hósdagur 3. august 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
RÚNAR REISTRUP
Torbjørn Jacobsen fer neyv-
an at víkja sessin fyri tí nú
reinsaða Signari á Brúnni,
men hann situr ikki eins
sterkur og hann gjørdi,
áðrenn niðurstøðan hjá
kanningarstjóranum varð
kunngjørd týsdagin.
Hetta heldur Heini O.
Heinsesen, sum allatíðina
hevur verið vísur í, at Signar
á Brúnni ikki hevur gjørt
nakað kriminelt, sum hann
orðar seg.
– Eg hevði allatíðina
væntað, at Signar fór at
verða reinasaður í so máta,
men at hann fór at verða
púra fríkendur fyri at hava
verið upp á kant við stýris-
skipanarlógina, tað hevði eg
ikki væntað.
– Løgtingsgrannskoðarin
segði púra greitt, at Signar
á Brúnni hevði verið upp á
kant við stýrisskipanarlóg-
ina, og tað arbeiddu vit so
útfrá. Men so kemur kann-
ingarstjórin og sigur, at
Signar ikki hevur gjørt nak-
að skeivt sæð út frá stýris-
skipanarlógini. Tá skilji eg
ikki hvussu løgtingsgrann-
skoðarin kann koma til hasa
niðurstøðu, sigur Heini O.
Heinesen.
Forhastað avgerð
Hann heldur framvegis, at
tað var ein forhastað avgerð
at seta Torbjørn Jacobsen í
landsstýrissessin so stutt
undan at kanningarstjórin
kom við sínari frágreiðing.
Torbjørn
situr veikari
Nú alt grundarlagið undir málinum, sum gjørdi at Signar
á Brúnni mátti fara frá sum landstýrismaður, nú er
rapað, situr Torbjørn Jacobsen veikari í sínum nýggja
landsstýrissessi. Tað heldur Heini O. Heinesen, formaður
í tingbólki Tjóðveldisfloksins
Sambært Heina O. Heinesen, formanni í tingbólki Tjóðveldisfloksins, slepst ikki
undan, at Torbjørn Jacobsen situr veikari nú, enn áðrenn kanningin av embætis-
førsluni hjá Signari á Brúnni varð kunngjørd
Tað var ikki ein samdur
Tjóðveldisflokkur, sum tók
ta avgerðina, og sjálvur
leggur formaður í tingbólki
Tjóðveldisfloksins ikki lok
á, at hann var ein teirra, ið
var ímóti at skunda undir
setanina av nýggjum lands-
stýrismanni.
Men gjørt er gjørt, og tað
verður neyvan broytt aftur.
Tjóðveldisflokkurin tekur
nýggju støðuna upp til við-
gerðar, men Heini O.
Heinesen heldur tað vera
lítið sannlíkt, at stórt meira
fer at henda í málinum
Gekk ov seint
Formaðurin í tingbólki
Tjóðveldisfloksins, hevur
hug at geva sjálvari stýris-
skipanarlógini sín part av
skyldini fyri, at so nógv rok
hevur staðist av málinum
um eykajáttanina til SvF.
– Eg haldi ikki, at stýr-
isskipanin er nóg góð. At
tað skal krevja eina so langa
kanning at fáa greiðu á, um
ein landsstýrismaður hevur
gjørt nakað kriminelt ella
ikki, tað kann ikki vera rætt,
sigur Heini O. Heinesen, og
útilokar ikki, at hevði úr-
slitið av kanningini komið
eitt sindur fyrr, so kundi tað
havt bjargað Signari á
Brúnni.
– Sat eingin í landsstýris-
sessinum, so hevði Signar
helst verið sjálvfylgdur at
tikið við honum aftur, nú
hann er reinsaður, sigur
Heini O. Heinesen.
RÚNAR REISTRUP
Týsdagin varð Signar á
Brúnni, fyrrverandi lands-
stýrismaður, reinsaður fyri
ákærurnar um at hava brotið
stýrisskipanarlógina.
Men hann sleppur neyvan
aftur í landsstýrið, tí beint
undan ólavsøku varð Tor-
bjørn Jacobsen settur sum
landsstýrismaður og yvirtók
harvið
málsøkini,
sum
Signar á Brúnni røkti, til
hann fór frá í vár.
Torbjørn Jacobsen var
sjálvur av heitastu tals-
monnum fyri, at Signar á
Brúnni skuldi frá, eftir at
løgtingsgrannskoðarin var
komin til ta niðurstøðu, at
Signar hevði brotið stýris-
skipanarlógina.
