leygardagur 23. januar 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 23. JANUAR 1998
Nr. 15 - 23. JANUAR 1999
Hann gav góða viku fyri jól út bók
í tveimum bindum um fólk í
Suðuroy. Og longu nú er útselt og
Torgir Stróm prentar nú 2. upplag
av bókini. - Eg hevði ikki væntað.
at áhugin var so stórur, sigur Torgir
Strøm, sum er sera glaður fyri
hjálpina og stuðulin, ið hann hevur
fingið í arbeiðinum við bókini.
»Uttan góðan stuðul
gekk tað ikki«
Dagfinn Olsen
I Føroyum er stórur áhugi
fyri ætt og ættarbondum.
Soleiðis hevur óivað altíð
verið. Tá fólk komu saman,
so varð prátað um ætt. Enn
í dag verður fregnast eftir
ættini, tá fólk koma saman.
Og áhugin fyri ættarkann-
ing tykist vera í hæddini.
Kring landið savnast fólk í
kvoldskúlunum til ættar-
kanning. Javnan verður eis-
ini lýst við, at ættir koma
saman í ítróttar- og sam-
komuhallum kring landið.
Tað eydnast ofta at savna
fleiri hundrað av ættarfólk-
unum saman. Ahugin fyri
at kenna sín uppruna og at
skjalprógva ættarbondini er
stórur.
Fólk í Suðuroy
Stutt fyri jól kom í bóka-
búðirnar bók nevnd ..Fólk í
Suðuroy 1584 - 1840" eftir
Johan O. Samuelsen og
Torgir Strøm.
Bókin er fullfíggjað yvir-
lit yvir øll fólk í øllum
bygdum í Suðuroynni, sum
eru nevnd í almennum
skjalatilfari, so sum, kirkju-
bókum, skiftisbókum, ting-
bókum, pantibókum. fólka-
teljingum, jardarbékum,
Færøske kongsbønder 0.0..
i tíðarskeiðnum 1584 -
1840.
Hetta er tilfar, sum Johan
Samuelsen savnaði. Johan
var sjómansskúlalærari og
hann var ættaður úr Sumba.
Hann var føddur i Sumba
4. oktober 1905 og doyði
11. desember 1976. Í for-
orðinum skrivar Torgir
Strøm, at savnið, handritið,
hevur ligið órért síðan
deyða Johan Samuelsens.
Torgir Strøm, skipari í
Porkeri, skrivaði tilfarið á
teldu. legði til rættis og gav
út.
Torgir Strøm metir, at
Johan O. Samuelsen hevur
gjørt megnar arbeiði við
innsavningini, og at mesta
tilfarið man hann hava fing-
ið á Landsskjalasavninum.
Sjálvur sigur Torgir seg bert
hava skrivað av inn á teldu.
men hann viðgongur, at eis-
ini tað krevur sítt hjá manni,
ið dagliga starvast á sjó-
num.
Han er glaður fyri, at
børnini hjá Johan O. Sam-
uelsen góvu honum loyvi at
geva tilfarið út og at tey
vístu áhuga.
At hjálpa sær við teldu-
viðgerðini og tilrættalegg-
ing hevur Torgir fingið
bróðurin Hans Paula og eis-
ini Poul Andreasen. Uttan
hollan stuðul frá teimum
hevði ikki gingið. heldur
Torgir, sum í eini 2 - 3 ár
hevur sitid við telduna og
fingist við at fáa bókina til
veruleika
Undirvíst í ættarkanning
Torgir Strøm hevur fingist
við ættargransking og hevur
eisini undirvíst í hesum í
kvoøldskúlanum í Porkeri.
Hann sigur, at áhugin fyri
ættargransking er stórur.
Ahugin kemur, tá fólk náa
ávísan aldur. Tá eru tey ofta
farin, ið høvdu verið góð at
spurt um ættina, men Torgir
heldur, at eisini yngri fólk
vísa ættargransking áhuga.
Og Torgir er nærlagdur
og áhugaður og sera væl
inni í viðurskiftunum. Hóast
hann, sum fiskimonnum
líkt. er stillførur maður, so
er tað, sum ernast hann í
prátinum um ættarkanning
og bókaútgávuna. Upplýs-
ingar um farnar tíðir náa
ikki at festa seg. áður enn
hann er farin víðari. Hann
nevnir, at í 1801 tók fólka-
teljing við, í 1745 taka
kirkjubøkur við í Suðuroy
og i 1707 skiftisbøkur. Alt
slíkt, ið serkønir menn, ið
fáast við ættarkanning, eiga
at vita.
Bókin hjá Torgir fevnir
um tíðarskeiðið 1584 til
1840.
Bokurnar eru tvær, tvey
bind. Tað fyrra eru bygdir-
nar Sumba, Vágur, Nes og
Porkeri. Seinna bind eru
bygdirnar Hvalba, Froðba.
Trongisvågur, Øravik.
Famien og Hov.
Utselt
Torgir Strøm hevur sjålvur
staðið fyri útgávuni og góða
viku fyri jól var bókin í
bókabúðunum. Men longu
er hon utseld, so Torgir er
nú í gongd við at fáa 2.
upplag út aftur á hillarnar.
Hann sigur, at hann hevði
ikki væntað, at sølan fór at
ganga so væl, men áhugin
hevur verið sera stórur.
Hann metir, at bókin er
hent amboð og rík kelda hjá
ollum, ið fåast við ættar-
kanning. Torgir Strøm sigur,
at eisini fólk norðanfyri
hava ognað sær bókina.
Fólk. ið hava eitt hvort til-
knýti til Suðuroynna, og
sum eru áhugað í at vita um
ætt sína.
At fara undir bókaútgávu
í Føroyum er tungt. metir
Torgir, ti tað er dyrt og
marknaðurin er sera lítil.
Hann er sera fegin um stuð-
ulin frá Mentunargrunni
Føroya Løgtings og frå
Shell. Og at bókin hevur
gingið sum heitt breyð ger
ikki støðuna verri. Gongur
nøkulunda á sana hátt við
2. upplag. so er ikki undir-
skot, sigur Torgir Strom.
Ongar beinleiðis ætlanir
Torgir Strøm sigur, at nógv
tilfar er til taks. Tó hevur
hann ikki nakrar beinleiðis
ætlanir um at fara undir aðr-
ar bókaútgávur, kanska
okkurt smávegis, tað er ilt
at siga
Eitt er tó vist, hetta krev-
ur nógva tíð. Torgir sigur.
at eisini er ringt hjá manni.
ið hevur starvast á sjónum.
at setast við teldu. Hetta
krevur umstilling, og vísir
hann á, at ben at fora tilfarið
í bókunum inn á teldu. tók
eini 2 - 3 ár.
Men góði stuðulin og
framúr góða undirtøkan eru
tekin um áhuga og eggja
kanska til, men júst nú eru
bert ætlanir um at endur-
útgeva „Fólk í Suðuroy“.
Upplagið væntast í bóka-
búðunum síðst í januar