivt« og linjurnar ikki
so rundar sum á núverandi
Picasso. Kølaragittarið
verður eins og á øllum
nýggjum Citroën við
innbygdum Citroën logo
Picasso XXL (extra large). Eftir ætlan
verður Picasso eisini gjørdur sum 7-
persónabilur í longdari útgávu