Men spurdur um tað ikki
kennist eitt sindur løgið,
sjálvur at sita í stólinum hjá
Signari á Brúnni, ið hann
var fortalari fyri skuldi fara
frá, nú Signar er vorðin
reinsaður, sigur Torbjørn:
– Eg segði bara tað, at um
so var, at Signar á Brúnni
hevði brotið stýrisskipanar-
lógina, so var tað rætt at
hann fór frá. Tað var líka-
mikið um tað var Signar á
Brúnni ella onkur annar
landsstýrismaður. Tað var
prinsippi í tí, at hevur ein
landsstýrismaður
brotið
lógina, so eigur hann at fara
frá. Tað var ikki eg sum
koyrdi Signar frá, og eg
havi einki útistandandi, sum
eg skal føla meg illa um.
Í somu støðu sum fyrr
Nýggi landsstýrismaðurin í
undirvísingar- og menta-
málum kennir seg heldur
ikki veikari, hóast grundar-
lagið undir ákærunum ímóti
Signari á Brúnni og soleiðis
eisini undir at landsstýris-
sessurin gjørdist leysur, nú
er rapað.
– Eg kenni meg vera í
somu støðu nú, sum tann
dagin tá avgerðin varð tikin,
um at eg skuldi vera lands-
stýrismaður. So leingi sum
eg ikki havi fingið annað
signal frá flokkinum, so
broytist tað ikki, sigur Tor-
bjørn Jacobsen.
Hann heldur ikki at tað í
sjálvum sær hevur ávirkan
á sína støðu sum landsstýr-
ismaður, at Signar á Brúnni
er vorðin reinsaður fyri
ákærurnar, sum løgtings-
grannskoðarin legði á hann.
Tað var ein avgerð hjá
flokkinum at eg skuldi vera
landsstýrismaður, og tað má
vera flokkurin, sum tekur
avgerð um hvør mín framtíð
í landsstýrinum verður.
Torbjørn Jacobsen sigur
seg einki vita um hvat
flokkurin ætlar at gera
burtur úr nýggju støðuni.
Torbjørn Jacobsen:
Eg kenni meg
ikki veikari
Sambært sitandi landsstýrismanni í undirvísingar- og
mentamálum, Torbjørni Jacobsen, er støða hansara í
landsstýrinum óbroytt, hóast kanningarstjórin týsdagin
reinsaði Signar á Brúnni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 146 - 3. august 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Signar reinsaður
ALLAR orsøkir eru til at ynskja Signar á Brúnni
tillukku við kanningarúrslitinum. Signar er full-
komiliga reinsaður og sama er at siga um hansara
embætismenn, ið saman við Signari gjørdu tað
einasta rætta í eini sera torførari støðu undir
stórum trýsti. Málið er pínligt fyri nógvar partar av
politisku skipanini. Tað er fyri tað fyrsta pínligt fyri
landsgrannskoðaran og løgtingsgrannskoðarar-
nar, sum í teirra frágreiðing góvu løgtinginum
ivasamar upplýsingar um sjónvarpsmálið.
EISINI Fíggjarnevndin hevur ein trupulleika. Tað
tykist nú vera púra greitt, at nevndin hevði skyldu
til at játta landsstýrismanninum pening til lønir
o.a hjá Sjónvarpi Føroya. Men nevndin vísti málin-
um frá sær og sýndi harvið stórt ábyrgdarloysi.
Málið er eisini pínligt fyri løgmann, ið lovaði Signari
eina óhefta kanning, um Signar fór út á „síðu-
linjuna“ soleingi kanningin vardi. Tá Signar fór frá
í áliti til, at løgmaður fór at halda sítt lyfti, sveik
hann Signar.
MEST av øllum er málið pínligt fyri Tjóðveldis-
flokkin. Maktstríð er í øllum flokkum, men ljótari
maktstríð enn hetta, er neyvan áður sæð í føroysk-
um politikki. Sjónvarpsmálið varð misbrúkt í innan-
hýsis valdsstríðnum í Tjóðveldisflokkinum frá
fyrsta degi. Almenningurin var vitni til ein marg-
háttligan leik. Atfinningarnar regnaðu niður yvir
Signar á Brúnni, ikki frá politiskum mótstøðu-
monnum men frá parti av hansara egna flokki.
Signar royndi til fánýtis at bedýra, at hann var
ósekur. Orðini hjá sambandsmanninum Bjørn á
Heygum vigaðu tyngri í Tjóðveldisflokkinum enn
orðið hjá tí trúgva tjóðveldismanninum Signari.
Hetta undraði mangan mann. Í dag byrja vit at
skilja alt hetta spælið.
SJÓNVARPSMÁLIÐ kom sum ein gáva úr erva
til tey, sum høvdu sett sær fyri at taka alt vald í
Tjóðveldisflokkinum. Nýggi floksleiðarin gekk á
odda at sáa iva um leiklutin hjá parta-manninum
Signari á Brúnni. Honum á baki kom Tórbjørn
Jacobsen, sum á forsíðuni í Dimmalætting nýtti
óvanliga niðursetandi orð um Signar. Hetta spæl
eydnaðist, og Signar var av sínum egnu tvungin
út á „síðulinjuna“ við einum lyfti um at koma inn
aftur í hitan, um kanningin reinsaði hann. Men
Signar fekk ikki sína kanning frá løgmanni og
høvdu nakrir tingmenn ikki tikið seg saman og
víst ábyrgd og tryggjað Signari kanningina, stóð
Signar á Brúnni í dag sum ein æruleysur maður.
Sostatt fekk Signar takka verið einum ábyrgd-
arfullum løgtingi sína kanning og hann varð reins-
aður. Hetta eiga øll at fegnast um. Eftir stendur
tann stóri spurningurin, hví tað hevði so stóran
skund at seta annan mann í Signarsa stað, meðan
kanningin fór fram.
NIÐURSTØÐAN av hesum máli er, at Sjónvarps-
gølan er gingin út yvir trúvirðið hjá stórum pørtum
av politisku skipanini. Málið avdúkar eisini, at
nýggja leiðslan í Tjóðveldisflokkinum hevur eina
heilt serstaka fatan av rættartrygd. So kunnu vit
spyrja: verður hetta rættartrygdin í fullveldinum?
Endamálið er at
kroysta lívið burtur
úr fleiri skipum
ÁKI BERTHOLDSEN
–Tað eru bara fólk, sum ikki
hava anilsi av fiskiskapi,
sum kunnu finna uppá slíkt.
Henrik Old, framsøgu-
maður løgtingsins í fiski-
vinnumálum ivast onga løtu
í, hvørja meining hann skal
hava um ætlanina hjá lands-
stýrinum at tvinga lemma-
trolararnar upp í fiskidaga-
skipanina.
Hann sigur, at verða teir
tvingaðir upp í, fer tað at
taka lívsgrundarlagið undan
nógvum trolarum, og sostatt
fer tað eisini at taka grund-
arlagið
undan
nógvum
fiskimonnum.
–9Og tað fer sostatt eisini
at taka grundarlagið undan
nógvum fiskavirkjum og
harvið eisini undan nógvum
arbeiðsfólki á landi.
–Endaliga niðurstøðan
verður tí, at tað fer at taka
lívsgrundarlagið
undan
nógvum føroyskum bygd-
um, tí missir ein bygd ein
trolara, fer tað at fáa líka
stórar avleiðingar fyri hana,
sum tað hevði fingið fyri
Havnina, um Landssjúkra-
húsið stongdi.
Henrik Old sigur, at
javnaðarflokkurin fer tí
undir ongum umstøðum at
taka undir við, at lemma-
trolararnir verða tvingaðir
upp í fiskidagaskipanina.
Kroysta lívið úr fleiri
trolarum
Henrik Old sigur, at allar
royndir vísa, at ein skipan,
har fiskirættindi kunnu selj-
ast, er ein avtøkuskipan.
–Og tað er eisini tað, sum
er endamálið við at fáa
lemmatrolararnar upp í
fiskidagaskipanina.
–9Landsstýrið sigur bein-
leiðis, at lemmatrolaraflotin
skal lagast til fiskiríkidømi.
– Tað merkir á vanligum
máli, at flotin skal skerjast
– Sostatt er endamálið hjá
landsstýrinum at kroysta
lívið burturúr nøkrum av
lemmatrolarunum fyri at
flotin skal verða lagaður til
fiskiríkidømið.
Henrik Old vísir á, at ser-
liga fyri Suðuroynna og
Vágoynna verður hetta ein
óbótaligt bakkast, tí tað er í
hesum økjum, at teir flestu
lemmatrolararnir eru, og tað
er her, at tey flestu virkini
eru, sum arbeiða fiskin, teir
avreiða.
Henrik Old fýlist eisini á,
at Landsstýrið ger ongar
sum helst royndir at lýsa,
hvørjar alveiðingar tað fer
at fáa fyri tey øki í landinum
sum tað rakar, um nakrir av
lemmatrolarunum
verða
kroystir úr flotanum.
– Hvørjar avleiðingar fer
tað t.d. at fáa, um tað
eydnast at kroysta annan,
ella báðar hvalbiartrolarar-
nar burturúr flotanum, spyr
Henrik Old.
Hann leggur afturat, at
royndirnar vísa eisini, at
skipanin við seljandi fiski-
døgum førir við sær, at
fiskivinnan verður savnað á
nøkrum fáum hondum í
miðstaðarøkinum.
– So kann landsstýrið seta
so nógvar útoyggjanevndir,
tað vil, tí tað er alt til fá-
nýtis, tá ið tann førdi poli-
tikkurin miðjar eftir at av-
tofta útjaðaran.
Beinleiðis villleiðing
Landsstýrið skjýtir upp, at
teir størru lemmatrolararnir
fáa 80 fiskidagar í part á
innaru leiðunum og at teir
smærru fáa 100 dagar í part.
Men so kunnu teir býta
ein dag á innaru leiðunum
um við fýr dagar á teimum
ytru leiðunum.
Hetta skuldi flutt veiði-
trýstið á fiskastovnarar út-
eftir, og tað er eitt av enda-
málunum hjá landsstýrinum
við at fáa lemmatrolararnar
upp í fiskidagaskipanina.
– Hetta er beinleiðis
tvætl, sigur Henrik Old.
Hann sigur, at hetta fer
tvørturímóti at føra við sær,
at veiðitrýstið verður flutt
inn á grunnarnar i fer at
harnað har.
–9Nú verður tað onki sum
eitur hjá lemmatrolarunum:
Tað fer ikki at bera til hjá
teimum at sigla langt til
havs á fiskileið. Nú ræður
tað um at fáa trolið í sjógvin
sum skjótast.
–9Tí fara lemmatrolarar-
nir nú at fiska so nær landi,
sum gjørligt. Tað verða teir
heilt einfalt trýstir til.Tað er
sjálvsagt, at færri dagar eitt
skip hevur, skjótari vil tað
hava greiðirnar í sjógvin.
–9Tað fer heldur ikki at
bera til hjá teimum at liggja
og andøva í illveðri og telja
dagar til onga nyttu.
– Hetta fer eisini at tvinga
teir at royna at fiska í upp-
aftur verri veðri enn teir
annars plaga, og at fiska í
veðri, har teir annars høvdu
ligið bakk, tí nú verður tað
neyðugt at brúka hvørja
løtu.
–9Og tað kann eisini skjótt
blíva ein spurningur um
trygdina umborð.
Kemur ikki til høldar
Henrik Old sigur at í sínari
tíð blivu nógvir pengar
– Bara fólk, sum ikki hava ánilsi fyri
fiskiskapi, kunnu finna upp á slíkt.
Missir ein lítil bygd ein trolara, fær
tað líka álvarsligar avleiðingar fyri
bygdina, sum tað hevði fingið fyri
Havnina at Landssjúkrahúsið bleiv
stongt, sigur Henrik Old
brúktir uppá at varðveita
lemmatrolararnar í flotan-
um, tá ið prísirnir vóru lágir.
– Tað var júst tí, at løg-
tingið ásannaði, at hesir
trolararnir fingu fisk til
høldar, sum annars ikki
hevði verðið fiskaður. Teir
skuldu rætt og slætt vera
alternativið til vanliga botn-
fiskiskapin undir Føroyum.
Tí undrar tað hann, at
landsstýrið ætlar at seta til-
tøk í verk, sum fer at føra
við sær, at blálonga, konga-
fiskur o.a, ikki fer at verða
fiskað.
– Tað er ongin sum helst
ivi um, at verða lemmatrol-
ararnir avmarkaðir við fiski-
døgum, fer nógv minni av
fiski av djúpum vatni at
koma til høldar, tí tað fer
ikki at bera til hjá trolarun-
um at sigla framvið dýrum
fiski inni á grunninum fyri
at fiska bíligan fisk úti til
havs.
– Og alt sum eitur at gera
onkrar royndir, hóast tað
kanska kostar ein dag, er eitt
farið kapittul hjá lemmatrol-
arunum, sigur Henrik Old.
– Tað, sum landsstýrið førir fram er beinleiðis tvætl. Tað
er at blaka torvmold í eyguni á fólki, sum ikki hava skil
fyri tí, sigur Henrik Old.
29
29
UTSØLA
byrjar frggjadagin 4. aug. kl. 08.00
FLYING A
1/2 prísur
ALT
Opið er
til kl. 19.00